mikudagur 26. oktober 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólkaskúlin er góður, men
hann kann gerast enn betri.
Í seinastu PISA-kanningini
gjørdist okkara fólkaskúli nr.
45 av teimum 65 londunum,
sum vóru við í kanningini.
Vit endaðu væl aftanfyri tey
londini, sum vit vanliga bera
okkum saman við; Finnland
gjørdist nr. 3, Noreg nr. 12,
Ísland nr. 16, Svøríki nr. 19 og
Danmark nr. 24.
Vit kunnu ikki góðtaka
hesa støðu, tí er neyðugt við
átøkum, sum kunnu betra
føroyska fólkaskúlan.
Játtanin til fólkaskúlan
Játtanin til fólkaskúlan er
ikki lægri fyri hvønn næming
í Føroyum enn aðrastaðni. Í
Danmark og Føroyum brúka
vit um 10.500 USD fyri hvønn
næming, fremsta norðurlandi
Finnland brúkar væl lægri
um 8.000 USD, og Mexico,
sum endaði á nøkunlunda
sama støði sum Føroyar,
brúkti 2.500 USD.
Eg haldi, at størsti trupul
leikin er, at vit ikki gagnnýta
játtanina nóg væl. Ein orsøk
kann vera, at ábyrgdin av
skúlaøkinum
er
tvíbýtt
millum Mentamálaráðið og
kommunurnar. Nógv størri
samstarv má vera, so at
skilabestu raðfestingarnar
verða gjørdar. Hin møguleikin
er, at kommunurnar einsa
mallar fáa ábyrgdina av
fólkaskúlanum.
Skúlabygnaður
54 fólkaskúlar eru í løtuni. 20
hava fleiri enn 100 næmingar,
14 hava millum 50 og 100
næmingar, 9 hava millum 10
og 50 næmingar, og 11 hava
færri enn 10 næmingar, 4 av
teimum hava bert 1 næming.
Lítil ivi er um, at skúlarnir
kundu verið færri; og at
starvsfólk, høli og útgerð
kundu verið gagnnýtt betur,
um skúlarnir vóru færri og
størri. Eg haldi ikki, at allir
smáir skúlar skulu leggjast
niður, tí fleiri eru neyðugir
– m.a. á útoyggj, og har
samferðsluviðurskiftini
gera tað trupult at koma í
skúla. Men vit eiga í øllum
førum at samskipa skúlaøkið
nógv betri, so at meir fæst
burtur úr leiðslutímum og
umsitingartímum, og so fleiri
tímar verða til næmingar
við serligum tørvi. Størri
samstarv skal eisini vera
millum dagstovn og skúla, so
at børn við serligum tørvi fáa
neyðuga hjálp, tá tey byrja í
fólkaskúlanum.
Eg haldi, at nógv størri
dentur eigur at vera lagdur
á næmingin, og hvussu hann
fær bestu undirvísingina.
Ein lítil skúli við góðum
lærara kann óivað vísa á
góð úrslit, men møguleiki
er eisini fyri tí øvuta, m.a. at
skiftandi vikarar undirvísa,
og tá kann úrslitið gerast eitt
heilt annað. Eg haldi eisini,
at tað er týdningarmikið, at
næmingarnir eru saman so
stóran part av skúlatíðini
sum gjørligt. Tað er ikki
lætt at koma sum 13 – 14 ára
gamal inn í ein flokk, har
hinir
næmingarnir
hava
fylgst síðan 1. flokk. Vandi
er tá fyri bæði happing og
mistrivnaði.
Undirvísingin
Vit mugu hava góðar og
dugnaligar lærarar, tí má
læraraútbúgvingin
eftir
metast, og vit mugu geva
lærarum so góðar umstøður
sum gjørligt at eftirútbúgva
og førleikamenna seg. Vit
skulu eisini leggja stóran
dent á at hava so gott og
tíðarhóskandi undirvísingar
tilfar sum gjørligt.
PISA-kanningin
vísti,
at føroyskir næmingar eru
nógv verri fyri enn aðrir
næmingar í bæði lesing,
støddfrøði og náttúruvísund.
Men tað mest skelkandi
úrslitið var, at heili 35,8%
av føroysku næmingunum
vórðu mettir so lesiveikir, at
teirra lesiførleiki varð mettur
ikki at vera virkisførur. Tað
vil siga, at tað er ivasamt,
um hesir næmingar eru
førir fyri at fullføra eina
miðnámsútbúgving,
ella
eru førir fyri at taka aðra
útbúgving. Í ringasta føri
verða
hesir
næmingar
útilokaðir frá góðum og
vælløntum
størvum
í
framtíðini. Vit mugu gera
ítøkilig tiltøk, so at nevndi
bólkur av næmingum verður
nógv minni.
Ein betri fólkaskúla,
veljið Karl A. Olsen og
Sjálvstýrisflokkin
Ein betri fólkaskúli
Karl A. Olsen
LØGtingsvalið 2011
Øll eiga at gera sær púra
greitt nú áðrenn valið, at um
vælferðin í Føroyum skal
varðveitast á einum rímilig
um støði, mugu nógv fleiri
pengar koma inn í lands
kassan longu frá ársskifti
num at rokna.
