Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyar standa fyri stórum avbjóðingum. Øll vita, at longu frá 1. jan. 2012 – tvs. um stív­liga tveir mánaðir – mugu ger­ast sparingar og um­skip­anir. Hetta um hallið hjá lands­ kassa­num skal fáast burtur og stóra uttanlands­skuldin gjaldast aftur. Avbjóðingin er at spara, uttan at tað gongur ov nógv út yvir vælferðina og livistøðið í Føroyum.   Spara og varðveita vælferð Hvussu kunnu vit spara og samstundis varðveita væl­ ferðina og livistøðið? Ja, tað gerst fyrst og fremst við at útvega fleiri inntøkur.  Sambandsflokkurin vísir á, at vit skulu fáa meira burtur úr okkara fiskivinnutilfeingi og ráðvøru. Harafturat skulu reformar gerast innan stór samfelagsøkir, so skatta­borg­ arin fær sum mest fyri hvørja skattakrónu. Harumframt er neyðugt at tryggja, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða. Soleiðis má verða fram­ eftir. Blokkurin skal tiðnast Inntøkuskapanin í fiski­ vinnuni og í reformunum er ikki nóg mikið, um bukt skal fáast við undirskot í 500 milli­ ónirs klassanum hvørt ár. Tí má og skal ríkisveitingin prístalsviðgerast. Tað vil geva eina meirinntøku á uml. 200 mió. kr. ÁRLIGA frameftir. Tað er harðliga brúk fyri hesum inntøkum, og tað er púra náttúrligt, at Føroyar taka við sínum parti av umfordeilingini og útjavningini av vælferð í Ríkinum.  Ríkisveitingin er tryggasta inntøkan í Føroyum. Óheft av marknaðum og sveiggjum í búskapinum. Tað vita øll.  Javnaðarflokkurin linkar í kongunum Vit síggja nú, at Javnaðar­ flokkurin sigur seg ikki kunna stuðla prístalsviðgerðini av ríkisveitingini.  Hetta er merkisvert, tí tað merkir samstundis, at Javnaðarflokkurin er sinn­ aður at ofra vælferð í Føroy­ um. Hetta líkist ikki sosialt ábyrgdarfullum politikki.  Eisini sær út til, at Javn­ aðarflokkurin vil geva avkall uppá ein sterkari og tryggari búskap, nú vit standa framman fyri at skula gera fíggjarlig inntriv.  Tað hongur ikki saman, at ein flokkur, ið kallar seg “samríkisflokk” og gong­ur inn fyri at styrkja vælferðar­ tænasturnar, sigur nei til tryggar ríkisinntøkur.  Skattaútspælið hjá Javn­aðarflokkinum er í so máta bert eitt úttrykk fyri, at skattabyrðan skal um­ fordeilast. Skatta­upp­skotið skapar ikki fleiri inn­tøkur til Føroya land. Tað ger prístalsviðgerðin av ríkisveitingini.   Samstarv við Javnaðar­ flokkin gagnligt? Sum eg síggi støðuna, vend­ ir Javnaðarflokkurin sær ímóti einum máli, ið hevur avgerandi týdning fyri føroyskan búskap og Sam­ bands­flokkin sjálvan.  Tá er spurningurin, um Sambandsflokkinum eigur at samstarva við Javnaðar­ flokkin eftir løgtingsvalið.  Spurningurin er, um Sambandsflokkurin nú eigur at umhugsa aðrar – liberalar – møguleikar.  Okkara krav má vera, at vit skulu hava fatur á øllum inntøkum at styrkja búskapin við, nú nøkur ódnartøk skulu takast.  Vit mugu jú ikki missa vælferðina. Bárður Nielsen valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið   LØGtingsvalið 2011 Javnaðarflokkurin vil ofra vælferð og fasta búskaparliga stýring Nú Javnaðarflokkurin viknar í spurninginum um at tiðna ríkisveitingina og útvega týðandi inntøkur til vælferð, er spurningurin, um Sambandsflokkurin í grundini hóskar saman við Javnaðarflokkinum í einari samgongu eftir løgtingsvalið Alternativið í føroyskum politikki, Framsókn, er loksins komið við síni val­ skrá, og vit í Tjóðveldinum eru rætt og slætt ovfarin av gávumilda valupplegginum. Framsókn boðar frá, at skattalættar og barnakekkar hjá flokkinum fara at økja um hallið á fíggjarlógini við 545 mió. kr. longu í 2014. Hetta skal gerast, hóast hallið longu er 500 mió. kr. Flokkurin sigur eisini, at hann vil fíggja økta hallið við pengum úr Búskapar­grunn­ inum og væntaðum øktum inntøkum á 361 mió. kr., sum ongin veit nakað um.  