Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg havi bara livað í 13 ár MISBRÚK Hann er 43 ára gamal, men í veruleikanum hevur hann bara livað í 13 ár. Eftir tvær sjálvmorðsroyndir tók hann í nakkan á sær sjálvum og nú roynir hann at hjálpa øðrum, sum eru komin í somu neyð av rúsevnum, sum hann sjálvur var í Martin Kúrberg Áki Bertholdsen – Nú gevur tað meining at fara úr seingini um morgunin. Eg havi konu og fimm børn. Eg havi fast arbeiði at fara til hvønn einasta dag og eg rindi mín skatt. Jú, Martin Kúrberg er væl nøgdur við lívið í dag. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Longu tá ið hann var blað­ ungur, fór hann at drekka og tað vant meiri og meiri upp á seg. Sum tíðin gekk var rúsdrekka ikki nóg mikið og hann fór eisini at taka rúsevni. Men nú hevur hann verið edrúur í 13 ár. – Eg plaga at siga, at hóast føði­brævið sigur, at eg eri 43 ár, er veru­leikin tann, at eg havi bara livað í 13 ár. – Øll hini 30 árini havi eg bara yvirlivað, sigur Martin Kúrberg. Nú hevur hann halgað sítt lív til at hjálpa øðrum, sum eru í somu støðu, sum hann sjálvur hevur verið í tað mesta av lívinum. Síðani, hann varð turrlagdur, hevur hann verið í Danmark, har hann hevur nomið sær útbúgving sum rúsevnaráðgevari og nú hev­ ur hann í fleiri ár arbeitt hjá Bláa Krossi, har hann er rúsdrekka- og rúsevnaráðgevari. Forsømdur smádrongur Sjálvur fekk Martin Kúrberg ein ringan start í lívinum. Hann vaks upp í einum mis­ nýtaraheimi, har hann varð illa for­sømdur og tað kom hann sann­ iliga at svía fyri. Bæði foreldrini doyði í bestu árum og hjá Martin gekk bara ein veg og tað var niðureftir og tað var skjótt. Longu tá ið hann var 15 ára gamal var hann bundin av rús­ drekka og síðani eisini av rúsevn­ um. – Eg veit, hvussu tað er at vakna á einum platti aftanfyri okk­urt vertshús í Havnini. Hann veit eisini, hvussu tað er at vakna í brummuni. – Sjálvt um pappírini søgdu, at eg var vaksin maður, var eg ikki annað enn ein brotin smádrongur innaní, sum sløkti sigarettir niður í armin í skúlagarðinum fyri at fáa onkran at leggja merki til mín. Martin royndi fleiri ferðir at fara til avvenjingar, uttan at tað eydnaðist. Hann átti tvey børn, men serliga var hann knýttur at lítlu dóttr­ini, sum var ein ordilig »babb­asa didda«. Og nettupp tað var avgerðandi fyri at tað til síðst eydnaðist hon­ um at verða turrlagdur. – Tað skerst ikki burtur, at børn­ini, og serliga dótturin, vóru ein stór motivatión. Eg hataði meg sjálvan tí eg gjørdi akkurát tað sama ímóti mínum egnu børn­ um, sum varð gjørt ímóti mær og eg orkaði ikki tankan um, at eg skuldi doyggja frá børnunum bara tí at eg ikki fekk tikið meg saman at halda uppat at drekka. – Tann arvin vildi eg ikki geva børn­unum. Tí gjørdi eg av at fara til avvenjingar eina seinastu ferð. Og tá eydnaðist. Nú hevur hann verið turr­ lagdur í 13 ár og er væl nøgdur við lívið. Hann hevur fingið trý børn afturat við kvinnuni, hann var saman við á ungum árum, men sum hann misti í fýra ár – og fekk aftur, tá ið hann varð turr­- lagdur. Hann nevnir til stuttleika, at stutt síðani kom hann í prát við ein politist. – Politisturin tók í hondina á mær og helt fyri, at tað var óluk­ sáliga gott, at eg var hildin upp at drekka, sigur Martin. – Tað kundi eg bara vera samd­ ur í. Men tá ið eg spurdi hann, hví hann helt tað vera so gott, svaraði hann: Tí tú vart so óluksáliga tungur at bera! Men Martin Kúrberg við­ gongur, at tað var hart arbeiði at verða turrlagdur. – Tað kravdi øgiliga nógv av mær at leggja øll kortini á borðið og viðurkenna teir manglar, eg hevði fyri at kunna virka, sum eitt heilt menniskja. Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, tá ið hann varð turrlagdur, var at stinga sær klæðini í ein svartan sekk og seta seg í sín Opel Kadett og stevna suður á Sand, har hann varð ungdómsvenjari hjá B71. – Tíðin á Sandi er ein tann besta í mínum lívi og eg havi nógv at takka sandoyingum fyri. – Eg var venjari á Sandi í fýra ár og har byrjaði eg eitt nýtt lív. Tað vendi gongdini, tí har lærdi eg at ansa eftir mær sjálvum og at geva mær sjálvum umsorgan ístaðin fyri at revsa meg sjálvan, sum eg var vanur við. Brotnar sálir Sjálvur heldur Martin Kúrberg, at hansara egna dømi er eitt heilt vanligt dømi um ein, ið fellur til rúsdrekka og rúsevni. – Misnýtsla er ein avleiðing av, at okkurt heilt annað er galið. – Tað er symtom! – Tað er ein avleiðing av, at mis­ nýtarin ikki hevur tað gott við seg sjálvan frammanundan. Orsøkirnar kunnu vera so ymiskar. Talan kann verða um børn, sum veksa upp í misnýtara­ heim­um, sum hann sjálvur gjørdi og sum tí verða forsømd. – Men tað eru eisini nógv dømi um børn, sum verða forsømd, tí at foreldrini eru so sperd fyri at fáa ein gerandisdag við húsum og ar­ beiði at hanga saman. – Og so eru tað tey børnini, sum verða forsømd tí at foreldrini eru so upptikin av teirra egna ar­ beiði, fínu húsum, dýra bili og nýs­lignu grasplenu, at tey mest­ sum gloyma børnini. So eru tað eisini tey, har heimið dettur sundur av hjúnaskilnaði. – Men avleiðingin er øgiliga ofta, at børnini verða gloymd. Og gloymd børn missa sjálvsvirðið. Gloymd børn fáa eisini eina for­ bronglaða sjálvsmynd av, at tey eru onki verd. – Tað er ikki nóg mikið at hava stór og flott hús og nýsligna gras­ – Politisturin helt fyri, at tað var gott, at eg var hildin upp at drekka. Tá ið eg spurdi hann, hví hann helt tað, svaraði hann, at eg var so óluksáliga tungur at bera! í meldrinum