mikudagur 26. oktober 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 26. oktober 2011 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Jákup av Skarði
Fyri arbeiðsbólkin
Higartil hava politikkarar
skilt støðuna sum, at vit í
Nólsoy ynskja skip, bert fyri
at
betra
nólsoyarleiðina.
Hetta er púra misskilt!
Vit, ið búgva í Nólsoy, eru
ikki so nalvaskoðandi! Faktist
hugsa vit í Nólsoy nógv
meira um heildina. Vit eru
púra sannførd um, at tað er
Strandferðslan, ið hevur tørv
á nýggjum skipi - soleiðis, at
nýtt skip er á nólsoyarleið
ini og harvið er nøktandi
eykaskip leyst á leiðina til
Sandoy (og Skúvoy), Hest,
Kalsoy, Nólsoy, og Suðuroy.
Tíanverri tykist tað sum
at hetta ynski okkara verður
mett út frá eini yvirdimen
sión av farleiðini til Nólsoyar,
samstundis sum mett verður
út frá einum ónøgdsemi við
skipið, ið røkir farleiðina nú.
Ternan er stór og góð. Men
Ternan er ikki okkara. Vit
vita okkum ikki trygg, hvat
skip siglir til Nólsoyar - ti
um so er at onkur kuril er á
SSL-leiðini, so skal Ternan
vera tøk.
Um tað nú var soleiðis,
at politikkarar høvdu sína
gerandis-farleið sjóvegis til
Havnar, so var teimum greitt,
at tað ið umræður, er at fáa
fasta og trygga farleið til og
frá arbeiði. Hetta vita tey
uml. 40 fólkini, ið hvønn dag
ferðast til Havnar til arbeiðis.
Nógv eru eisini foreldur at
smáum børnum í Nólsoy, og
hava tí uppiborið tryggleikan,
at tey sleppa heimaftur eftir
loknan arbeiðsdag.
Til teirra, ið hava vega
samband til arbeiðis, verður
hesin fyrispurningur settur:
Vóru tit knýtt at SAM ella
Ternuni, áðrenn undirsjóvar
tunnlar vóru boraðir? Um
so er, minnast tit so bíðirøð
og ringar túrar tvørtur um
firðirnar? Minnast tit kanska
eisini onkra avlýsing? Eitt er
vist: Tykkara skip varð ikki
tikið til aðra farleið! Har er
munurin!
Til tykkum, ið nú
hava ferjusamband:
- Vilja tit í Kalsoynni
missa mjólkarpengar ella
stuðla ferjuætlan og tryggja
eykaskip?
- Vilja tit í Sandoynni
tryggja tykkum møguleikan
at sett verður eykaskip inn,
tá ið tørvur er, ella vilja tit
órógva aðrar oyggjar?
- Vilja tit í Hesti sleppa
upp í part, tá ið fartur mangl
ar tvørtur um fjørðin, ella
vilja tit bara sleppa upp í
part, tá ið tað ber til?
- Vilja tit í Skúgvi missa
fartin til Skopunar, samstund
is sum siglandi er av Sandi,
ella vilja tit eisini sleppa av
Gomlu Rætt?
Her er bert eitt at gera: Skjót
ferju-verkætlanina í gongd,
soleiðis at Strandfaraskip
landsins
hevur
eykaskip
at seta inn. Tó at Ternan er
gomul, so hevur hon við hes
um dagføringum fyri nakrar
milliónir krónur møguleika
at traðkað til á nógvum
leiðum - eisini til Suðuroyar!
Ikki er neyðugt at lova og
lova. Einasta tørvur er, er at
politikkarar seta ferjuna í
langtíðarætlan - har talan er
um 18 mánaðir! Hetta er lang
tíðarætlan, tí vit hava longu
bíða í mong ár! Samstundis
er hetta langtíðarætlan, tí
so nógvar aðrar oyggjar
bíða eftir einum eykaskipi,
ið tryggjar teimum støðuga
farleið.
Ein millión er brúkt til
skitsuprojekt. Hvussu leingi
skal hetta liggja áðrenn
gongd kemur á? Hvussu
leingi hevur hetta nakað
virðið? Setið 20 milliónir av
í 2012 og aðrar 20 milliónir
í 2013, so røkir nýggj ferja
farleiðina á ovastevnu 2013!
Góðu valevni til løgtings
valið 2011! Tykkum verður
ynskt gott val og hervið
verður lovað tykkum øllum,
at arbeiðsbólkurin vitjar upp
í saman, við grundgevingum
og fyrispurningum um at
verkætlanin verður byrja0.
