Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Hildur Samuelsen er heima við fýra ára gomlu tví­bur­un­ um Djóna og Jónasi, tí Djóni hevur brotið beinið. Í fimm vikur aftrat fara tey at verða heima. Annar drongurin hyggur eftir teknifilmi, og hin situr við playstation, meðan for­ eldr­ini sita í køkinum og práta. Tankarnir hava verið nógvir hjá foreldrunum síðan týsdagin í seinastu viku, tá ið ein bilur rendi á ein flokk av barnagarðsbørnum við Vegin Langa í Hoyvík. Bæði politistar, starvsfólk í býlingshúsinum Millum Gilja og foreldur eru samd um, at tað var eitt satt undur, at øll børnini komu frá ólukkuni við lívinum. Hildur Samuelsen arbeiðir í sama býlingshúsi, har synir teirra eru um dagin. Hendan týsdagin vóru 17 børn farin við starvs­fólk­um at vitja Føroya Forn­minnis­ savn og fóru so heim aftur við bussinum. Teir vóru ikki meira enn komin úr bussinum, tá ið ólukkan hendi. Visti ikki, hvat var hent Hildur Samuelsen var ikki við á túrinum, men onkur av starvsfólkunum hevði ringt til leiðara hennara í býlings­ húsinum, og leiðarin bað hana koma við, tí ein ólukka var hend. – Vit vistu ikki, hvussu stór ólukkan var, og eg hugsaði tað allar ringasta. Tankar fóru gjøgnum høvdið á mær, at synirnir vóru deyðir, sigur Hildur Samuelsen. Hon fór beinanvegin at leita eftir dreingjum sínum. – Djóni lá á gongubreytini, og ein maður sat og klemmaði hann. Tá hugsaði eg bara, at hann livir, men hvar so hin? Tá kom onkur til hennara og segði, at hin sonurin hevði tað gott. Pápabeiggin kom Hildur Samuelsen fór aftur til Djóna, sjúkrabilurin kom, og tað vildi so til, at annar portørurin var pápabeiggi Djóna. – Mitt í øllum upplivdi Djóni nakað trygt, og tað kendist eisini trygt hjá mær, at tað júst var hann, sum kom eftir Djóna. Eyðun Samuelsen var til arbeiðis, tá ið hann fekk boðini um ólukkuna. – Eg havi lyndi til at baga­ tellisera alt og sigi altíð, at tað man fara at ganga. Men eg hoyrdi á málinum á Hildur, at okkurt álvarsligt var áfatt. Kortini hugsaði eg fyrst um at koyra heim og síðan at fara niðan til býlingshúsið, men so sá eg fleiri blunk og einar fimm politibilar. Tá tveitti eg bilin frá mær og rann avstað. Beint sum Eyðun Samuel­ sen kom á staðið, møtti hann einum politisti, sum tók í hann og segði, at sonurin hevði tað gott. – Og tá eg so sa Allan bróð­ ur, var eg róligur, og eg sá eisini, at hini høvdu tað gott eftir umstøðunum. Hann náddi at heilsa upp á skadda sonin, áðrenn sjúkrabilurin fór við honum og mammuni avstað. Hildur og Eyðun Samuel­ sen eru samd um, at til­búgv­ ingin virkaði ótrúliga væl. Alt varð gjørt rætt. Børnini leiddust og gingu uppi á gongu­breytini. Beint sum ólukkan varð hend, syrgdi onkur fyri, at øll hini børnini vóru fingin inn í eini onnur hús, og tá ið sjúkrabilarnir vóru farnir avstað, fóru tey aftur í barna­ garðin. Tá ið eg fekk tað at vita, fekk eg mammu at fara niðan í barnagarðin til Jónas, og eg fór út á Landsjúkrahúsið. Góð móttøka Eyðun og Hildur Sam­uel­sen siga, at móttøkan á Lands­ sjúkrahúsinum var ótrú­ l­iga góð. Seks børn fóru á Landssjúkrahúsið, og tvey teirra vórðu beinanvegin út­ skrivað. Foreldrini upplivdu tað, sum um fleiri læknar og Ein fegin og skelkað familja Fýra ára gamli Djóni er komin heim aftur av Landssjúkrahúsinum, har hann varð lagdur inn við brotnum beini og øðrum snuddum í bilvanlukkuni í Hoyvík fyri góðari viku síðan. Tað verður longri og longri imillum, at hann droymir ringar dreymar. Foreldrini eru ovurfegin um, at øll børnini komu livandi frá ólukkuni, men skelkurin er ikki heilt farin enn Beint sum Eyðun Samuel­sen kom á staðið, møtti hann einum poli­ tisti, sum tók í hann og segði, at sonurin hevði tað gott Hin tví­ burin, Jónas, hevur for­ talt, at hann muss­ aði beiggj­ an Djóna, áðrenn hes­in fór í sjúkrabilin