mikudagur 26. oktober 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Undir herrópinum persónligt
frælsi
ynskja
politiskir
flokkar at broyta okkara
samfelag frá at vera eitt land,
har vit hava verið samd um
felags virði og samleika til
at vera eitt land, har indi
vidualisman verður hálovað.
Trúskapur móti hjúnarfelaga,
børnum, familju, grannalagi,
fedrum og morali er skiftur
út við trúskap móti sær
sjálvum. Eg, meg, mær og
mítt verður tikið fram um
alt annað. At ofra seg fyri
øðrum enn sær sjálvum er
ikki longur virðismett.
Hetta er rákið í dag, men
hetta var ikki gamalt. Okkara
søga er mettað við frásøgnum
um, hvussu vit bygdu land
saman. Vøkru søgurnar um
samanhald og hjálp í neyðini,
har lagnan rakti hart, siga
frá um eitt samfelag, har
eg, meg, mær og mítt varð
sett til síðis til frama fyri
næstan. Eitt nú søgan um
bygdina Søldarfjørð, sum
fyri skjótt 80 árum síðani
var fyri teirri vanlagnu at
missa nógvar av sínum for
syrgjarum við sluppunum
Immanuel og Lauru. Vit
hoyra søgur um, hvussu
fólk hjálptu hvørjumøðrum
á merkisverdan hátt, uttan
at nakar visti, hvør hjálpti
hvørjum.
Onkuntíð
stóð
rokaður matkovi í túninum
hjá einkjum og børnum,
áðrenn tey vóru á fótum um
morgunin. Onkuntíð komu
menn úr grannaløgum at
sláa teigarnar hjá einkjum,
áðrenn tað lýsti fyri degi.
Børn, sum høvdu mist pápan,
fingu aðrar “pápar”, sum tóku
ábyrgd fyri øðrum enn sínum
egnu. Ikki varð givið, tí man
hevði til yvurs, men heldur
av heitum hjarta.
Hesi fólkini, har nøkur
framvegis eru á lívi og kunnu
siga frá, høvdu annað og meiri
í huga enn at dyrka seg sjálvi.
Hugtakið persónligt frælsi
mundi liggja teimum sera
fjart. Tað, sum vigaði mest í
teirra hugaheimi, var tørvur
og trivnaður næstans.
Men hesi virði tykjast ikki
at læra nútíðarmenniskjuna
stórvegis. Nú skal sjálvsøknið
setast í hásætið.
• Nú skulu vit broyta rús
drekkalógina, tí “tey vaksnu”
vilja hava persónligt frælsi
til at kunna keypa eina
reyðvínsfløsku í matvøru
handlinum afturvið danska
búffinum eitt leygarkvøld.
So mugu børnini og teirra
rættur til rúsfrítt umhvørvi
– teirra persónliga frælsi -
víkja. So mugu børnini gjalda
prísin fyri persónliga frælsið
teirra vaksnu.
• Nú skal hjúnarbandslóg
gávan broytast, tí nú vilja
menn giftast við monnum.
• Og nú eru tað andlitini og
útsjóndin á valevnunum, sum
hava alt at siga, tá veljast skal
millum valevnini. Emballaga
heldur enn innihald.
• Nú er tað kvinnan, sum
skal ráða yvir egnum kroppi,
og ófødda, verjuleysa barnið
í móðurlívi hevur mist sín
rætt.
• Nú skal kristni út úr skúl
unum, tí tann boðskapurin
snýr seg um næstrakærleika
og ábyrgd fyri øðrum enn
sær sjálvum. Samfelagið skal
sekulariserast (avkristnast),
tí
kristniboðskapurin
er
ótíðarhóskandi. Hóast hann
hevur bygt okkara samfelag
upp og er grundarlagið undir
vesturlendskum vælferðar
politikki.
Guido Westerwelle, týskur
uttanríkisráðharri og sam
kyndur, sigur: “Ger tað, sum
tú hevur hug til, so leingi,
sum tú ikki gerst teg inn á
onkran annan.”
Dómarabókin
sigur
í
síðsta ørindi: “Á teimum døg
um var ongin kongur í Ísrael;
hvør maður gjørdi, sum
honum líkaði best.”
Bill Justinussen
valevni Miðfloksins
LØGtingsvalið 2011
Persónligt frælsi til hvat?
ALS hevur eina týðandi
stabiliserandi
funksjón
í
einum samfelag tá kreppur
raka, og fólk gerast arbeiðs
leys. Okkara ALS skipan
skal eisini eiga rós fyri at
skipa fyri praktikkplássum,
skeiðum og øðrum førleika
mennandi, so fólk í skipanini
ikki sita hendur í favn, men
heldur gerast betur fyri at
møta krøvum frá arbeiðs
marknaðinum.