Uttan
fleiri
inntøkur
– verri vælferð. Soleiðis er
samanhangurin.
Fleiri inntøkur
úr sjónum
Sambandsflokkurin
hevur
eina góða ætlan fyri, hvussu
meira skal fáast burtur úr tí,
ið verður nevnt “ogn Føroya
fólks”, tvs. tí fiskiríkidømi, sum
er at finna í føroyskum sjógvi.
Bera vit okkum rætt at
og arbeiða vit miðvíst, so
eru stórar inntøkur at vinna
– eisini til landshúsarhaldið.
Fleiri inntøkur frá
prístalsviðgerð
Sum
samríkisflokkur
og
einasti veruligi sambands
flokkur í landinum vilja vit
eisini hava okkara rætt í Ríki
num. Føroyar hava rætt til
eina prístalsviðgjørda ríkis
veiting, og henni skulu vit
fara eftir.
Tað er líka náttúrligt at
útvega størri inntøkur frá
ríkisveitingini sum at útvega
størri inntøkur við at fáa
uppisjóvarfisk til virkingar í
Føroyum.
Tað er líka náttúrligt at
tosa við donsku stjórnina um
at prístalsviðgera ríkisveit
ingina sum at tingast við
okkara grannalond um økt
veiðirættindi.
Ein inntøka er ein inn
tøka, og í hesum døgum
hava Føroyar akutt brúk fyri
inntøkum.
Setur vælferð í vanda
Tí er tað heilt undarligt at
hoyra og síggja, at leiðandi
fólk í Javnaðarflokkinum
venda prístalsviðgerðini av
ríkisveitingini bakið. Tey siga
seg kunna vera 200 milliónir
krónur fyri uttan – hvørt
einasta ár frameftir!
Hvat er hetta fyri ein
hugsunarháttur? Er hetta
búskaparliga ábyrgdarfult?
Er hetta ábyrgdarfult móti
teimum
veiku
í
okkara
samfelag, ið hava vælferð
mest fyri neyðini?
Sambandsflokkurin
er
sosialliberalur flokkur. Vit
eru vinnulívsflokkur, men vit
ynskja samstundis eitt trygt
samfelag fyri øll. Pláss skal
vera fyri øllum. Vit kunnu
ikki liva við, at sjálvsagdar
inntøkur til vælferðarøkið
skulu tveitast burtur.
Javnaðarflokkurin
má
taka sær aðrar partar fyri.
Annars
kann
tað
eftir
løgtingsvalið gerast ein av
bjóðing at finna góða stevið,
ið Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin
annars
hava havt.
LØGtingsvalið 2011
Johan Dahl
valevni hjá
Sambandsflokkinum
til løgtingsvalið
Hvat bagir Javnaðarflokkinum?
Tað er líka náttúrligt at útvega størri inntøkur frá ríkisveitingini sum at
útvega størri inntøkur við at fáa uppisjóvarfisk til virkingar í Føroyum
Høvuðsuppgávan hjá einum
barnaumboðsmanni
skal
vera at varpa ljós á og fremja
rættindini
hjá
børnum,
kunna um hesi rættindi og
tala barnanna søk yvir fyri
myndugleikum og samfelag.
B a r n au m b o ð s m a ð u r i n
skal verja áhugamálini hjá
børnum og fylgja við, hvørjar
menningarmøguleikar børn,
sum vaksa upp í Føroyum,
hava.
Ein Barnaumboðsmaður
skal vera við í øllum málum,
sum viðkoma børnum og
ungum og taka sær av, at
barnsins áhugamál verða
sjónliggjørd og hoyrd. Hann
skal fylgja við øllum lógar
uppskotum, sum viðkoma
børnum og ungum og tryggja,
at tey eru til barnsins besta,
og at tey eru í tráð við barna
rættinda sáttmálan hjá ST.
Barnaumboðsmaðurin
skal koma við uppskotum um
batar, sum kunnu fremjast
fyri at bøta um korini og
rættartrygdina hjá børnum
og ungum.
Barnaumboðsmaðurin
skal upplýsa børn og ung um
teirra rættindi og upplýsa
samfelagið um, at rættindi
hjá børnum og ungum skulu
virðast.
Føroyar
eru
einasta
norðurlandið, sum ikki hevur
ein barnaumboðsmann. Dan
mark hevur tó eitt barnaráð.
At vit hava tørv á einum
barnaumboðsmanni
vísa
m.a. viðmerkingarnar hjá
ST fyrr í ár, um at Føroyar
mangla hagtøl innan barna
fátækradømi og kynsligan
ágang. Hóast Føroyar eru
eitt gott og trygt land at vera
barn í, so er enn langt á mál.
Øll skulu hava tað gott
Jarvin Feilberg
Hansen
valevni Sjálvstýrisfloksins
LØGtingsvalið 2011
Barnanna Umboðsmaður
Eitt av mínum hjartamálum er at fáa ein barnaumboðsmann í Føroyum
Valgreinar