mikudagur 26. oktober 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tann 23. oktober 2011 fylti
pápi mín 75 ár. Fimm dag
ar seinni, 28. oktober 2011,
hava mamma og pápi gull
brúdleyp.
Pápi mín hevur arbeitt
alt lívið – sum blaðungur
koyrdi hann rutubil sínum
Rambler, hann róði út við
seksmannafari og seinni var
hann førari á gravimaskinum
í eina tíð eisini og onkran túr
var hann á sild. Men arbeiðið
fram um øll arbeiði hevur
verið á Havsbrún, har hann
fekk arbeiði í 1966 – har ar
beiðir hann enn. Tey flestu
árini var hann formaður á
aðrari vaktini, 12 tímar um
dagin, 7 dagar um vikuna
stóran part av árinum.
Hvønn
arbeiðsdag
fer
hann enn lættur á fótum til
arbeiðis. Allar fyrst á morgni
eina tíð av árinum eru tað tó
seyðirnir, sum fáa vitjan og
eitt strá til dagin.
Hendurnar eru skrúvaðar
rætt uppá hjá pápa, sum ser
liga hevur hegni á mekan
iska økinum, og tess eldri
ein motorur er, betri eru
líkindini fyri, at hann aftur
fer at spinna. Í løtuni er eitt
projekt í gongd, har hann
setir nýggjan motor í bátin
hjá sær. Nógvir motorar
fingið diagnosu, har hann
einans hevur nýtt oyruni
at staðfesta eitt brek, hóast
aðrir hava verið um motorin
uttan at finna feilin.
Tekniska menningin á
Havsbrún hevur verið stór
síðani byrjan, men tað hevur
ikki forðað pápa at fylgt við.
Har tað áður vóru stórir
ventilar og nógv gongd um
alt virkið, har kann ein maður
nú betri enn nakrantíð stýra
framleiðsluni við einari mús.
Pápi hevur eisini sæð hesa
menning sum eina fram
gongd.
Meg minnist góðar løtur
við gamla áttamannafarinum
Miðstovubátinum. Fyrst róðu
vit út á teymin, máttu klúgva
umborð, loysa teymin og so
stimaðu vit út eftir fjørðinum
– bensinmotorur, 1 cylindari
FM. Tað eyðkenda tøffið frá
motorinum, bensinlukturin
og
hetta
forkunnuga
at
flóta. Tað var so fantastiskt.
So lógu vit við eitt sandeygað
úti undir landinum uttanfyri
Breiðá. Reyðfiskarnir sóust
taka í agnið og so at draga.
Slík summarkvøld eru stór
fyri ein pilt um 5-6 ára
aldur. Í hoyna lærdi eg at
brúka líggja. Líggin kendist
tungur, men eg stóð undir
lærdómi meistarans og at
enda arbeiddi líggin mest
sum sjálvur – og so hetta
fantastiska suðið, tá ið pápi
slerdi so lystiliga og líggin
skar seg gjøgnum grasið. Siip,
siip, siip... hetta bygdaljóðið
er ikki til í dag.
Í fjør bygdu vit nýggj set
hús. Ein tann drúgvasti at
møta upp í arbeiðsklæðum
var pápi. Antin tað var at
vera uppi ella niðri, koyra
rusk, mála og taka hond í úti
og inni, so var hann fremstur.
Tað er ein gleði at eiga slíkan
pápa.
Mamma hevur eisini ar
beitt alt lívið. Sum ung ar
beiddi hon í handlinum hjá
Pidda. Hugnaligt at síggja
myndir frá hesari tíðini í
einum blómandi handilslívi
í bygdini í 1950’unum.
Sum ung var mamma á
háskúla í Danmark. At upp
liva útlandið og alt tað góða,
sum hesin skúlin beyð teim
um ungu kvinnunum, hevur
alla tíðina verið ein gleði hjá
henni at minnast aftur á.
Mamma hevur arbeitt í
handlinum hjá Haraldsen
longri enn eg minnist. Áðrenn
eg fór í skúla var eg ofta við
henni um morgnarnar, har
eg slapp at innviga skipskeks
og pakka hesar í posar. Hetta
var áðrenn heilsufrøðilig
krøv vóru uppfunnin, men
væl gekk at selja, og hetta
arbeiðið gleddi meg almikið.
Enn arbeiðir mamma hjá
Haraldsen. Nú er hon vaski
fólk hvønn leygardag. Fyri
hana er arbeiði framvegis ein
dygd – ein fyrimynd er hon.
Tá ið vit komu heim úr
skúlanum lá leiðin ofta om
an til Haraldsen at hitta
mammu og so til hús. Tað
var trygt at vita, at hon var
nær við okkum, hóast hon
arbeiddi. At leiðin lá framvið
hjá Haraldsen kom eisini
av, at hon keypti okkum 20
gummibomm fyri 1 kr – tað
vóru prísir.
