Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í meldrinum plenu, tá ið húsini og heimini eru skralltóm, bæði so og so. – Hesi børnini føla seg mangan hálvgum kasserað, tí tey kenna ikki varman og tryggleikan, sum eitt trygt heim gevur. – Hetta merkir, at út­gangs­ støðið hjá einum parti av okkara ungdómi er, at tey føla seg mis­ lukkað. – Vit eru øll í læru sum menn­ iskju frá tí at vit eru fødd, til vit eru 18-20 ára gomul. Hvussu vit klára okkum víðari á lívsleiðini, veldst alt um, hvat vit fáa við okkum í amboðskassan. Og tíverru eru tað eru mong, sum ikki hava fingið tey neyðugu amboðini við sær, sum krevjast til at klára seg sum heilstoypt menniskju. – Men øll hava brúk fyri at hoyra til ongustaðni og tískil leita tey sær mangan saman við øðr­um, sum eisini eru til avlops í sínari familju. Og so er skjótt at tey koma eftir, at brennivín og rúsevni fær tey at føla seg betri eina løtu og so er leiðin út í eitt misbrúk sett út í kortið. – Rúsevni eru fyri fólk, sum ikki klára veruleikan. Hinvegin er lítil ivi um, at er sjálvt grundstøðið, altso foreldrini og heimið, trygt og gott, hava børnini eisini fingið betri í beinið og fella ikki so lætt í mis­ nýtslu. Sjálvur heldur Martin Kúrberg, at tað er ræðandi, at tað eru so nógv ungfólk, sum detta nið­ur ímillum í einum landi, har øll skulu hava tað gott. – Tey eru okkara gull, tí tað eru tey, sum skulu føra hetta sam­felagið víðari fram á leið. – At ganga við dómum fyri rús­evnum í viðførinum, er ein ser­stakliga keðilig byrjan upp á vaksna­mannalívið, tí tað kann leggja so nógvar forðingar í vegin. – Tað er grátuligt at hugsa sær, at hetta skal vera byrjanin upp á lívið hjá fleiri av okkara ungu. Mugu broyta hugburð Martin Kúrberg heldur, at tað, sum grundleggjandi skal til, er ein hugburðsbroyting. – Krøvini til nútíðar familjuna eru blivin øgiliga stór og tí er tað neyðugt at endurskoða allan sam­felagsbygnaðin. Hann heldur, at tí er tað neyð­ ugt við eini kanning, har um­støð­ urnar hjá familjunum í nútíðar samfelagnum verða væl og virðiliga lýstar og so eiga tiltøk at verða sett í verk fyri at bøta um korini. – Soleiðis kundu vit fyribyrgt nógvari misnýtslu ístaðin fyri sum nú, har vit bara royna at hjálpa til og reparera, tá ið skaðin er hendir. Hann staðfestir, at tað er ómetaliga svárt hjá foreldrum at varnast, at teirra børn hava fingið ein trupulleika við misnýtslu. – Men júst tí er tað so ómeta­ liga týdningarmikið, at vit gera tað liviligari hjá familjunum, tí foreldur fáa bara tann eina møgu­leikan at uppala síni børn. – Tað er bara tað eina skotið í byrsuni og verður tað gjørt skeivt, ber ikki til at bakka og gera tað umaftur, tí tað er ongin iðranar­rættur. Eisini tí heldur hann, at somu­ leiðis eiga foreldur at hugsa seg um og gera upp við seg sjálvi, hvat tað er, sum hevur týdning í lívinum. Men serliga heldur hann, at tað er ein politiskur spurningur, hvussu trivnaðurin hjá húskjum við børnum verður raðfestur. – Eg havi verið rúsevnaráð­ gevari í yvir 10 ár og alla hesa tíð­ ina hava húski við børnum ikki fingið tað betri, heldur Martin Kúrberg. – Heldur eru umstøðurnar versn­aðar, tí trýstið á tær harðn­ ar alsamt. Teir trupulleikar, vit síggja hjá teimum ungu í dag, sóu vit ikki fyri 10 árum síðani, leggur hann afturat. Dýrir dreingir Men samstundis staðfestir, at hetta er ikki ein spurningur, sum politikarar raðfesta serliga framma­liga. – Sjálvur ivast hann kortini ikki í, at hetta hevði verið ein góð sam­felagslig íløga. – Ungir misbrúkar verða øgiliga dýrir fyri samfelagið, tí teir koma at krevja so nógva orku av heilsu­verki og almannaverki alt lívið. – Men verður trupulleikin tikin við rótini, er møguleikin betri fyri, at tann ungi sleppur burtur úr misbrúkinum og verð­ ur eitt íkast til samfelagið ístaðin fyri ein byrða. – Tað er bara at hyggja at mær sjálvum. Eg slapp úr mis­ brúkinum fyri 13 árum síðani og havi arbeitt síðani og goldið mín skatt, sigur Martin Kúrberg. Martin Kúrberg heldur, at eftir hansara tykki hava umstøðurnar hjá húskjum við børnum størri týdning at brúka alt ov nógvar kreftir upp á at viðgera um Rúsan skal hava opið ein tíma longri ella