mikudagur 26. oktober 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Nú er tíð at
koma víðari!
Tað er ein meira enn 100 ára
staðfest sannroynd, at Tjóð
veldið og Sambandið liva av
hvørjum øðrum. Men vit
koma ikki úr stað. Vegurin
fram er tí ikki at menna front
arnar í føroyskum politikki.
Fíggjarlig burðardygd
Tey flestu halda, at tað er rætt
at standa á egnum beinum,
at klára seg sjálvan – at vera
fíggjarliga sjálvberandi.
Tí skal meginreglan hand
an allar politiskar avgerðir
vera at styrkja um búskapar
støðu Føroya, og gera okkum
minni heft av vælvild og
gávumildni frá øðrum.
At fáa inntøkur og útreiðsl
ur at hanga saman, er tann
altavgerðandi
avbjóðingin
til hetta løgtingsvalið – og
tað er júst tað sum Javnaðar
flokkurin hevur sett sær fyri
- at menna búskapin og vinn
una, samstundis sum vit býta
byrðarnar javnari millum
føroyingar og lætta um hjá
vanliga løntakaranum.
Nýskipanir eru
neyðugar
Skulu vit koma víðari í stremb
anini eftir at vera sjálvberandi,
politiskt og búskaparliga, og
skal tað eydnast okkum at
gera tað liviligari í Føroyum,
so ræður um, at politiska
skipanin tekur seg saman og
fremur tær nýskipanir, sum
øll vita eru neyðugar.
Ko m mu nu ný s k i pa n ,
skúlanýskipan, pensjónsný
skipan,
bústaðarnýskipan,
fiskivinnunýskipan og ikki
minst ein nýggjan og grønan
orkupolitikk.
Uppskotini eru klár at
seta í verk eftir løgtingsvalið.
Eftir er bert at finna neyðugu
semjurnar.
Helena Dam
á Neystabø
valevn hjá
Javnaðarflokkinum
LØGtingsvalið 2011
Skák mát í eina øld
Ein
upplýstur
fólkaskúli,
sum lærir fólk at tola ymisk
leikan hjá hvørjum øðrum.
Ein lóggáva, sum loyvir sam
kyndum at ganga saman í
skrásett parlag. Ein lagalig út
lendingalóg, sum býður "væl
komin tit fremmandu". Eitt
fólkaræði, sum virðir minni
lutar og øðrvísi hugsandi.
Hetta er einasti vegurin
fram, tá ið fólkið skal taka
støðu til eina grundlóg, ið
skipar Føroyar sum eitt tol
samt fólkaræði í 2012
Trongskygni, fremmanda
ótti og heimføðilisligheit.
Hetta eru vandamál, sum
støðugt lúra í øllum smáum
og avbyrgdum samfeløgum.
At skilja hetta eru eingin
rakettvísindi. Føroyar eru
eitt lítið land. Eitt gamalt
stammusamfelag. Men tí
verri eru tað summi, sum
hava hug at gera landið
enn minni enn tað longu er
frammanundan.
Seinasta dømi um hettar er
uppskotið hjá formanninum
í Miðflokkinum í sjónvarpi
num hendan dagin um at
skipa viðgerðartilboð fyri
samkynd. Eitt uppskot, sum
fær tankarnar at renna aftur
til sharialógir og svartastu
miðøld.
Harðliga mótstøðan móti
skrásettum parlagi, sum vit
merkja so væl frá fleiri val
evnum í hesum valstríðnum,
boðar eisini frá politiskum
kreftum, sum vilja seta seg og
sín moral í hásæti og sum als
ikki tykjast hava skilt hvat
fólkaræði og mannarættindi
í veruleikanum handla um.
Ótti fyri tí fremmanda,
fyri øðrum siðum og øðrum
átrúnaði, hava eisini góðan
gróðrarbotn í útjarðarasam
feløgum sum okkara. Vit
føroyingar eru eitt aldar
gamalt stammufólk, og tá
ið tú hevur liva so leingi fyri
teg sjálvan, sum vit hava
gjørt, ja so verður tað lætt
at síggja alt tað, sum øðrvísi
og fremmant er sum eina
hóttan. Heldur enn eina vita
mininnspræning
og
eina
avbjóðing.
Velja tolsamt
fólkaræði
Tjóðveldi hevur sum mál
at skapa fólkavøkstur so at
vit í 2020 vera 55.000 fólk í
Føroyum.Umframt
grund
leggjandi broytingar í sam
felags- og vinnubygnaðinum,
so krevur tað eina hugburðs
broyting at venda gongdini.
