mikudagur 26. oktober 2011síða 54
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 43 l 26. oktober 2011
4
Tíðindi
Vilmund Jacobsen
Mentanarvikan, sum verður hildin í
Runavíkarøkinum um dagarnar, varð
sett í Løkshøll sunnudagin. Tað var
Jógvan Fríðriksson, bispur, sum setti
tiltakið, ið hevur verið fastur táttur í
økinum seinnu árini.
Bispur byrjaði røðu sína við at vísa
á, at møguleikin er til staðar sum ein
avbjóðing, ið eggjar til framburð og
skapan.
– Viðrák kann elva til vanahugsan,
men tá tað lotar ímóti, hugsa vit djúpt
og taka árar í hendi. Meðan rákið
rekur, er tað skilagott ikki einans at
hyggja uppá luftina. Gamalt er, at
eins týdningarmikið tað var at skyna
á veðrinum, lesa rákið á luftini og
taka sólina, eins satt er tað, at tað í
sjálvum sær avrikar ikki stórvegis.
Hann segði, at neyðugt er at fara
til verka, síggja møguleikar heldur enn
forðingar.
Hugans kveikari
Bispur vísti á, at tað at halda stevnu
ella fara á messu, er elligamalt fyri
brigdi. Slíkar messur vóru bæði av
handaligum og andaligum slagi.
– Mentan er jú eitt breitt og fjøl
táttað hugtak, meðan listin í sjálvum
sær sum hugtak er væl smalri. Ment
anin fevnir breitt, og hon er onkurs
vegna fólkslig. Mentan fangar fólkið,
nemur sinnið og er borin av anda.
Mentanin er hugans kveikjari, so verk
verður lagt úr hondum.
Og Jógvan Fríðriksson helt fram:
– At vera til nyttuna, er gomul
máliska og sipar til fatanina, at alt
skal vera til nyttuna. Neyðugt var at
fara væl um tíðina og ikki ganga sum
ein ónytta.
Tað óneyðuga
Bispur vísti eisini á, at tað at geva
mentanini gætur, var ikki altíð høgt í
metum. Hann legði aftrat, at lívleys
tykist tann vera, ið einans ger tað, ið
neyðugt er.
– Eyðvitað skal tað neyðuga ger
ast, men hugsast kann, at tað neyð
uga verður stimbrað og ment av ráki
og eggjan, sum tað óneyðuga elur
fram. Viðhvørt er tað óneyðuga meira
neyðugt enn tað neyðuga.
Jógvan Fríðriksson segði, at í hes
um føri verður hugsað um teir jaligu
ringarnar, ið spreiða seg runt um í ein
um samfelag, har eitt ríkt mentanarlív
livir og andar.
– Vit síggja eina mynd ella ein
málning. Í roynd og veru síggja vit
nógv meira. Vit síggja tíð og stað,
arbeiði og frítíð. Ja, enntá ein ab
straktur málningur kann tíðarfestast,
tí mentanin og listin eru um ikki
tíðarbundin sum miðlar, ið festa al
heimin og tað æviga í nútíðini. Vit
hoyra tónleikin og tey, ið spæla,
geva okkum nakað, sum vit álvarsliga
sakna, um tað ikki var. Uttan tónleik
og evnini at syngja misti sjálvt lívið
gongulagið – ella lívsrytman fór av
lagi og misti stevið.
Meira enn matur
Bispur vísti á týdningin av, at menn
iskju skapa við handans hegni og fimi,
sum hann tók til.
– Tað er handverk, ið sigur søguna
um ættarlið, lívshátt og vitan. Vinnu
ligur framburður byrjar mangan sum
hugskot, ið hyggur aftur eftir og tekur
til sín fedranna førning, tó ikki aftur
lítandi burturav, men afturlítandi til
tess at kenna søguna og skapa eina
burðadygga framtíð.
Jógvan Fríðriksson segði, at á ein
hátt er henda vikan – mentanarvikan
– ein staðfesting av einum veruleika,
ið týskur gudfrøðingur hevur orðað so
meistarliga.
– Vinna og arbeiði til virknar hendur
er lívsneyðugt til tess at lívbjarga sær
og sínum, til tess at fáa breyð á borði.
Uttan breyð, einki lív.
Hann vísti eisini á orð hjá týska
gudfrøðinginum, sum sigur, at um
vit einans eta breyð – so er deyðin í
durinum.