Persónliga
skal
eg
vitja
tykkum við jøvnum millum
bili og minna tykkum á jaliga
hugburðin tit og flokkar
tykkara hava sýnt okkum
hesi farnu sjey árini.
Fyri at hjálpa tykkum
at síggja fyrimunir í hesi
verkætlan, verður her víst á
at til ber at leggja grundarlag
undir mongum inntøkum,
harvið verður sjálvsagt eisini
talan um skattakrónur beint
í landskassan. Harafturat
verður vitan innan føroyskt
skipasmíð ment og møgu
leikarnir at bjóða seg fram
uttanlands verður betraðir.
Trivnaðurin á smærri oyggj
um verður betraður og sam
ferðslan
verður
dagførd.
Einasta fortreytin er: Nýggj
ferja til Nólsoyar!
Bestu ynski um gott val og
gott samstarv!
Eingin - ikki ein!
Góði Eyðun, tú ert ikki hvør
sum helst, tá ið tú lyftir lokið
av grýtuni. Stórur skarði av
føringum – eins og eg sjálvur
- lesur tínar viðmerkingar og
situr undir hvørjum orði. Sum
oftast sera beinrakið, men
kanska ov sjálvdan aftursvar.
Loyvi mær hesuferð fyri
egnu rokning at senda tær
alment respons.
Tíðir broytast. Sum nýliga
avmynstraður
stýrislimur
veitst tú, at Kringvarpið
tíverri hevur avmarkaðar
karmar at avrikað fólka
tings- og løgtingsval í sama
fíggjarárið. Hetta ger, at
public-service-stovnurin
noyðist at hugsa nýtt - sum
nakna kvinnan.
Stovnurin
hevur
eftir
førimuni lagt til rættis, at fáa
sum mest burtur úr tí, sum
fíggjarkarmarnir loyva.
Á
hesum
sinni
hevur
Kringvarpið, sum eg síggi tað,
lagt seg eftir at seta luppin
á
aktuellu
samfelagsligu
høvðuspurningarnar.
Fyrr
var frítt slag, men nú skulu
valevnini fyrihalda seg til
tað , sum er viðkomandi og
hevur týdning fyri veljarin.
Hetta hevur verið gongdin
í grannalondunum, so tað
kann ikki vera heilt av leið at
vit flyta okkum á somu leið.
Vit skulu eisini minnast til, at
veljarin er frá 18 og langt upp
í ellisárini. Tað er ein rættiliga
breiður málbólkur og neyvan
hava aldirsbólkarnir sama
sjónarmið, um hvussu eitt
valstríð eigur at skipast av
public-service-stovninum. Tað
er sjálvandi ein stór avbjóðing
hjá Krinvarpinum at røkka
øllum aldursbólkum.
Hesuferð hevur Kring
varpið gjørt sær tann ómak,
at kunna politisku valfeløgini
í rímuligar tíð, um hvussu
valsendingar í útvarpi og
sjónvarpi verða skipaðar.
Valfeløgini ynsktu onkrar
broytingar. Nøkur ynski eru
gingin á møti, meðan okkurt
av teimum hevur Kringvarpið
ikki
fíggjarliga
orku
til.
At senda frá valfundum í
sjónvarpinum kring landið
er serliga dýrt.
Tað er væl møguligt,
at
verandi
valsendingar
ikki hava havt sama undir
haldsvirði sum í gomlum
døgum. Nú skulu valevni
greiða frá, hvørjar loysnir
flokkarnir hava til mest
átroðkandi spurningarnar,
sum føroyska samfelagið
stendur fyri. Tað eru dýrt
drivin
fjølmiðlafólk,
sum
seta dagsskránna og eg gangi
útfrá, at tú er samdur í, at
tey hava innlit í, hvat hevur
týdning fyri framtíðina hjá
meiniga føringinum.
Krøvini til valevnini at
sláa í gjøgnum í nútíðar
miðlaverðini
eru
eisini
ørvísi og helst herd. Hetta
er ein avbjóðing, sum fyrst
og fremst liggur á teimum,
sum bjóða seg fram og
flokkunum.
Avbjóðingin
hjá Krinvarpinum er, at val
evni yvir fyri veljarunum
lýsa ymsu sjónarmiðini og
uppskot til loysnir til tær
størstu
avbjóðingarnar,
sum Føroyar sum samfelag
standa fyri.
Við hesum broytingunum,
haldi eg, at Kringvarpið í størri
mun heldur seg til public-
service-skylduna, hóast, at
undirhaldsvirðið møguliga er
lægri. Alt til sína tíð.
Eyðun Joensen, skal
valstríð vera undihald?
Rúni Heinesen
formaður í Kringvarpsstýrinum