Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 53

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 3 sjalvstyri.fo Almenna fyrisitingin kann skipast nógv betur til gangs bæði fyri borgara og starvsfólk. Greið mál mugu setast og stovnar skipast har eftir, størri og betur samskipaðir enn nú. Serliga størri og sterkari kommunur við øktum uppgávum og øktari fíggjarorku fara at kunna betra tænastuna á mongum økjum, umframt at skapa arbeiðspláss og kraftdeplar at síggjast um alt landið. Skattabyrðan skal ásetast nógv gløggari. Skattur á løn og vinning skal lækkast. Ístaðin skulu grøn gjøld og fólksins tilfeingi geva landskassanum inntøkur. Hesi gløggu gjøld føra við sær orkusparing, umlegging til varandi orku og at meira fæst burturúr rávøruni. Samstundis fer føroyski realkreditturin at gera bæði vinnubygningar og sethús nógv bíligari. Hetta loysir upp tilfeingi hjá bæði vinnu, húsarhaldi og landi. Vit vilja hava raðfesta umhvørvi og orku. Við miðvísum íløgum kunnu vit bæði spara orku og framleiða orkuna varandi. Jarðhiti, sjóvarfall og aðrar keldur leggjast afturat vatnorku og vindi. Landið má ganga á odda og gera neyðugu íløguna í almennar bygningar. Men eisini vinna og húsarhald ið vilja ganga undan skulu stuðlast við mvg-frítøku og orkulánum. Landið má seta av almenna jørð, so vit raðfesta friðing, frítíð, almennar stovnar, íbúðir til lesandi, eldri og fólk við serligum tørvi. Vit vilja raðfesta útbúgving. Serliga hjartamál okkara er útbúgving, tí útbúgving betrar um mest týðandi tilfeingi okkara – fólkið! Øll kunnu førleikamennast alt lívið. Útbúgving er eisini lykil til tann fólkavøkstur ið er so týðandi. Teir stóru árgangir ið eru á miðnámi í dag skulu allir fáa í boði at fáa í minsta lagi part av útbúgvingini í Føroyum, og skulu møta útheiminum her heima ígjøgnum fjarlestur og útlendsk lesandi í Føroyum. Vit eru longu heimsmeistarar í útbúgving. Ongin tekur føroyskar maskinmeistarar ella skiparar – og sama skulu vit siga um flestu útbúgvingar í Føroyum – føroysk framleiðsla skal vera dygdarmerki í útbúgving eins og í fiskivinnu og aling. Ikki minst útjaðarin fer at blóma við øktum møguleikum at lesa har tú burt umvegis fjarlestur ið skal samskipast um skúladeplar kring landið. Vit vilja raðfesta sjálvstýri. Í Føroyum skulu føroyingar ráða. Tí vilja vit staðfesta politisku spælireglurnar á fólkaatkvøðu. Í stjórnarskipan skulu fyrst og fremst rættindini hjá tí einstaka staðfestast. Javnrættindi, líkaregla, talufrælsi, felagsfrælsi, innløga og virðing fyri tilfeinginum og onnur rættindi skulu staðfestast sum hægri lóg í landi okkara. Føroyar skulu umboðast og virka undir egnum navni og egnum flaggi allastaðni, í altjóða stovnum eins og á olympiska vøllinum. Sjálvstýrisflokkurin hevur gingið á odda at seta spurningar og leggja fram uppskot. Sjálvstýrisflokkurin hevur sett fingramerki síni á mangar semjur og hevur søkt ávirkan. Hesa miðvísu og semjusøkjandi stevnu fylgja vit í samgongu eftir valið eins val og í miðvísari andstøðu undan valinum. sjálvstýrisflokkurin fer á val við greiðari og miðvísari valskrá – vit vilja hava fíggjarskil Stuðlið SjálvStýrinum! Sjálvstýrisflokkurin FOrMAður Kári á Rógvi Sosialurin 341800