Kanningar sum Norður
atlantsbólkurin hevur gjørt
millum útisetar vísa, at for
dómar og trongdskygni í
Føroyum eru millum stóru
forðingarnar, sum gera, at
vællærdir útisetar himprast
við at flyta heimaftur til
Føroya.
Tað er ein trupulleiki, sum
vit MUGU fyrihalda okkum
til.
Tjóðveldi mælir til at
Stjórnarskipan Føroya fer til
fólkaatkvøðu í 2012. Stjórn
arskipanin skal staðfesta, at
evsta valdið er hjá Føroya
fólki og skipar rættindini hjá
øllum borgarum í landinum í
einum tolsamum fólkaræði.
Eitt tolsamt fólkaræði.
Tað er eitt stórfingið mál.
Eitt mál, sum eftir mínum
tykki merkir m.a. hettar:
• Samkynd skulu kunna
ganga saman í skrásett par
lag. Tað er ikki hjúnarband í
vanligum týdningi, tí hettar
er eitt mál fyri kirkjuna. Men
tað merkir, at samkynd fáa
somu borgarligu rættindi
sum hinkynd hjún.
• Útlendingalógin skal
vera lagalig, so at fremm
andafólk, ið kunnu verða
virðismikil fyri Føroya ella
sum finna saman við føroy
ingum, kunnu búsetast her.
Tað er mennandi fyri fólka
vøksturin. Føroyskundirvís
ing og onnur tilboðini til
fremmandafólk skulu vera
tíðarhóskandi.
• Fólkaræði, mannarætt
indi og religión skulu á
tímatalvuna í fólkaskúla
num. Tað styrkir fólkaskúlan,
sum ein felags pall, sum
skapar rúmligar samfelags
felagsborgarar, sum ikki taka
rættindi frá hvørjum øðrum,
men virða ymiskleikan.
Tað er eftir mínum tykki ein
misskiljing, at fólkaræði fyrst
og fremst snýr seg um at
tryggja, at meirlutin ræður.
Tvørturímóti.
Fólkaræði
merkir,
at
minnilutarnir - tey útstoyttu
og tey veiku sleppa til orð
ananna og vera vird.
Hesum vil eg arbeiða fyri.
Ingi Sørensen
Valevni hjá Tjóðveldi
www.tjodveldi.fo/ingi
LØGtingsvalið 2011
Lat okkum varpa ljós yvir landið!
Tað er vælkent, at fólk við
lítlum ella ongum royndum
frá privata vinnulívinum
ikki skilja, hvussu virðini í
Føroyum verða skapt. Tey
vita ikki, at veruligu virðini
í Føroyum verða skapt í
framleiðsluhallunum kring
landið, umborð á skipum
okkara og á fiskavirkjunum.
Tey virða ikki tann ovurhond
stóra týdning, sum smiðir,
timburmenn,
bakarar
og
onnur vinnurekandi hava á
vøkstur og vælferð í Føroyum.
Teimum kemur ikki til hugs,
at uttan hesi hart arbeiðandi
og dugnaligu vinnulívsfólk
kring landið, so er einki
Føroyar, so er eingin vøkstur,
so er eingin vælferð! Tíverri
er hesin vinnuskaðiligi hugs
unarhátturin vorðin grundar
steinurin í vinnu- og skatta
politikkinum
hjá
ávísum
vinstrahallum flokki. Hesin
flokkur helmar ikki í, fyrr enn
vinnulívið er roytt skallut,
og liggur steindeytt undir tí
ovurhondsbyrðu tað er, at
fíggja almenna raksturin,
sum bara skal vaksa og
vaksa. Fyrst 2% í dag, so 5%
afturat í morgin, og tá ein
almennur stovnur so mangar
pengar, og tað gera teir ofta,
so líka nøkur brúkaragjøld
omaná. Hetta er byrjanin til
skattaskrúvuna uttan enda
og er køvandi fyri okkara
vinnuspírar kring landi!
Eg sigi kortanei til slíkan
skaðiligan vinnu politikk!
Nú skal avgjalds trýstið á
vinnuna steðgast, ikki eitt
einasta prosent í skatti ella
avgjøldum afturat! Almenni
geirin skal rationaliserast, og
vøkstur og vælferð skapast
umvegis eitt sterkt og blóm
andi vinnulív. Og vit skulu
arbeiða við skipanum sum
røkka fleiri ár fram í tíðina,
soleiðis at vinnan kennir
fortreytirnar komandi árini.
Vil Javnaðarflokkurin vøkstur í
Føroyum umvegis hægri vinnuskatt og
ovurhondstóran almennan geira???
Rodmundur
Nielsen
Fólkaflokkurin
LØGtingsvalið 2011
Valgreinar