ALS verður sum kunnugt
fíggjað frá arbeiðstakarum og
arbeiðsgevarum og er tískil
leys av politisku skipanini
sum so. Tó hava politikkarir
ábyrgd av at royna at ávirka
stýrið fyri ALS at tillaga
skipanina eftir broytandi
tørvum í samfelagnum. Eitt
evnið, sum Tjóðveldið hevur
sett ovast á dagsskránna, er
at vit mugu fáa fólkavøkstur
í landinum. Tað skal setast
inn á nógvum økjum fyri
at røkka hesum máli, og
ALS skipanin er ein týðandi
viðspælari.
Vit eiga at arbeiða fyri at
víðka ALS, so skipanin eisini
umfatar tey lesandi, ið flyta
heim úr útlondum. Tey hava
sjálvsagt ikki havt lønandi
inntøku í Føroyum seinastu
árini og tá útrokningarháttin
hjá ALS bert er grundaður á
inntøkugrundarlagið
sein
astu mánaðirnar, er úrslitið
at nýútbúgvin fáa lítið og
onki frá ALS.
Hetta er ein beinleiðis
forðing fyri fólkavøkstri, tí
í Danmark, har tey flestu
ungu lesa, fáa tey útgjald
beinanvegin, tey eru útbúgv
in. Tað ger sjálvsagt, at tey
verða verandi niðri og har
við verða knýtt at danska
arbeiðsmarknaðinum og tá
minkar sannlíkindini fyri at
tey flyta heimaftur. Eg skilji
frá mongum nýútbúnum,
at hetta er ein beinleiðis
forðing fyri at tey umhugsa
at flyta aftur til Føroya. Eitt
uppskot kundi verið, at ásett
eitt minsta mark fyri ALS-
útgjaldið, soleiðis at nýút
búgvin íhvussu er kunnu fáa
eitt grundgjald útgoldið.
Gunvør Balle
valevni hjá Tjóðveldi
LØGtingsvalið 2011
ALS-skipanin og tey nýútbúnu
At skapa tryggar karmar um
vinnuna og so læta vinnuna
ráða sær sjálvum so tað fríða
initiativið kemur fram, og
at stuðla øllum skilagóðum
verkætlanum
er
góður
liberalur politikkur.
Men havt er hetta fyri
hugtøk. Kann kanska best
lýsast við eina eplaveltu og
tað at velta eplir. Ein maður/
kvinna
(ein
íverksetari)
kemur fram við einum góðum
hugskotið,
men
manglar
stuðul, til líka fyri at sleppa
ígongd. Íverksetarin leggur
sínar ætlanir fram, hvussu
nær og hvar hann ætlar at
seta niður eplir, og biður um
nøkur seteplir frá almennu
myndugleikunum.
Heldur
man frá almennari síðu at
hetta ljóðar skilagott, og man
metir at tað kemur so frætt av
frukt upp, at tað verður nokk
til set árið eftir,og kanska eitt
sindur til munnin, ja so letur
man viðkomandi fáa nøkur
seteplir. Men metir man hin
vegin at eplamaðurin ikki
hevur teir røttu fortreytirnar
ella ikki hevur eina skilagóða
ætlan, onga ætlan um hvussu
hann skal passa veltuna,
hjúkla um hana, hyppa og
lúka hana so fær hann eingin
seteplir. Tað ringast er um við
komandi bara etur seteplini.
Við seteplinum til epla
mannin fylgja eisini nakrar
treytir, nakrir karmar, sum
til dømis kundi verið at ikki
er loyvt at brúka handilstøð
og hvussu stór veltan kann
vera, men innanfyri hesar
karmar
má
eplamaðurin
sleppa at virka frítt. Um hann
ger flag veltu ella hyppiveltu,
um hann brúkar rossatøð,
neytatøð ella onkur onnur
tøð, tað skula politikarin
halda seg lagt burtur frá.
Vit í framsókn vilja at
Føroyar skula hava sterkari
íverksetara mentanina og
- umstøður. Skapa tryggar,
men fríðar karmar hjá vinnu
lívinum, í strembanini ímóti
at fáa vøkstur og javnvág í hjá
landskassanum, og at enda
einum sjálvberandi búskapi.
Ein
støðugur
búskapar
vøkstur í strembandi ímóti
Einar sjálvbjargnar Føroyar
“vit skula eta tey eplir vit
sjálvir hava velt”
Karlot
Hergeirsson
Valevni hjá Framsókn
LØGtingsvalið 2011
Eplaveltan Føroyar
Ofta hoyra vit eitt hugtak frá politikaranum “ skapa
tryggar karmar um vinnuna” og “stuðla íverksetan.”
Løgtingsvalið 2011