Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í Matteus 22, vers 15-22 hoyra vit longu um skatt, tá fariseararnir spurdu Jesus: “Er tað beint at gjalda keisaran­um skatt ella ikki?” Fólk hava goldið skatt til allar tíðir, men fyrr fór hann allur til keisaran, kongin ella fúrstan, so hesir fingu ráð til fyrisiting og embætismenn, til at fara í kríggj, til at byggja sær slott og prýðiligar bygningar og ráð til at dugna sær og sínum. Aðalsmenn sluppu heilt undan at gjalda skatt, tey ríku sluppu lættari, men eingin bøn var fyri teimum, sum hildu til á niðastu rók í samfelagnum. Tey, sum hava livað av hondum sínum og arbeiði sínum, hava altíð goldið sín part av samfelagnum og væl tað. Teirra lutur var bert at gjalda og ikki at valda – og einki fáa aftur fyri tað, sum tikið varð frá teimum. Skattur og vælferð Meginparturin av skattinum í dag verður borin okkum aftur sum samhaldsfastar vælferðartænastur, eitt nú til barnagarð, skúla, heilsu­ tænastur, almannaverk og fólka­pensjón. Hugsið tykk­ um, hvussu tað hevði verið vorðið, um hvør einstak­ur skuldi goldið fyri alt hetta av egnum lumma og ongan annan møguleika hevði? Vælferðar­samfelagið er komið við tógvi stríð, tí bólkar í samfelagnum, eitt nú Javnaðarflokkurin, hava arbeitt hart fyri hesum. Tað er nú so fastgrógvið, at tað er neyvan nakar flokkur, sum við sítt fulla vit og skil vil sleppa fólkinum upp á fjall, tá tað um vælferðartænastur ræður. Vit kunnu øll verða samd um, at skatturin er alt ov høgur, og at tað skal loysa seg at arbeiða, men tað má eisini loysa seg hjá øllum føroyingum at liva í hesum landi og fáa eitt gott lív. Øll, sum tjena pengar, skulu gjalda til vælferðina. Tí øll hava vit brúk fyri henni. Tað mugu í komandi árum munandi broytingar gerast í samfelagnum fyri at økja um inntøkugrundarlagið hjá landinum.Tað verður ikki gjørt við lyftum upp á hvams­vís, nú beint upp undir valið, tí slíkum lyftum er sjáldan hald í. Tað er aftaná valið, at langtíðarætlanir og langtíðarsemjur um eina strategi fyri búskaparligum vøkstri skulu gerast. Eftir valið verður neyðugt at fara seriøst til verka og halda fokus á búskaparvøkstur og finna semjur, sum røkka longur enn eitt valskeið. Og tað verður neyðugt at standa politiskt saman og ikki seta fótonglar í vegin fyri at markera seg politiskt. Almennu starvsfólkini oysla ikki Fyri at skapa vøkstur mugu vit tí eisini við sam­halds­ føstum skili tálma útreiðsl­ unum, so mest nytta fæst burtur úr hvørji skattakrónu. Vit vilja øll gjalda minst møguligt í skatti, samstundis sum vit krevja alsamt betri og fleiri vælferðartænastur. Vit mugu á fleiri økjum tora at velja og at taka avgerðir, har vit síggja fram um nøsina. Vit mugu tora at fremja politikk og ikki lata standa til við skilaleysari suboptimering ella skilaleysum politiskum prestiguprojektum og val­ agn­um. Tað skal sparast frá almennari síðu, men tað eru ikki tey alment løntu starvsfólkini, sum oyðsla landsins pening burtur. Tey koma eldhuga í starv og gera sítt arbeiði til lítar, men sleppa ikki at arbeiða í frið. Tey verða hildin sum gísli og brúkt sum kastibløka, tí alment løntir politikarar ikki kunnu standa saman og taka varandi avgerðir um fakeindir, stovnar, ráð og málsøki, men hoyggja alt til við at loypa frá eini avgerð til eina aðra. Tað er hetta, sum spillir pening hjá skattaborgarunum. Um alment sett starvsfólk vóru vird og fingu frið at arbeiða, ivist eg ikki eina løtu í, at nógv meira fekst fyri pengarnar, men alt kostar. Eitt er tó vist, vit hava sum heild ongantíð fingið so nógv fyri skattakrónurnar sum í dag, takkað verið eini samhaldsfastari samfelags­ skipan. Fyrr vórðu tey knokk­ roytt fyri líka nógv upp á seg í skatti, men keisarin fór við øllum. Eitt slíkt samfelag ynskja vit okkum ikki aftur, latum okkum heldur siga sum Grundvig gamli segði: “Da har i rigdom vi drevet det vidt, når få har for meget og færre for lidt.” Gevið keisaranum tað, ið keisarans er...? Jóan Pauli Joensen Valevni Javnaðar­ floksins. Listi C http://joanpaulijoensen. blogspot.com LØGtingsvalið 2011 Nú fáa vit at vita, at Lands­ sjúkrahúsið hevur hildið játtanina, og at eingin tørvur er á eykajáttan í ár. Sjálv­ stýrisflokkurin hevur vitjað á Landssjúkrahúsinum, sum er Føroya størsta arbeiðs­ pláss. Eftir eina vitjan skilir tú skjótt, at arbeiðs­um­ støðurnar hjá sjúkra­røktar­ frøðingunum er ótol­andi, tí at tað einasta, sum er spart, eru starvsfólka-normeringar. Ómenniskjansligar arbeiðsumstøður Tað eru sjúkrarøktarfrøð ingarnir, sum dag og nátt standa andlit til andlits við sjúklingarnar og við teirra frustrasjónir. Og tær mugu hvønn dag gera neyð­semjur við egin ynski um at veita best møguligu sjúkra­­røktina. Tí alla tíðina skulu tær velja ímillum at seta sjúklingin í vanda ella at spreingja játtanina. Hetta eru ómenniskjaligar arbeiðs­um­støður, sum ein stórur fakbólkur hevur á størsta arbeiðs­plássinum í Føroyum. Sparingar eftir reyv Tað munu vera nógvar orsøkir til, at eykajáttanin til Landssjúkrahúsið so leingi hevur verið fastur táttur í fíggjarnevndini, tí heilsuøkið er eitt kostnaðarmikið og komplekst øki. Men tað er ikki rætt vorðið, tá ið deildir á Landssjúkrahúsinum hava støðugan yvirbelegning, uttan at starvsfólka-norm­ ering­arnar verða lagað­ar til støðuna. Hetta er at halda fólk við fakligum stolt­leika fyri gjøldur og kann enda við at seta sjúkrarøktina í vanda. Heilsupolitikkur Tað stendur í lógini um sjúkrahúsverkið, at tey trý sjúkrahúsini hava rætt og skyldu at veita hvørjum øðrum tænastur, ið kunnu betra um viðgerðartilboðini og raksturin innan sjúkra­ húsverkið. Vit mugu taka støðu til, um hendan áseting verður fylgd til fulnar, og um vit kunnu fáa meira burturúr samlaðu játtanini til Sjúkra­ húsverkið. Hesum vil Sjálvstýris­ flokkurin arbeiða fyri, tá vit verða vald á ting. Les meira á www.kristianna.fo Kristianna Winther Poulsen valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum LØGtingsvalið 2011 Eingin eykajáttan til Landssjúkrahúsið – nakað at reypa av? Løgtingsvalið 2011