mikudagur 26. oktober 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
TØKK
Tað vóru ógvuliga tung
boð vit fýra beiggjar fingu,
tá ið vit í telefonini fingu
at vita, at nú var lívsneisti
tín kæra systur slóknaður.
Vit vóru allir staddir í Dan
mark, meðan tú lá á Ríkis
hospitalinum, soleiðis at vit
kundi vitja teg so ofta sum
møguligt, vit høvdu jú tosað
um, at vit skuldi nýta eina tíð
saman her niðri, tá ið tú nú
var vorðin røsk aftur, men
soleiðis skuldi ikki verða. Tú
bleiv send heim til Føroyar,
á Landssjúkrahúsið, og har
var tú bert nakrar dagar,
tá ið Judi ringdi til mín og
segði, at nú var mamma
deyð.
Góða, elskaða systir, vit
bæði og Regin vuksu upp í
Valinum, har Sverri eisini
er føddur, og í 1953 fluttu
vit so til Trongisvágs, har
vit komu í nýggj hús og
fingu hvør sítt kamar. Eg
havi bara góð minnir um
okkara uppvøkstur saman
við okkara foreldrum, sum
tíverri doyðu alt ov ung. Í
Trongisvági bleiv Signar
føddur, so nú vóru vit fimm
systkin, sum altíð hava
staðið saman og hildið nógv
av hvørjum øðrum, tó var tú
altíð okkara eygnasteinur
og okkara samlingspunkt,
tá ið vit vóru saman.
Eftir loknan skúlagang
fór eg í læru í smiðjuni og tað
síðsta árið, eg lærdi, kom tú
á kontórið at arbeiða. Í 1959
fór eg til Danmarkar at lesa,
og í 1960 kom tú eisini niður
á “Sorø husholdningsskole”
og tá sóust vit av og til. Tá
ið tú var liðug við skúlan,
tosaði eg við teg um at
blíva her niðri eina tíð, men
tú var blivin forelskað í
Peturi og vildi bara heim til
hansara og so bleiv. Eg bleiv
í Danmark til 1977.
Tit bæði blivu gift í 1962
og fingu trý børn saman,
men her var lagnan hørð
við tykkum. Tit misti Petur
longu í 1981, so tit fingu bert
19 ár saman. Petur og tú
høvdu tað gott, tey árini tit
fingu saman, men tað bleiv
strævið hjá tær, einsamøll
við trimum børnum, har
Jón Tórur bert var 6 ár, tá ið
hann misti pápan.
Frá 1960 og til 1977 sóust
vit bert, tá ið vit vóru heima
og hildu feriu, og sum van
ligt visti tú ikki hvørjum
beini, tú skuldi standa á,
fyri at vit skuldi hava tað
so gott so gott. Tá ið vit so
komu aftur til Føroya í 1977,
fingu vit so aftur okkara
vanliga
familjusamband,
har tú var samlingspunktið
hjá okkum øllum. Títt lív
lagaði seg soleiðis, at tú altíð
var klár til at hjálpa øðrum.
Tú tonkti sjáldan uppá teg
sjálvan, og serliga tey seinri
árini, har tú hjálpti til í TB.
Eg eri heilt vissur í, at nógv
ið hava tilknýti til TB, sakna
teg nógv.
Í 2005 fluttu vit so aftur
til Danmark, og so hildu vit
sambandið við líka, antin
pr. telefon ella Skype, og
so tá ið tit vóru her niðri
hjá okkum, ella vit vóru
heima hjá tær, góða systir.
Eg kom nokk so ofta heim
til tín, tí eg longdist eftir at
sleppa á flot, og hvør hevði
útróðrarklæðini, oljuklæðini
og hanskar í ordan, tá ið eg
kom, jú tað hevði tú góða
systir. Eg sakni teg, góða.
Hvørja ferð eg var heima hjá
tær, kundi eg síggja fullar
snórar av TB búnum, sum tú
hevði vaskað, tí teir skuldi jú
vera reinir leygardagin, tá ið
teir skuldi spæla aftur. Eg
tosaði við Regin ein dagin
og segði hann soleiðis »hvør
skal nú gera blóðmør og
hvør skal kóka seyðarhøvd«.
Ja tú er saknað góða systir.
At tú var ógvuliga av
hildin, vísti tey nógvu, sum
fylgdu tær til tín seinast
hvíldarstað, undir liðuna á
tínum elskaða Peturi, millum
blómur við Tvøroyrarfjørð.
Takk fyri alt, góða, elsk
aða systir.
Eg drýpi høvur og lýsi
frið yvir minnið um systur
mína Oddbjørg Holm.
Heri
TØKK
Til minnis um Oddbjørg Holm
f. 6. apríl 1942 - d. 18. september 2011
Býarmynd farin
Oman í Vágsbotn
Undirhúsið hvønn dag
Tað var tá...
snústúr við abbasoni
Alt tykist so langt síðani...
Sterkar arbeiðshendur
laðaðu varðar
Stríddist hvønn dag – onki hóvasták
Hugsaði ikki um, hvat onnur kundu gera fyri teg,
men, hvat tú kundi gera fyri hini.
Saknurin eftir ommuni var nívandi -
tú royndi, men tað var svárt
Tøkk fái tit á Ellisheiminum
fyri umsorgan
Tú blómaði aftur -
Eitt bil -
Heilsan fór at bila
Nú fekst tú frið
Vit unna tær hvíld
Tú gjørdist pápi fyri meg –
Takk fyri trúfesti og kærleika!
Takk!
Hvíl í friði okkara elskaði abbi
e.
Dávur er farin 16.05.1923 – 17.10.2011