Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú eyguni eru vend út í heim, og fólk spyrja um heims­kreppu, og hvussu hon man fara at raka okk­ara væl­ferð, slepst ikki undan at seta spurnartekin við sam­ felagsbúskapin í Føroyum. Tað almenna hevur eitt hall á 500 mió. kr. Olju- og kostn­að­ar­prísir eru høgir. Arbeiðs­loysið og fráflyting er gerandis­kostur. Vit kunnu róliga stað­festa, at føroyska samfelagið er í kreppu. Hyggja vit at fiski-, ali- ferða- og tónleikavinnuni, so síggja vit, at føroyska vinnan hevur ov eintáttaðan vinnu­­bygnað við stórum vakstrar- og produktivitet strupulleikum. Manglandi íløgur- og útlendskur kapital­ ur ger, at virkini hava tað trupult við at kappast og halda sær omaná, í stóru altjóða kapp­ingini. Vinnan er funda­mentið undir vælferð okkara, og tí eiga politiskir mynduleikar saman við vinn­ uni at seta strategiskar lang­ tíðarætlanir út í korti: So vit framhaldandi kunnu menna og økja um okkara fram­ leiðslu, vørunøgd, sølu­virði á kappingarførum støði. Í dag eru flest allar føroy­ skar vinnur framleiðslu­rætt­ aðar, heldur enn vitanar­ rættaðar. Hetta merkir, at eindirnar av feløgum eiga at gerast størri og effektivari, um tær skulu megna hørðu kappingina í altjóða høpi. Hinvegin áttu vit at miðað eftir vitanartyngri vinnum og hervið brúkt meiri pening til gransking, soleiðis at nýggj og spennandi produkt sóu dagsins ljós - so sum Omega 3 feittsýra úr laksi Vit eiga at gerast enn betur til tað, vit duga og harvið granska, menna og skapa nýggj produkt, soleiðis at niche-vinnur síggja dag­ sins ljós, og søluvirði er mun­ andi hægri enn fiskur, ið verður seldur óviðgjørdur av landinum. Hetta hevði ført við sær, at t.d. verkfrøðingar, bioanalytikarir, og maskin­ meistarar høvdu fingið størv innan privatu vinn­ una í munandi størri tali og hevði vælferð og búskap­ aðarvøkstur verið størri í samfelagnum enn í dag. Landið eigur saman við vinnuni at innrætta marknaðarskipan og treytir soleiðis, at kapitalur fær smidligari gongd í íløgur. Á tann hátt er møguleiki fyri nýggjum feløgum at kappast móti teimum stóru feløgum og við fríari kapping lækka umkostnaðarstøðið her á landi. Uttan eldsálir við frálíkum hugskotum, kunnu hvørki bankar ella tað almenna hjálpa. Tí eigur íverksetan, granskin, venture-kapitalur (grunnar) og góð ráðgeving at handilsgera hugskotini. Landsins politikarar mugu gera semju við vinn­una, at samstarva seg til eina langtíðar av­talu, soleiðis at vinnan aftur gerst burðar­ dygg. Búskapur­vøkst­ur skap­ ar økta vælferð, sum kemur øllum føroyingum til góðar. Tað eigur at verða lættari og rættari at verða vinnurekandi í Føroyum. Vinnan er fundamentið undir vælferð okkara Trygvi Strøm valevn hjá Javnaðarflokkinum LØGtingsvalið 2011 Rehabilitering at styðja førleika - fysiskt og sálarliga – “tað heila menniskja” - borg­ arin skal í fokus. Rehabilitering fevnir um endurvenjing, viðlíkahald og fyribyrging, umframt øll onnur lívsins viðurskifti, fíggjarviðurskifti, útbúgving, arbeiðstilboð, bústaðartilboð og sosialu støðuna sum heild. Almenn endurvenjing skal setast á stovn, til fólk sum eru rakt