Hendurnar hjá mammu
eru so framúr hegnigar.
Handverkið at virka klæði
og annað handverk lærdi
hon frá barnsbeini. Og sigast
má, at handverkið gongur
væl í arv – tað er list at duga
so væl. Hon lærir enn dúgliga
frá sær, tá ið ommubørnini
leggja leiðina framvið.
So mikið dúgliga hevur
hon lært frá sær, at eg longu
sum 11 ára gamal dugdi at
binda mær eitt hvítt-reytt
turriklæði. Høvið var, at ÍF
gjørdist føroyameistari í 1.
deild í 1979. At turriklæðið
var ætlað kettuni gjørdi upp
gávuna bara enn stuttligari.
At brodera lærdi hon meg
eisini – havi broderað kross
stingir til fleiri pútur og
okkurt teppi eisini. Hesi
vetrarkvøldini
við
stovu
borðið, har vit brøður sluppu
at royna okkum við onkrum
til hendurnar eru rík minni.
Eisini sótu vit við einari
serligari nál og arbeiddu
okkum gjøgnum dungar av
tógvstubbum og festu hesar
í undirnetið. At enda gjørdist
hetta til eitt teppi, og okkurt
av hesum er enn í nýtslu.
At vaksa upp hjá foreldr
um, sum saman við sínum
foreldrum hava upplivað
ta heilt gomlu tíðina uttan
hentleikar sum streym, út
varp, oljufýring, samskifti
við tey kæru á sjónum o.a.
mangt, sum í dag er ein
sjálvfylgja, hevur altíð verið
sera áhugavert. Gamla tíðin
er grundarlagið undir okkara
vælferð í dag.
Vit brøðurnir eru lærdir
tolsemi og at rætta eina hond,
har tað ber til, og so tað týdn
ingarmesta av øllum, at undir
Guðs orði er gott at vera.
Ongin løta er so góð sum at
sovna, haldandi í faðir ella
móðirhond og kvøldbønin er
biðin. Slíkar løtur eru móti
øllum – og eisini hesa læru
hava vit tikið við til okkara
heim. Slíkar kvøldløtur eru
gylt grundarlag undir einum
góðum svøvni – og einum
góðum lívi.
Til okkara hús hevur
seyður altíð hoyrt til. Og tað
bleiv lært heima, at hevur tú
djór, so skulu tey virðast og
røktast væl. Vit høvdu eisini
kettur - fyrst eina, síðani
tvær og í nøkur ár tríggjar
kettur í okkara barnaheimi.
Heimalombini sluppu at
vera inni, um tey onkuntíð
vóru deyðkomin av kulda.
Serliga einaferð minnist
meg, at eitt lamb var mest
sum uppgivið, tí tað lá
lívleyst hóast væl ballað.
Vit skuldu øll av bygdini
frá morgunstundini og lótu
bara lambið liggja inni og
tætt við radiatorin. Stór
var frøin, tá ið lambið um
kvøldið glaðbeint kom út í
gongina og beyð okkum øll
um vælkomin heim. Hetta
morreyða
lambið
bleiv
ongin píningur.
Ein
serligur
biltúrur
varð gjørdur til Norðadals
í 1975. Familjan har hevði
boðið okkum eitt heima
lamb. Ferðast bleiv umvegis
Tórshavn,
har
útróðrar
verkfallið var. Ein stórur
heimur fyri ein 6 ára gam
al pilt at síggja allar út
róðararbátarnar, eiga eitt
heimalamb í bilinum og
annars gleðast um at vera
til.
Jólanátt hava øll okkara
djór – seyður og kettur – altíð
sovið við tendraðum ljósi.
Hetta er ein ómetaliga vakur
siður, haldi eg, tí jólanátt er
ikki ein vanlig nátt.
Mamma og pápi eiga 13
barnabørn. Okkara yngsta
dóttir bleiv ein dagin spurd,
um hon gongur í barnagarði.
Nei, svaraði hon smílandi, eg
gangi hjá ommu! Og satt er
tað. Omman er fastur fúsur,
tá ið barnaansing umræður.
Vit ynskja tykkum hjarta
liga til lukku við gullbrúð
leypsdegnum og pápi fær
eina serstaka heilsu á 75 ára
degnum!
Hesir
merkisdagarnir
verða hildnir 28. oktober
frá kl. 19.00, tá ið vit hava
opið hús heima hjá okkum á
Innandalsvegi 37 í Fuglafirði.
Vit gleða okkum at síggja
familju, vinir og kenningar
hetta kvøldið.
Bestu heilsur
Kristian Martin við familju
Gullbrúdleyp 28. oktober Marius og Ragna Petersen
og 75 ára føðingardagur 23. oktober hjá Marius