mikudagur 26. oktober 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
Ògvusliga
minkingin
í
toskaveiðuni undir Føroyum
fyrst í nítiárunum, niður
um 10 tús. tons árliga, frá at
hava ligið um 20-40 tús. tons
í nærum eina øld, gjørdist ein
skelkur fyri øll, og fekk sera
umfatandi
samfelagsligar
avleiðingar.
Fiskifrøðiliga ráðgevingin
tá bygdi á tær áskoðanir og
vitan sum var tá. Munurin
millum
ráðgevingina
og
veruleikan viðførdi, at fólk,
vinna og politikarar mistu
trúvirðið á tað fiskifrøðiligu
ráðgevingina.
Eitt
úrslit
av
hesum
gjørdist,
at
fiskifrøðiliga
ráðgevingin hevur verið nógv
niðurraðfest seinastu árini.
Hetta ber ikki til í longdini.
Nú er aftur álvarssom kreppa
hjá heimaflotanum. Vit loysa
ikki hesa kreppu við at latað
vinnuna
og
fiskifrøðina
føra skotgravakríggj móti
hvørjum øðrum.
Fiskifrøðin hevur tikið
í egnan barm, og hevur
kannað
og
lært
nógv
áhugavert nýtt frá kreppuni
fyrst
í
nítiárunum.
Ein
doktararitgerð frá 2009 hjá
Petur Steingrund, um hvat
hendi við toskastovninum
fyrst í nítiárunum kom
fram til fleiri slóðbrótandi
niðurstøður.
Vinnan
og
politikarar
mugu eisini takað í egnan
barm, tí tað er eyðsæð, at
tá tað nú aftur er galið við
fiskastovnunum
undir
Føroyum, so er okkurt sum
ikki hevur verið gjørt rætt í
fiskivinnustýringini seinastu
árini.
Løgtingslimir mugu takað
ábyrgd og leggja lunnar undir
ein vísindaligan undirbygdan
fiskivinnupolitikk, við áliti
millum polittisku skipanina
og fiskifrøðina.
Eg eri ein teirra, sum er til
reiðar at takað ábyrgd her.
Fiskifrøði í fiskivinnupolitikkin
Aibritt á Plógv
valevni Fólkafloksins
LØGtingsvalið 2011
Flestu okkara rinda skatt við
gleði. Tíbetur.
Men vit vilja ikki verða
hildin fyri gjøldur við at
rinda meira enn neyðugt, tí
onnur sleppa sær undan í
feikum fríspæli.
Spekulatión
hevur
við sær mistar inntøkur í
mangamilliónaklassanum til
landskassan. Milliónir, sum
eg og tú mugu leggja lívs- og
arbeiðstímar í við heimsins
hægsta lønarskattatrýsti.
Leikvallir
fyri
hesar
skattabarónar eru eitt nú
kapitalvinningsskattaskipa
nin, persónlig partafeløg og
MVG-skipanin.
So seint sum fyrradagin
frættu vit, at eftirlitið hjá
Taks hevði funnið 154 rundar
milliónir higartil í ár við
einum miðvísum innsatsi.
154 milliónir krónur, s um
ikki vórðu rætt uppgivnar,
men
krógvaðar
í
skeivt
uppgjørdum skattskyldugum
inntøkunum
og
MVG-
uppgerðum frá vinnuligum
virksemi,
uppgerðum
av
kapitalvinningsskatti,
rentustuðuli og tolli.
Um tað er rætt, at snýtt
verður í skatti fyri 150 mió.
árliga, so kann skatturin
lækkast við meira enn 8.000
kr. árliga fyri hvørt húsarhald
í Føroyum. Tað kann so koma
omaná skattalættan, sum
Javnaðarflokkurin
longu
hevur lagt fram.
Hetta vísir bara, hvussu
umráðandi eitt væl virkandi
eftirlit er, og at eitt eftirlit av
hesum slag væl og virðiliga
loysir seg fíggjarliga.
Ein týðandi partur av ska
ttaumleggingaruppskotinum
hjá Javnaðarflokkinum snýr
seg um at herða eftirlitið hjá
Taks. Vit ynskja at avseta 5
mió. kr. til ein eftirlitseind
til Taks, umframt eina "Taks-
force"
av
serfrøðingum,
sum
skulu
finna
hol
í
skattalógini.
Og soleiðis fáa vit eisini
ein rættari skatt!
Tí, hóast tað altíð hevur
verið dýrt at vera fátækur,
skal tað ikki vera bíligt at
spekulera í skatti!
www.rigmor.fo
Skattabarón ella skattaklovn
Tað er ein sergrein innan illamans-kynstur at feitta runt við
ringbindum fyri at sleppa undan at rinda skatt!