av sjúku ella skaða. Rúmligi arbeiðs­markn­ aðurin: Tryggja fólki við breki og sálarsjúku, eftir føri­­muni at hava eitt virkið og sjálv­ støðugt lív, sum bygg­ir á fø­r­ leik­ar heldur enn forðingar. Tryggja skúla- og menn­ ing­artilboð til børn og ung við serligum tørvi. Fleiri vardar bústaðir, sam­ stundis niðurleggja ótíðar­ hóskandi sambýlir. Forsorgarlógin broytast, so henda uppá sikt verður ein tænastulóg. Vit skulu burtur frá forsorgarhugtakinum. Eldralóg, sum í størst møgu­ligan mun stuðlar upp­undir lívsgóðskuna og sjálvs­avgerðar­rættin hjá tí einstaka, longst við egið lív. Visitering til heimahjálp skal víðkast til eisini at fevna um heimavenjing, ergo og fysioterapi, hetta fyri at fólk kunnu vera longri virkin í egnum heimi. Greiðar upp­ tøku­treytir til vard dag­til­ hald, sambýli og røktarheim. Verkætlan til fyribyrging av fysiskum og sálarligum harðskapi. Herða fráboðanar­ skylduna innan barnavernd. Barna og ungdóms­psykia­ tri skal raðfestast soleið­is, at skjótt verður borið at. Víðka um virksemi hjá løgtingsins umboðsmanni soleiðis, at hann kann hava eftirlit við rættarstøðuni hjá børnum innan barnavernd og borgarum, sum búgva á røktarheimi og sambýli. Samband við hvønn annan Samband við veruleikan Ein innarlig áheitan til tín um at fara á val. Rósa Samuelsen Valevni hjá Sambandsflokkinum LØGtingsvalið 2011 Við tínari hjálp vil eg stríðast fyri: Vit kunnu ikki siga tað nóg ofta. Køvandi høga skatta­ trýstið, høgu rentubyrðarnar og høgur prísur á matvørum ger, at vanligu føroysku barna­familjurnar klára so dánt gerandisdagin. Tað kann snøgt sagt ikki vera meiningin. Barnafamiljurnar eru tilfeingi, sum bera føroyska samfelagið framá, og tí kunnu vit ikki bara halda fram við at lata standa til á hesum øki. Gera vit tað, missa vit barnafamiljurnar av landinum og tá hvørvur málið um fólkavøkstur í Føroy­um sum døgg fyri sól. Stendur tað til Framsókn fáa barnafamiljurnar ein fíggjarligan bata við einum progressivum barnakekki. Hetta verður gjørt við at upp­raðfesta partin hjá landi­ num, meðan komm­unurnar framvegis sleppa at skipa seg, sum tær vilja á hesum øki. Barnakekkurin verður rindaður beinleiðis. Fyri fyrsta barnið skal kekkurin verða 700 krónur, annað barn­ið 875 krónur, triðja barn­ið gevur 1050 og fyri tað fjórða 1275 krónur. Fylgjandi børn fáa sama kekk sum tað fyrsta, 700 krónur. Sum myndin vísir niðan­ fyri, so verður meira eftir hjá barnafamiljunum um mán­­aðin. Dømi er frá einari familju úr Tórshavnar komm­ unu: Sí talvu Henda skipan er neyðug, um vit skulu geva okkum nakra vón um at hjálpa hart kroystu barnafamiljunum í landinum, og um málið um fólkavøkstur skal vera lív laga. Progressivi barna­kekk­ urin er ein innbygdur partur av skattapolitikkinum hjá Fram­sókn, sum óheft toymi hava viðgjørt í fleiri mánaðir. Framsókn er ein ábyrgdar­ fullur flokkur, og tískil er samlaði skattapolitikk­urin, og harvið eisini barna­kekk­ urin, fult fíggjað í skatta­ pakkanum. Vel Framsókn Eg geri, sum eg sigi og sigi, sum eg geri Barnakekkur styrkir barnafamiljurnar Janus Rein valevni hjá Framsókn LØGtingsvalið 2011 Valgreinar