Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 52

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 2 okkara síða VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld. Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðardeildini í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan. Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00. Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Grafisk framleiðsla: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útbering: Posta Miðlahúsið Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sos.fo Eyðun Samuelsen Lýsingarráðgevi es@sos.fo tel. 212577 Birgir W. Høgnesen Lýsingarráðgevi birgir@sos.fo tel. 284444 Magnus Gunnarsson Lýsingarráðgevi maggi@sos.fo tel. 216135 James Olsen Lýsingarráðgevi james@sos.fo tel. 252090 Jonna Gaardbo Lýsingaravgr. jonna@sos.fo tel. 341826 Seinastu vikurnar hava valevni og flokkar ført eitt lívligt og miðvíst valstríð. Flokkarnir hava ídnir kjak­ast í loftmiðlunum, bløðunum, á heima­ síðum og á sosialum netverkum. Enda­leysar plakatir og óteljandi skelti eru hongd upp í bý og á bygd. Og val­ evni hava roynt at ført seg fram mill­ um fólk. Nógv orð hava verið søgd, nógvar loysnir eru drignar fram, og nógvir trupul­leikar eru diskuteraðir. Alt verður gjørt fyri at fáa so stórt vald sum tilber eftir løgtingsvalið leygar­ dagin. Veljarakanningarnar, sum hava verið gjørdar, hava givið ymisk úrslit. Framvegis eru teir fýra stóru flokkarnir væl størri enn hinir. Og teir báðir smáu flokkarnir, sum eru í løgtinginum í løtuni, hava fingið kapping frá enn einum flokki, sum stendur til at fáa um­boð í løgtinginum. Endaspurturin Nú eru bert fáir dagir eftir at føra val­ stríð í, tí leygardagin fara føroyingar á val fyri at gera av, hvussu løgtingið skal mannast komandi árini. Endaspurturin í valstríðnum verður á Rás2 fríggjakvøldið. Frá klokkan 22.00 fara formenninir í flokkunum at kjakast í Miðlahúsinum, har fólk eru væl­komin innar at fylgja kjakinum. Rás2 sendir beinleiðis frá kjakinum. Kaj Leo Johannesen og Høgni Hoydal fara at kjakast um ríkisfelagsskap og blokk. Aksel Johannesen og Jørgen Niclasen fara at kjakast um skatt og almennar útreiðslur. Og Kári á Rógvi, Jenis av Rana og Poul Michelsen fara at kjakast um fólkavøkstur, útbúgving og etisk mál. Formenn kjakast í Miðla­húsinum Fríggjakvøldið verða seinastu orðini í almenna valstríðnum søgd á Rás2, tá ið formenninir í flokkunum fara at kjakast í Miðlahúsinum Fríggjakvøldið kl. 22.00 bresta floksformenninir saman til seinasta almenna kjakið fyri valdagin. Kjakast verður um búskap, ríkisfelagsskap, blokkstuðul, fólkavøkstur og annað. Kom í Miðlahúsið og fylg kjakinum... ...ella hoyr alt á Rás2! Fríggjakvøldið kl. 22.00 Nú skal tað verða Politiskur endaspurtur í Miðlahúsinum fríggjakvøldið Sosialurin 341800 Dinero- potturin komin upp á 20.000 krónur Full ferð er nú komið á pengaspælið Dinero, sum aftur er vorðin fastur táttur í skránni hjá Rás2. Spælið er nú, í mun til áður, broytt soleiðis, at høvuðsvinningurin at vinna er 10.000 krónur, eins og at bowla í Bowlinghøllini á Hálsi í Havn, flogferðir frá Atlantsflog, fartelefonir frá Føroya Tele eins og viðskiftakort frá Effo. – Broytingin er, at nú ber til at vinna pengar. Hesum hava fólk tikið væl undir við, og tað merkja vit á søluni, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. – Sum støðan er beint nú, eru so nógvar sum 20.000 krónur í Dinero- pottinum. Eisini hevur stóri áhugin merkt, at nøkur av sølustøðunum vóru útseld fyri Dinero plátur. Men tær eru nú at fáa kring landið. Einki sølustað hevur verið í Sundalagnum, men at nú eru pláturnar at fáa hjá Inn við Norðskála. – Vit spæla aftur Dinero sunnukvøldið klokkan 19:30, sigur hann. Hóast spælið er nýtt - og nústaðni er farið í gongd aftur – vísir tað seg, at alt fleiri og fleiri eru við í tí.