styttri. Hann viðgongur kortini, at honum dámdi ikki, at hon nú eisini sleppur at hava opið leygar­ dag. Hann heldur eisini, at tað er gott, at løgregla og tollarar fáa góðar umstøður at fyribyrgja smugling. – Men tað er eitt mistak at halda, at smugling við Norrønu og Atlantsflogi eru høvuðs­leve­ randørar til føroyska markn­ aðin. – Tað er ikki rætt, tí tað eru bara tey, sum eru heilt í neyð, sum smugla við Norrønu og við flúgvaranum hjá Atlantsflogi. – Tað mesta verður smuglað við fiskiskipum, stuttleikabátum og øðrum skipum og bátum, sum koma higar úr útlondum. – Vit eiga eisini at hava í huga, at eitt gramm av hassji kostar 250 krónur í Føroyum. Tí er tað serstakliga peningakrevjandi at verða misbrúkari og tá er skjótt at kriminalitetur er einasti útvegur fyri at fáa pening til rúsevni. – Men tað er nú heldur ikki rætt at leggja alla ábyrgdina yvir á løgregluna og tollvaldið, tí hetta er okkara felags ábyrgd. Eitt nú heldur Martin Kúrberg, at vanlig fólk, sum varn­ast mis­ nýtslu, eiga at hava ein virkn­ari leiklut og siga frá, tá ið tey varn­ ast okkurt. Tað ber eisini til at melda dul­ nevnt. – Vit búgva ikki í einum stór­ býi og úti á smábygd í Før­oyum ber ikki til at halda eitt mis­brúk­ ara­umhvørvið í tí dulda. – Eg haldi, at tað skal tað bera til at reka tað út, ístaðin fyri at fólk standa sum áskoðarar ímeðan nøkur av teirra meðmenniskjum fara í hundarnar, sigur Martin Kúrberg. aki@sosialurin.fo Tað, sum er mest átrokandi, er at vit fáa stovn, sum burtur av kann viðgera ungar mis­brúk­ arar. Tað heldur Martin Kúrberg ráðgevari hjá Bláa Krossi – Tað hevur ein heilt ser­ ligan týdning, at vit fáa eitt ser­stakt viðgerðartilboð til ung ímill­um 16 og 25 ár, leggur hann afturat. Hann sigur, at sum er, hava vit onki at bjóða teimum ungu í hesum aldursbólki, sum koma illa fyri av rúsdrekka og rús­ evnum. – Er misbrúkið nóg stórt, verður ungdómurin bara út­ flutt­ur til Danmarkar til við­ gerðar. Hann heldur, at hetta er ein óvirðilig loysn fyri okkara samfelag. Men tað er heldur ongin loysn fyri tey ungu, tí tá skulu tey ungu venja seg við eitt nýtt mál og eina øðrvísi mentan – afturat teimum rús­ evnatrupulleikum, tey hava at dragast við. Sum støðan er nú, hava vit onki at bjóða teimum, uttan at viðgera tey saman við teimum eldru misbrúkarunum. – Tað er ikki besta loysnin at viðgera tey ungu saman við eldri misbrúkarum. Rúsevnaráðgevarin sigur, at eitt er, at ungir misbrúkarar hava ikki eina langa søgu sum misbrúkarar og tað skal við­ gerðin lagast til. – Men veruleikin er eisini tann, at tey eru vaksin upp í heilt hvør sínari tíð og tey tosa heilt hvør sítt mál. Hann vísir eisini á, at tað er heilt øðrvísi at viðgera ung­ fólk tí ein týðandi partur av viðgerðini er rætt og slætt, at tey hava ábyrgdarfull vaksið fólk rundan um seg, sum eru góð við tey og sum tíma at vera saman við teimum – sum tey eru. – Sostatt kunnu túrar í hag­ anum og í bátinum eisini vera týðandi partur í viðgerðini. – Martin Kúrberg sigur, tí eiga vit at útvega okkum ein við­gerðarstovnur til ung við plássi fyri fimm ella sjey fólk­ um og tveimum ella trim­um plássum til ung í bráð­neyðugari viðgerð. – Tað kundi verið ein byrjan, sum kundu givið okkum eina ábending um tørvin. Hann vísur á, at talan skal vera um ein stovn, sum liggur væl fyri, so at tað ber til at taka upp samstarv við skúlar, sosialar myndugleikar og fyri­ tøkur. Hann heldur, at serliga tá ið hann hugsar um, at tey turru tølini vísa, at misnýtsla er ein alsamt veksandi trupulleiki hjá ungum. – Við tí sambandi eg havi við ungfólk í dag, dugi eg at síggja, at tað eru heilt nógv, sum ikki hava tað gott og tí er vandi fyri, at hetta er ein trupulleiki, sum fer at veksa rættiliga nógv næstu tíðina. Hann staðfestir eisini, at rúsevna er ikki ein trupulleiki, sum rakar misnýtaran einsa­ mallan. Tað er ein trupulleiki, sum rakar alla familja. Tí heldur Martin Kúrberg, at familjuráðgevingin eigur eisini at styrkjast. Pláss fyri 5-7 ungum Sjálvt um pappírini søgdu, at eg var vaksin maður, var eg ikki annað enn ein brotin smádrongur innaní, sum sløkti sigarettir niður í armin í skúlagarðinum Mynd: Álvur Haraldsen