mikudagur 26. oktober 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Trýrt tú, at verandi politiska
leiðslan brádliga er før fyri at
leiða okkum burtur úr stóru
trupuleikunum, bara tí at val
er fyri hondum?
Um hon hevur førleikan
fyri tí, so er tað stór skomm,
at vit ikki hava sæð tað
gjøgnum farna valskeið.
Hildin fyri gjøldur
Hvussu kunnu somu fólk,
sum hava gingið á odda fyri
at skerja lestrarstuðulin, nú
lova at hækka hann aftur?
Er hetta ikki ein roynd at
kasta torvmold í eyguni á
tær, í vón um at tú ert býttur
og dølskur?
Hvussu kunnu somu fólk,
sum hava plágað óhjálpin,
gomul og sjúk við hóttanum,
um at bæði eitt og annað
alneyðugt fór at verða tikið
frá teimum, nú lova gull
og grønar skógir? Er hetta
sannførandi?
Hvat
við
Atlantic
og
ferðaseðlaprísunum?
Somu fólk, sum nú lova
at koyra prísin niður við
stuðli úr einum bløðandi
landskassa, gingu á odda at
einskilja Atlantic, hóast staði
liga ávaraði um, at prísurin á
ferðaseðlum fór at hækka,
um so varð gjørt.
Hvat við granskoðara
málinum ella makrelmálin
um? Heldur tú, at har hevur
verið arbeitt professionelt og
trúverdugt?
Hvat hevur fylt almenna
rúmið síðstu tíðina?
Jú, ímeðan land okkara
er í svárum trupulleikum,
verður politisk orka brúkt
uppá eitt stríð um Iphones
og telduútbúnað! Heldur tú,
at hetta byggir land? Er hetta
eini stjórn verdugt?
Er hetta ikki bara toppurin
av ísfjallinum, sum avdúkar
eina syndarliga støðu? Er tað
ikki alneyðugt, at vaksið fólk
kemur framat og fær ruddað
upp?
Eg bjóði mær at rudda upp
fyri teg! Og verði eg valdur,
skalt tú onga løtu ivast í, at
eg fari at arbeiða fyri títt og
landsins besta – og ikki bara
í valtíðum.
Set X við
Egin Markná
Listi H
Egin Markná
LØGtingsvalið 2011
Hugsa teg væl um!
Støða Miðfloksins til
sjómannafrádráttin?
Miðflokkurin var ikki við
til at samtykkja sjómanna
frádráttin, sum í uppruna
líki sínum onki ovasta mark
hevði fyri rætt til frádrátt.
Hinvegin var tað núverandi
løgtingsmaður Miðfloksins,
táverandi
fíggjarmálaráð
harrin, Karstin Hansen, sum í
2000 setti tað ovasta markið,
sum síðani hevur forðað fyri,
at frádráttur verður latin fyri
inntøkur hægri en 500.000.
Miðflokkurin var sum
nevnt ikki millum teirra, ið
settu hendan frádrátt í verk,
og flokkurin hevur heldur
ongar ætlanir um at vera
við at taka hendan av. Talan
er um ein frádrátt, hvørs
endamál er at lætta um hjá
teimum, sum hava starv
sítt á sjónum, og tí ikki hava
somu atgongd til teir ágóðar,
sum aðrir samfelagsbólkar
annars dagliga njóta.
Støða Miðfloksins til
verandi FAS-skipan?
Tá FAS skipanin varð sett í
gildi í Føroyum, varð talan um
eina neyðloysn, so Føroyar
kundu verða við og ikki glíða
burtur ímillum aðrar tjóðir,
sum longu høvdu slíkar
skipanir. Varð FAS skipanin
ikki gjøgnumførd, varð vandi
fyri, at vit mistu skip okkara
til hesar skipanir. Við at fáa
okkum slíka skipan, gjørdust
vit før fyri at kappast á
jøvnum fóti við aðrar tjóðir
um heimsins skip, og eftir
øllum at døma hava vit staðið
okkum væl higartil.
Óivað eru fleiri hugsanir
um hesa skipan, og tíðin man
vera komin bæði at eftir
meta, endurskoða og kanska
dagføra hesa.
