Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vágur: Í kvøld verður kafékvøld á Eiðisgarði, sum er økisdepil fyri sinnisveik í Vági. Tiltakið byrjar kl. 19, við sangi, spølum og øðrum. Skopun: Gjáramorgunin var aftur gal­ið við Teistanum. Orsøkin var framportrið ið ikki fekst upp. Skopunarleiðin er í heilum rakt av slíkum avlýsingum. Klaksvík: Nú nærkast til hugskotini til miðbýarøkið skulu koma. Í løtuni verður kappingartilfarið gjørt, og síðani verður lýst nærri. Havn: Nú Dugni hevur fingið nýggju høli á Hjalla, verður møguleiki hjá listafólkum at hava framsýningar her. Fyrstur er Kári Svensson. At turrleggja ein alkoholikara er sum at fáa ein nýggjan samfelagsborgara, sum kann geva sítt íkast til samfelagið. (Árni Rein, leiðari á Heilbrigdi) 100 fólk á skeið í kirkjuni Hóast góð tíð er til skeiðið fyri kirkju­ráðs­ lim­um og kirkju­tæn­ar­ um, er tað langt síðani fult teknað. Ætlanin er tó at endurtaka tiltakið, so­leið­is at enn fleiri sleppa við. 21. januar komandi ár er settur av sum skeiðs­ dag­ur hjá føroysku fólka­k­irkju­ni. Á hesum skeið­num verða fleiri evni umrødd, sum t.d. dóp­ur­in, altar­borð­ið, kon­fir­m­a­tión­in, skrif­ ta­mál­ið og Sál­ma­bók­ in. Har­aft­ur­at er ein fyri­lest­ur um sam­ skifti. - Júst hesin táttur er umráðandi, tí so sum vit samskifta, so­ leið­is er trivnaðurin í kirkjuliðinum, sigur J ó g ­v a n Fríðriksson, bisp­ur, sum fegnast um at 100 fólk eru teknað til skeiðið. - Vit fara at endur­ taka skeiðið og skipa fyri fleiri líknandi døgum í 2012, og sum árini koma, verður sagt. snorri@sosialurin.fo kring landið Snorri Brend Í hesum døgum er Menta­nar­ vika á skránni í Runavík, og her hevur Gula Smiðja fing­ ið sína endurreisn, kann ein siga. Teir ungu tónleikararnir í kommununi hava higartil ikki átt nakran pall, sum teir hava kunnað brúkt til fram­ førsl­u­r. Á gomlu og gulu smiðj­u­ni er hesa vikuna skip­ að­ur ein tónleikapallur fyri ung­ar tónleikarar úr øllum landi­num. Byrjað varð mánakvøldið, tá Jóna Olsen Band sang nakr­ar sangir. Síðani kom Lukas á pallin við einum Micha­el Jackson Dansishowi, sum var væl umtókt av áhoyr­ar­unum. Seinasta konsertin verður á skránni fríggjakvøldið kl. 20. snorri@sosialurin.fo Gul smiðja við øðrum innihaldi Saltangará Einaferð hýsti tann guli bygningurin tí sum tá kallaðist fyri Runavíkar Mekaniski Verkstaður. Men nú er tíðin broytt og umstøðurnar øðrvísi Hósvík: Leygardagin 26. november skipar Ætt­leið­ ing­ar­felagið fyri einum held­ur øðrvísi tiltaki. Hetta tiltakið snýr seg um at gera eina lívssøgubók til tað ættleidda barnið, við ser­lig­um atliti til tíðina áðr­ enn tað varð ættleitt til Før­ oyar. Á fundinum verður fyrst greitt frá týdninginum av eini slíkari lívssøgubók, eins og víst verður á dømi um tað gagnliga av eini slík­ ari. Høvið verður haraftrat, at taka fyrstu stigini til eina slíka bók. Fólk kunnu tí taka myndir við og annað sum hevur týdning fyri tað ætt­leidda barnið. Tað er tó neyðugt at melda seg skjótt til skeiðið, sum verður hildið í Hósvík. Tí tað er bert pláss fyri 10 luttak­ar­um til skeiðið. snorri@sosialurin.fo Gera lívssøguna hjá tí ættleidda ÆTTARBREGÐI Ein av ídnu tónleikarunum sum var á pallinum mánakvøldið var Lukas við einum Michael Jackson Dansoshowi. Uttan eftirnavnið eru helst fá ið kennast við hann - men fulla navn hansara er Lukas Nygaard, bróðir ta navnframu Anna FAROE