Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sjúkrarøktarfrøðingar vóru um hvørt barnið. – Tá ið tey skuldu rætta tað brotna beinið út, sluppu vit ikki at vera inni, og tá fór eg sum starvsfólk at hugsa um hini skaddu børnini, um øll mundu vera á lívið. Tað var vemmiligt, sigur Hildur. Tá ið allir fýra dreingirnir vóru komnir á intensivu deild at liggja, kendi hon tað sum ein lætta, tí tað gav henni viss­una um, at allir livdu. Meðan dreingir lógu á deild­ini, hoyrdu starvsfólk teir práta sínamillum um tað, sum hent var, og hvussu støðan var hjá teimum. Ein helt við Djóna, at hann mundi vera mest skaddur, tí hann hevði gips. Starvsfólkini góvu dreingj­unum frið at práta, tí prát­ið gjørdi dreingjunum væl. Hildur sigur, at tað kvøld­ið, tey komu heim av sjúkra­hús­ inum við soninum, og hon sá leikurnar hjá dreingjunum, fór hon at hugsa um, at tað var ikki seinastu ferð, drong­ urin hevði spælt við sínar leikur. Hesar dagarnar, hon hev­ ur verið einsamøll heima um dagin, tí maðurin hevur verið til arbeiðis, hevur hon eisini hugsað nógv um, hvat kundi verið hent. Maðurin av landinum Tað vildi so óheppið til, at dagin eftir at tey komu heim av sjúkrahúsinum, skuldi mað­urin eitt ørindi av land­ inum, men hann valdi at fara kortini, tí hann visti, at Hild­ur hevði fleiri góð fólk rundan um seg. Eg kom so aftur sunnu­ kvøld, og mánamorgun beint til arbeiðis. Eg havi havt alt ov lítla tíð til at vera um drongin, men tað bar ikki til. Tað besta hevði verið at kunnað skrætt nakrar dagar úr álmanakknum. Djóni situr í koyristóoli, tí beinið skal haldast uppi, men hann skal skjótt til eftirlit og at læra at ganga á høkjum. Hann var bangin, tá ið tey fóru við honum av sjúkra­ húsinum og skuldi hjálpa hon­um inn í bilin. Tá hevur hann helst hugsað um, hvussu ilt hann fekk, tá ið ólukk­an hendi. Hin tvíburðin, Jónas, hevur fortalt, at hann mussaði beiggjan Djóna, áðrenn hesin fór í sjúkrabilin. Hevur marruna Djóni er ein róligur drongur og finnur seg í at sita í koyri­ stóli. Aðra framtonnina miss­ ir han helst, men hin tykist festa seg aftur. Penturnar á høvdinum eru longu tiknar út, men hann er framvegis bláur og grønur um kroppin. Av og á er hann óróligur og grætur hann hart um náttina, tí hann hevur marruna, men tað verður longri og longri ímillum. Foreldrini halda, at tað er gott, teir eru tveir beiggjar, tí teir tosa eisini saman um tað, sum hendi. Djóni fekk skaða, og hin sá alt. Stóribeiggin Áki tekur sær altíð nógv av Djóna. Hann var í skúla hendan morg­ unin. Hann var sera ólukku­ ligur, men tað hjálpti, tá ið hann slapp at vitja Djóna á Sjúkrahúsinum. HB-fanur Djóni er púra villur í fótbólti, og tað fyrsta, hann spurdi um, tá ið hann vaknaði eftir skurðviðgerðina var, um tey á sjúkrahúsinum høvdu klipt Barcelona-sjorsirnar upp. So var, og tað var drongurin harm­ur um. Men omman var kvik, fór í býin og fann honum einar nýggjar. Sama kvøld, sum Djóni kom heim, kom HB-arin Vagnur Mohr Mortensen at vitja. Við sær hevði hann ein fótbólt, sum allir spælarar á vodafone-liðnum høvdu skrivað navn sítt á. Tá vóru glómur í dreinginum, sum heldur við HB, tí pápin er gamal HB-ari. Her hava verið so nógv fólk og vitjað, og tað eiga tey stóra tøkk fyri. Børn komu eisini inn at spæla. Eyðun Samuelsen sigur, at hann á telefonini fekk minst 100 uppringingar, sum hann ongan møguleika hevði at svara. – Vit eru framvegis skelk­ að, men samstundis eru vit sera fegin um, at bæði okk­ ara sonur og hini børnini ikki fingu størri mein, og øll komu livandi frá ólukkuni, siga foreldrini. Ferðslu­vanlukka Djóni situr í koyristóli, men skal skjótt læra at ganga á høkjum. Her sæst hann saman við mammuni Hildur, pápanum Eyðuni og tvíbura­beiggjanum Jónasi Mynd: Álvur Haraldsen