Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Politikkur er at vilja broyt­ ingar. Hesi eftir­hond­ini nógv slitnu orðini átti kendi og virdi svenski javn­ að­ar­maðurin, Olof Palme. Hetta eru vísdómsorð. Og tað er rætt: Politikkur er at vilja! Og tað er skyldan hjá einum politikara at taka avgerð. At IKKI vilja Føroyskur politikkur hev­ ur alt ov leingi snúð seg um “ikki at vilja” heldur enn at vilja. Bløð, útvørp, sjón­­­varp og portalar hava verið á tremur við fráboð­ an­um frá fólkavaldum poli­tik­arum um, hvat tey “ikki vilja”. Hetta helst orsakað av, at broytingar skapa ótryggleika, tí tær hava altíð onkrar avleiðingar við sær. Og so verður politikarin bangin fyri, um hansara sessur møguliga kann koma í vanda til næsta val. Tí verður politiskt ”trygga” loysnin vald – at IKKI vilja. Men tað hevur sannliga eisini avleiðinginar ikki at vilja broytingar. Hetta gloyma politikarar ofta. Helst tí, at hesar avleiðingar koma so líðandi. Men tá avleiðingarnar eru vorðnar sjónligar, eru tær ofta ógvuliga álvarsamar fyri samfelagið. Tað síggja vit millum annað í fiskivinnuni í dag. Politikarin SKAL vilja Eg trúgvi, at veljarin - okkara arbeiðsgevari - setir størri álit á okkara førleika til at vilja, heldur enn til okkara fráboðanir um ikki at vilja. Eg trúgvi eisini, at veljarin hevur størri álit á okkum, um vit tora at stinga út í kortið og tora at taka neyðugar avgerðir. Tí hetta er okkara skylda sum fólkavald. Onki minni enn tað. Hetta samfelagið hevur brúk fyri broytingum. - Tað er brúk fiskivinnureformi - Tað er brúk fyri skatta og avgjaldsreformi - Tað er brúk fyri sjúkrahúsreformi - Tað er brúk fyri kommunureformi - Tað er brúk fyri reformi á almannaøkinum - Tað er brúk fyri skúlareformi - Tað er brúk fyri reformi av almennu umsitingini Vel ein politikara, ið tekur avgerðir. Vel John Johannessen á lista C fyri allar Føroyar. Viljin at vilja – evnini at taka avgerð Eg trúgvi, at veljarin - okkara arbeiðsgevari - setir størri álit á okkara førleika til at vilja, heldur enn til okkara fráboðanir um ikki at vilja John Johannessen Valevni Javnaðar­floksins LØGtingsvalið 2011 Her í oynni hevur sjúkrahús verið síðani fyrst i 1900- talinum. Í 1953 varð nýtt sjúkrahús tikið í nýtslu. Hetta sjúkrahús hevur so verið í brúk, til tað aftur varð útbygt og endurnýggjað í 1995. Øll hesi árini hevur tað verið ein trygd hjá okkum, sum búleikast her suðuri. Her hava starvsfólk trúliga møtt til arbeiðis fyri at fremja sín gerning, at vera um sjúklingin, bøta um kor hansara. Henda setning hev­ ur stovnurin framt til fuln­ar. so at suðuroyingar allir sum ein, eru fult nøgdir við tað. Her verða børn fødd , sjúk­lingar kannaðir og fáa við­­gerð, sum bøtir teirra lívs­ virði, ella ger tey frísk - her siga fólk heimi­num farvæl. Øll vita, at oyggin liggur fjart frá meginlandinum, og ofta er illa sjógvað á hesi far­ leið millum oyggjarnar. Av roynd­um vita vit, at tá tað lotar úr hanakjafti millum landnyrðing og landsynning, er avmarkað hjálp at heinta norð­an av meginøkinum. Tí mugu vit suðuroyingar standa saman um okkara sjúkra­­­hús,- allir sum ein. Ong­um verður loyvt at niður­laga manna­ gongdir, viðgerðir og skip­an­ir til tað verra fyri sjúklingin. Nógv