– Minnist meg rætt, orðaði hon
setningin soleiðis: »Vit doyggja av
breyði eina...« Tað merkir einfalt, at
lívið er meira enn matur.
Bispur segði, at hesa vikuna renna
hesi bæði fyribrigdini saman og eru
ein heild.
– Vinna og vinnuvitan í samljóði
við mentan, søgulig og andsborin
avrik. Og úrslitið kemur við svalliga
lotinum, sum tey, ið ganga og røra
seg í føroysku náttúruni, staðfesta.
Úrslitið er eyðsýnt. Tað fer at grógva
um gangandi fót, bæði beinleiðis og
sagt í myndamáli.
Jógvan Fríðriksson, bispur, endaði
við hesum orðum:
– Men fyrst brynja vit okkum út til
stundandi vetur – og so kemur várið
við sól í fjallaroða, segði hann í set
anarrøðuni, har hann at enda eisini
ynskti øllum góða stevnu og góða
mentanarviku.
Mentan er hugans
kveikjari
– At geva mentanini gætur var ikki altíð høgt í
metum, men lívleys tykist tann vera, sum einans
ger tað, ið neyðugt er. Viðhvørt er tað óneyðuga
meira neyðugt enn tað neyðuga, segði bispur, Jógvan
Fríðriksson, tá hann setti mentanarvikuna í Løkshøll
Tað var Olaf Olsen, fyrrverandi
reiðari, løgtings-og landsstýris
maður, sum setti Faroexpo-stevn
una týsmorgunin.
Bæði fyri og eftir setan settu
ungar gentur serstakan dám á set
anina við sínum ljóðførum.
Olaf Olsen beyð gestunum
– nær og fjar - vælkomnum og
segði, at hetta er sjeyndu ferð,
at Faroexpo verður hildin. Hann
segði, at vinnustevnan, sum árini
eru liðin, hevur fingið størri og
størri undirtøku.
– Vit eru stødd miðskeiðis í Før
oyum, hóast hetta ikki er høvuðs
staðurin, men nógv tann størsti
parturin av okkara framleiðslu
virksemi liggur í hesum øki.
Hann segði seg harmast um, at
einki hotell er opið í økinum, men
segði seg vóna, at hetta skjótt
verður møguligt aftur.
– Vit vóna eisini, at tað skjótt
verður skjótari at koyra millum
Runavík og Havnina.
Olaf Olsen vísti á, at í hesum
tíðum, har veðurlagið nógva staðni
argar, kundi hann upplýsa, at
Føroyar ikki hava uppliva vatnflóð,
jarðskjálvtar ella tyfonir.
– Men, tá hetta er sagt, noyðist
eg at viðurkenna, at veðurlagið
summar tíðir kann vera rættiliga
harðbalið.
Hann helt tað vera trupult
at máta virðið av, at fyritøkur
kunnu hittast á slíka hátt sum á
Faroexpo.
- Men vit vita við vissu, at hetta
er neyðugt, og vit vóna, at allir
luttakarar kunnu fara heimaftur
við teirri kenslu at hava eitt hvørt
positivt við sær.
Olaf Olsen vísti eisini á, at løg
tingsval verður í Føroyum leyg
ardagin, og valorrustan hevur
órógvað eitt sindur.
– Vit vóna, at úrslitið av valinum
fellir soleiðis, at virksemi fær betri
umstøður undir eini komandi
stjórn.
Hann segði, at fyrireikararnir
vilja gera alt fyri, at Faroexpo
eydnast, bæði fyri føroysku og
útlendsku luttakararnar.
– Vit vóna eisini, at Faroexpo
fer at liva upp til vónirnar,
sum luttakararnir hava til hesa
vinnustevnu, segði Olaf Olsen,
tá hann setti Faroexpo fyri løtu
síðan.
Olaf setti
Faroexpo
í Runavík
Tað hevur stóran
týdning, at menniskju
skapa við handans
hegni og fimi
– Eyðvitað skal tað neyðuga gerast, men hugsast
kann, at tað neyðuga verður stimbrað og ment av
ráki og eggjan, sum tað óneyðuga elur fram, segði
Jógvan Fríðriksson
– Lívið er meira enn matur, segði bispur, tá hann setti
mentanarvikuna í Løkshøll í Runavík sunnudagin