Rigmor Dam
valevni hjá
Javnaðarflokkinum
LØGtingsvalið 2011
Í mun til restina av Europa
hava Føroya ikki troytt sínar
vinnuligu møguleikar. Tað
er gott, tí tað gevur okkum
serligar vakstrarmøguleikar
nú.
Vit
hava
á
øðrum
staði víst á tað neyðuga í
at gera samfelagið meira
tíðarhóskandi og fjøltáttað,
at gera útbúgvingarnar og
førleikamenningina betri, at
kuta niður lønarskattin og at
umleggja fiskivinnuna. Lat
okkum hesaferð tríva í nakrar
aðrar stórar møguleikar.
Føroyar
eru
heimsins
mest maritima tjóð. Sjó
vegis
flutningur
er
hin
effektivasti
og
grønasti
yvirhøvur.
Kring
heimin
er eftirspurningurin eftir
sjóvinnuvitan og –loysnum
risastórur. Vit kunnu fáa enn
fleiri
útflutningsinntøkur
burtur úr føroysku kjarnu
førleikunum.
Føroyar
eru
sjálvsagdir veitarar av hesum
førleikum. Hetta kann skapa
høgar inntøkur og spennandi
arbeiðspláss.
Tað, sum vit kunnu
gera vinnuliga
Samstundis sum búskap
arligu knútapunktini førka
seg, flyta tey hjá sjóvinnuni
við.
Heimsins
størsta
fiskivinnutjóð, Kina, er nú
eisini hin mest maritima. Tey
nýggju búskaparveldini eru
tó dyntilin á fjórðu deild, tá
tað snýr seg um effektivitet,
dálking og trygd á sjónum.
Hesum arbeiða tey nú hart
og miðvíst fyri at broyta, og
her liggur møguleikin hjá
okkum.
Lat meg brúka okkurt
dømi: Í eini framkomnari
tøknifyritøku, sum eg sjálvur
annar havi sett á stovn, hava
vit notið ein stóran ágóða av
teirri servitan, sum okkara
maskinmeistarar og sjófólk
annars hava givið fyritøkuni.
So góðan, at summar av
føroysku loysnunum til m.o.
sjóvinnuna nú skara framúr.
Samstarvið
við
sjófólkið
hevur verið sera spennandi.
Takk fyri tað.
Ein annað felag, sum eg eri
uppií, hevur gjørt avtalu við
kinesiska flutningsmálaráðið
um, at vit í felag kunnu stovna
eina fyritøku, ið skal troyta
føroyska og norðuratlantiska
vitan og royndir til at menna
sjóvinnuloysnir til kinesiska
marknaðin. Kinesarar ivað
ust ongantíð, tá teir vórðu
kunnaðir um føroyskan sjó
mansskap. (Ein lítil fótnota
kundi verið hendan: Kines
arar hava 705.000 skrásett
motoriserað før, skip sum
bátar. Nógv teirra hava menn
ing og loysnir fyri neyðini).
Okkum nýtist ikki at
avmarka okkum til tað, sum
eg her havi nevnt. Hetta
vóru bert tvey dømi um
virðini í teimum framúr
góðu maritimu førleikarnar
hjá okkara sjófólki, sum
eg sjálvur kenni til. Aðrir
møguleikar eru í eitt nú
frálandavinnuni og øðrum
vinnum við.
Tað, sum vit kunnu
gera politiskt
Vinnupolitisku
skipanir
okkara stuðla tíverri ikki
serliga væl undir menning
av
nýggjum
loysnum.
Íverksetarahugburðurin er
sum heild veikur millum
politikkarar og embætisfólk,
og íverksetararskipanirnar
eru hareftir. Ólíka betri eru
tær
í
grannalondunum.
Stuðulin
til
skilafólkini,
sum finna útav og uppá, er
lítil, bæði tá tað snýr seg um
kapital, og tá tað snýr seg um
ráðgeving ella hjálp til tær
uppgávurnar, sum teir snildu
heysarnir ikki duga ella orka
so væl. Hetta er tað, vit skulu
gera nakað við.
Tí stuðul er hetta jú
ikki, tá avtornar. Hetta eru
íløgur í nýggjar inntøkur og
spennandi arbeiðspláss, sum
eru við til at halda yngru
ættarliðunum til.
Vit hava betri møguleikar enn Europa!
Tróndur Djurhuus
Framsókn
LØGtingsvalið 2011