hevur hesa síðstu tíðina verið frammi um at leggja leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum sam­an í eina leiðslu fyri at effektivisera rakstur og við­ gerð. Hendir hetta, so er greitt, at alt fleiri sjúklingar verða fluttir á Landssjúkrahúsið til viðgerðar, og at funktiónir verða niðurlagdar. Harvið detta enn fleiri størv burtur. Dugi ikki at síggja annað enn, at øll oyggin kemur at gjalda fyri henda sjálvdrátt norðanífrá. Vit suðuroyingar eiga tí at standa saman og als ikki góðtaka skipanir, sum gera umstøðurnar verri hjá sjúklingunum. Hjá sjúklingi er tað rættari og lættari at fáa viðgerð her suðuri. Trygvi Strøm valevn hjá Javnaðarflokkinum LØGtingsvalið 2011 Standi saman um sjúkra­ húsið, suðuroyingar!!! Í Føroyum er gott at búgva, og her kann gerast enn betri, við góðum og opnum samstarvi flokkanna og landanna millum. Vit skulu stuðla okkara ungdómi til góðar útbúgv­ing­ ar­møguleikar her heima eins væl og úti. Vit skulu skapa nýggjar bústaðar­møgu­leik­ ar, so hann hevur møgu­leika til eina og hvørja tíð at venda heim aftur, uttan at kenna seg bundnan fyri lívið. Tað eigur og skal vera bíligari at koma til og frá Føroyum. Vit skulu menna ferða­ vinnuna, so tað munar. Vit eiga at seta av væl meira av peningi til okkara mentanarfólk, sum eisini strevast her heima. Hesi seta dám á okkara – stundum – heldur gráliga gerandisdag. Vit skulu taka væl ímóti fremmandafólki, so tey kenna seg vælkomnan eins og vit sjálv vildu ynskt tað. Vit mugu og skulu taka umhvørvið í hægsta álvara og skattast eftir tann mun, sum vit dálka umhvørvið. Tað skal vera liviligt í Føroyum Petra Iversen Sambandsflokkurin LØGtingsvalið 2011 Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt fram uppskot um at broyta skattalógina, so marginal­skatturin lækkar og eisini smáar inntøkur skulu hava meiri eftir. Hetta feldu hinir flokkarnir. Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt fram uppskot um at fáa talið av útbúgvingarplássum at samsvara við talið av teimum ið søkja sær útbúgv­ ing. Hinir flokkarnir feldu uppskotið. Sjálvstýrisflokkurin vil brúka almenna jørð og peng­ar úr grunnum at byggja kollegiir og bjóða bæði vinnu og sethúsum føroyskan realkreditt. Hinir bara mutlaðu. Sjálvstýrisflokkurin hevur skotið upp at satsa uppá jarð­ hita og aðra alternativa orku. Hinir vildu heldur olju. Men nú er vent í hol­ uni. Nú ljóða allir sum and­ støðuflokkar. Nú ljóða allir sum Sjálv­ stýrisflokkurin. Onkur heldur uppá ósa­ manhangandi skattauppskot. Hetta er júst sami flokkur sum til seinasta val í lýsing­ um lovaði 40 – rættað til 60 – milli­ónir eyka til skúla. Síð­ani er bara spart í menta­ málaráðnum. Annar flokkur lovar nú 40% skatt – men hevur í farna valskeiði samtykt at fara uppum 50%. Tann flokk­ur­in er altíð við uppá at brúka almennar pengar til rakstrarstudning og loft­ing­ar­politikk, tí kemur hann ongan­tíð til at lækka skattin. Hartil kostar skeivi fiski­ vinnupolitikkurin hálva milli­ ard í mistum avreiðingar­virði – sambært Vinnuhúsinum. Hvar er tá trúvirðið hjá hesum flokkum ið rátt hava? Álvaratos, tit hava roynt bæði CHE og ABC – veljið nú D! CHE og ABC hava stýrt! Kári á Rógvi løgtingsmaður og valevni LØGtingsvalið 2011 Valgreinar