Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er ikki lætt at fáa endar­ nar at røkka saman sum barna­familja í Føroyum. Húsalán, høgur skattur og dýrur matur gera, at banka­ bókin ofta stendur á minus, tá ið lønin kemur í endanum av mánaðinum. Eisini økjast krøvini hjá børnunum alsamt meira í tí tey gerast eldri, og vinfólk fáa munandi størri týdning. Sum foreldur vil man sjálvandi geva barni sínum tað sama sum vinfólkini hava. Men hjá nógvum er tað tíverri ikki møguligt. Serliga eru tað stakir uppi­haldarar, sum hava tað trupult. Minnist væl eina grein í bløðunum fyri nøkrum ár­ um síðan, har ein mamma greiddi frá, at fann hon eina tjúgu krónu á gøtuni, ja so va dagurin bjargaður. Soleiðis skal tað ikki vera í einum vælferðarsamfelagi. Børnini eru ábyrgdin hjá okkum øllum, og teirra væl­ vera má altíð vera eitt felags mál. Í Føroyum hava vit eitt tað størsta skattatrýsti í øllum heiminum. Barnafamiljurnar fáa eitt sindur av stuðli gjøgnum barnafrádráttin, men tíðin er nú búgvin til at økja um hendan stuðul. Børnini og barnafamilj­ urnar eru Føroya framtíð. At tey trívast og støðast í Føroyum er avgerandi fyri alt samfelagið. Tí vil eg vera við til at betra um livikor teirra. Eivin Jacobsen Á lista B LØGtingsvalið 2011 Ein 20 króna skal ikki bjarga degnum Løgið at hoyra umboð fyri henda Mjølflokkin á velj­­ara­ fundum ákæra minni­­luta­­sam­ gong­una við Javnað­ar­­flokki­ num og Sambands­flokki­num - pluss makrel­­samgongu­stuðl­ arnar, Tjóð­veldi og Fram­sókn - fyri at blaka hundrað­tals miljónir burtur til útlendskan kapital í samband við makrel­ veiðuna í summar. Veruleikin er, at vit tóku ábyrgd av at fáa tey ovur­ honds stóru virðini til høldar við størst møguligu úrtøku fyri føroyska sam­felagið – aftaná at Fólka­­flokkurin hevði stungið halan mill­ um bein­ini og rýmdi úr samgonguni. Í áratíggjur hevur Fólka­ flokkurin stýrt fiskivinnu­poli­ tikkinum, íroknað tey fýra tómgongdsárini við Bjørn Kalsø. Stýrt honum sum gávu­búð til lægstbjóðandi vinir og kenningar. Í fjør ráddi Fólkafloksins landsstýrismaður persónliga fyri, hvussu tey dýrabæru tonsini uppá 67.000 tons av makreli vóru býtt. Tá samanum kom vóru 22.000 tons – 33% - av hesum stóru virðum farin í tað bera mjøl - í guano – fyri skittfiskaprís. Í ár var annað lag. Aðrir flokkar tóku ábyrgdina uppá seg. Tað byrjaði í Uttan­lands­ nevndini - undir Javnaðar­ floksins leiðslu – har einans Fólkaflokkurin stóð uttan fyri felags niðurstøðuna: at hesi ovurhonds stóru virði skuldu gagnnýtast á mest skynsamiligan hátt, at mest møguligt skuldi koma til matna, og at mest møguligt skuldi koma føroyska sam­ felagnum til góðar. Av teimum 124.000 tonsu­ num komu yvir 120.000 til matna og einans 4.000 til mjøl – tvs. 3,2 % - at samanbera við Fólkafloksins 33%. Í makrelveiðuni í ár vóru 30 skip við føroyskum manningum. Samlaðu hýrur­ nar hjá hesum vóru um 250 mió. kr. Í skatti munnu teir hava lagt út við helvtina eftir seg. Harumframt koma gjøldini til landskassan, til felags landshúsarhaldið, uppá einar 88 mió. kr. Saml­ aða útflutningsvirði av makrelinum í ár verður mett til einar 800-900 mió. kr. ! Og so vágar hesin Mjøl­ flokk­urin sær at tosa um at blaka dýrabær virði fyri borð! Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin LØGtingsvalið 2011 Mjølflokkurin yvir allar – og hansara ússaligi leikur um virðini í makrel­veiðini Tað sum hendir í dag er, at vit eru í ferð við at selja rættin til okkara fiski­ríki­dømið til okkara harðastu konku­ rentar. Tað er eitt gamalt orðatak sum sigur; gev hinum argasta lítla­fingur, hann tekur skjótt alla hondina. Vandin við hesu sølu er, at tað sum selt verður er rætt­ urin til at fiska, tað vil siga at skinni á bjørnini verður selt áðrenn bjørnin er skotin. Vit kunnu taka Ísland sum dømi, har eru hesu rætt­­indi seld nøkrum fáum til ognar, uttan at hesin peningur hevur skapt nøkur viðrir fyri Íslandi. Tað er tað sama sum hend­ ir í Føroyum í dag. Hetta gerð at fiskimenn eru gjørd­ir til húskallar í egnum landi, og eru noyddir at fara av landinum fyri at vinna mest møðuligan pening. Hvat prógvaði makreluppssølan? Uppssølan av makreli hevur prógvað, hvussu sterkt strá­ manna­virksemið er, og hvussu stór virðir eru uppá spæl. Eftir­ tíðin hevur víst, at makrel­urin var seldur fyri spott prís, kr.3 - 5 fyri kilo, í dag kost­ar sami fiskur kr. 12 fyri kilo. Tað er bara partvíst rætt, tá sagt verður, at rættindi sum eru á úlenskum hond­ um í dag, koma aftur til Føroyar. Ùtlensku feløgini eru væl skipaði, so hetta kann í seinasta enda gerðast ein peningaspurningur. Skulu vit hava nakað burtur­úr okkar stóra fiskiríki­ dømi, er tað neyð­ugt at vit hava skip sum Norðborg, sum eru før fyri at arbeiða rávøruna til størst møgulig viðrir. Sjálvand er eisini gjørligt at góðska fiskin uppi á landi, har hetta loysir seg. Vel tí Heina O. Heine­sen innaftur á ting sum hevur tað størstu vitan­ina um før­ oy­skan fiskivinnu­politikk. LØGtingsvalið 2011 Heini O. Heinesen løgtingsmaður Selja fiskiríki­ dømið til útlendsk feløg Eftir valið má leggjast til brots beinanvegin har allir viðkomandi aktørar geva teirra íkast til ein føroyskan elituítróttarpolitikk. Mítt boð er at hesin tekur støði í umstøðunum hjá teimum íðkandi, soleiðis at okkara talentir fáa so góðar møgu­ leikar sum gjørligt at nørast og mennast. Tættir av týdningi eru hesir: • At elituítróttsfólk hava nøktandi venjingar­um­ støður • Fíggjarligur stuðul skal veitast teimum íðkandi •Serlig útbúgv­ingartil­ boð til tey íðkandi • Skipað rekruttering av teimum ungu • Fysioterapeutar og men­ tal ráðgeving til tey íðkandi Bert eitt einasta heiðurs­ merki í altjóða kapping vil geva Føroyum sera góða umrøðu uti í heimi, sum okkara samfelag kann gera sær dælt av. Tí er ein virkin elitu­ítróttar­politikkur eisini hjálp til sjálvhjálp. Tey íðk­ andi fáa sínar dreym­ar og mál uppfylt, ímeðan før­ oyska samfelagið kann økja um inntøkumøgu­leik­arnar. Hvussu kann elituítróttin skipast? Føroyar eru eitt lítið land og eigur bygnaðurin eisini at spegla tað. Tað eru nógvir týðandi aktørar, ið eiga at koma til orðanna. ÍSF og øll sersambondini undir ÍSF eru sjálvsøgd. Komm­unu­ samskipan Føroya og Føroya Kommunufelag skulu við tí tey umsita ítrótta­r­ økini kring landið. Menta­ málaráðið eigur at standa á odda fyri arbeiðinum. LØGtingsvalið 2011 Jóhann Lützen Valevni fyri Tjóðveldi Elituítrótt á breddan Vit skulu satsa nógv meir uppá okkara fremstu ítrótt­ar­fólk og hetta skal tryggj­ast við eini løgtingslóg um elituítrótt Løgtingsvalið 2011