Støða Miðfloksins til
verandi DIS-skipan,
ið nógvir føroyingar
sigla undir?
DIS, NIS og aðrar líknandi
skipanir
eru
uttan
fyri
okkara avgerðarøki. Sum
nevnt omanfyri høvdu hesar
við sær, at neyðugt varð
hjá Føroyum at gera sína
egnu skipan, FAS skipanina,
fyri at kunna verða við í
kappingini at fáa skip undir
føroyskt flagg og ikki missa
okkara egnu til aðrar tjóðir.
Miðflokkurin hevur annars
ongar ætlanir um at gera seg
inn á hesi rættindi teirra, ið
á sjónum stríðast fyri síni
kæru og tjóð sína!
Skulu skip undir
føroyskum flaggi/
fiskiloyvi hava
møguleika at hava
útlendingar umborð, ið
hava aðrar lønartreytir
enn galdandi
sáttmálar á føroyska
arbeiðsmarknaðinum?
Miðflokkurin
metir
tað
verða grundleggjandi, at øll,
sum virka í Føroyum ella á
føroyskum kjøli, eru skipaði
eftir sáttmálum, sum eru
galdandi her á landi. Her er
talan um eitt grundleggjandi
sjónarmið, sum eisini hevur
við trygd teirra, sum her
búgva ella virka at gera. Tað
má ikki henda, at vit, við at
loyva øðrum lønartreytum
enn okkara egnu, rætta
hond til lond, sum kanska
ikki veita fólki sínum eina
virðiliga løn.
Júst í ár hava vit verið
vitni til, at útlendsk fiskiskip
liggja á føroyskum grunnum
og virka føroyskan fisk við
útlendingum,
hvørs
um
støður umborð og inntøkur
eru langt frá tí, sum vit her
á landi meta vera rætt. Tað
er ikki klæðiligt fyri okkum
sum tjóð, og vit eiga ikki at
opna fyri hesum møguleika.
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
LØGtingsvalið 2011
DIS, NIS, FAS, sjómannafrádrátturin
og Miðflokkurin
Vit kunnu velja at fáa meiri
burturúr fiskinum. Fiska
hann tá ið hann er búgvin,
lata tey dugnaligastu sleppa
framat, fáa til høldar onnur
fiskasløg. Her liggur ein
milliard og bíðar í øktum
útflutningsvirði.
Vit kunnu fáa hitan úr
jørðini og streymin úr sjón
um. Hetta sparir búskapin
fyri milliardina í innflutningi
– og skapar arbeiði tá ið íløg
ur verða gjørdar.
Vit kunnu útbúgva fólk
okkara í Føroyum út frá
egnum fortreytum og í góð
um samstarvi við útlendskar
skúlar. Hetta gevur fólka
vøkstur og nýggjar vinnur.
Vit kunnu fáa skil á tað
almenna.
Færri
stovnar,
færri ráð, kommunur og
skúlar. Hetta gevur sparing í
rakstrinum, sum ger øðrvísi
raðfesting møguliga. Meiri
tænastu, betri samskipan,
meiri
eftirútbúgving
og
hægri støði.
Vit kunnu flyta skattabyrð
una frá inntøku og vinningi
yvir á tilfeingi, dálking og
oyðsl. Hetta gevur størri
umferð í búskapi og meiri
umlegging í vinnu.
Vit kunnu gerast landið
við lægri prísum og hægri
framleidni, um vit bert tora
at lata summu arbeiðspláss
fara, meðan onnur verða
skapt av alsamt betur útbún
um hondum og høvdum.
Vit kunnu.
Vit kunnu vraka bæði CHE
og ABC.
Vit kunnu stýra sjálvi og
velja D.
Kári á Rógvi
løgtingsmaður
og valevni
LØGtingsvalið 2011
Vel Sjálvstýri!
Sjálvstýri er at stýra sjálvi. Ongin ger tað fyri okkum
Góði lesari, hevur tú nakrantíð upplivað størri politiskt sirkus enn farna valskeið?
Løgtingsvalið 2011