Tað harmar okkum almikið í Tjóðveldi, at ein flokk­ur á tjóðskaparliga vongi­­num fer so lætt um land­ sins ognir í sínum neoliberal­ istiska útgjaringar­politikki. Neyðugt er hjá tjóð­skap­ arvonginum í Føroyum at standa saman um ein ábyrgd­ arfullan politikk fram ímóti sjálvberandi búskapi og sjálvstøðu.  Framsókn tykist ikki at vilja seta kós ímóti hesi sjálvstøðu ella vísa mátahald í búskaparpolitikkinum. Hetta er ikki gott – vit hava havt eina oyðimarkargongd undir ABC, einastu avrik teirra er vaksandi hall og skuld, nú er alneyðugt til eitt alternativ til ABC-politikkin, og hann fáa vit ikki við at lova í eyst og vest og tøma grunnar ella við miðvíst at fara eftir øktari skuld. Tjóðveldi lovar ongar lætt­ar loysnir, sum tøma landskassan og Búskapar­ grunnin. Vit ætla at umleggja skattaskipanina, so hon lættir um hjá lág- og meðalløntum. M.a. skulu holini í kapitalvin ningsskattalógini tippast. Átrokandi neyðugt er at seta ferð á Føroyar og fáa skil á búskaparpolitikkin. Tí er rætta løtan ikki at økja um hallið hjá landinum og tøma grunnar, sum skulu brúkast til konsolidering. Annita á Fríðriksmørk tingbólkaforkvinna hjá Tjóðveldi LØGtingsvalið 2011 Framsókn tømir lands­ kassan og Búskapar­ grunnin Tað sum politikkarar mang­ an gloyma og tykjast at hava trupult við at skilja, er, at tað er ein inntøkusíða og ein útreiðslusíða. Tað er ein meginregla í einum og hvørjum húsar­ haldið, at “man kemur út at koyra” um útreiðslusíðan ár eftir ár er størri enn inntøku­ síðan! Fyri landshúsarhaldið er meginreglan júst tann sama – og tí er tað altavgerðandi, at húsast verður við skili og at skattgjaldarans peningur verður nýttur skilagott! Og eg spyrji, nær fara vit at húsast eftir føroyskum fortreytum? Ella skullu vit bara halda fram við at látast, sum um “tað gongur nokk?”NEI! og aftur NEI!! Umráðandi er, at vinnu­ lívið – bæði á sjógvi og landi – far góðan og ikki minst tryggan karm at virka und­ ir. Nívandi avgjøld á vinnu­ lívið er tað sama sum at “drepa hønina, ið verpur gullegg!! “. Veikir polittikarar lata seg stýra av umsitingini Politikkarin má hava rygg til ikki at lata seg stýra av umsitingini! Umráðandi er, at húsast verður skilagot – eingin ivi um tað!! Og tí má tað stríðast ímóti tí ráki sum hevur tikið seg upp - serliga tey seinru árini. Tað má arbeiðast fyri, at fremja skilagóðar loysnir! Rákið má vendast!Tað er ikki skilagott, fram­haldandi at vaksa um “mannskapið á brúnni”! Hetta fær avleiðingar fyri tey,ið strevast og stríðast á “dekkinum”. Heldur eiga vit miðvíst, at kanna og fremja sparingar “á brúnni” til frama fyri tey, ið eru á “dekkinum”. Tað er ein skilagóð leið at ganga – til gagns fyri mong! Ikki bert skilagott , men neyðugt! Vit hava ikki ráð til annað! Tordur J. Niclasen listi H LØGtingsvalið 2011 Tað er ein inn­ tøkusíða og ein útreiðslusíða Neyðugt at húsast við skili og at vinnulívið á sjógvi og landi fær góðan og tryggan karm at virka undir! Valgreinar