Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 56

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 6 Stjórin Vilmund Jacobsen Sp/f Virkisráðgeving (VRG), sum hús­ ast á Høgabóli í Saltangará, er stovn­ að í 1997. Fremsta endamál hjá fyritøkuni er at veita eina tænastu, sum hjálpir við­skifta­fólki at røkka sínum málum gjøgn­um ráðgeving innan leiðslu, bú­ skap, marknaðarføring, rekruttering, góðsku-og umhvørvisstýring. Stjóri og eigari av VRG er Símun Hammer, ið er útbúgvin sum fiski­vinnu­ frøðingur á Universitetinum í Tromsø við høvuðsritgerð í virkisbúskapi. Umframt sína útbúgving, hevur hann tikið ymisk skeið og serti­fi­ser­ ingar innan leiðslu á økjum, sum fevna um tað, ið Virkisráðgeving arbeiðir við. Men hví fór Símun júst í holt við at stovna eina slíka fyritøku? – Í fyrsta lagi var tað áhugin fyri at hava egið virki. At tað so bleiv ein ráð­gevingarfyritøka, komst av, at eg í Noregi arbeiddi nakað saman við ein­ari ráðgevingarfyritøku. Eg metti eis­ini, at tørvurin fyri slíkum virksemi helst eisini var til staðar í Føroyum. Tað at fyritøkur velja at keypa seg til ymiskar uppgávur, sum ofta eru tíðar­ avmarkaðar heldur enn at seta fólk í starv til hetta, sigur Símun Hammer. Brúk fyri VRG Vit spurdu eisini stjóran og eigaran, um brúk er fyri eini slíkari fyritøku í Føroyum? – Ja, tá eg havi valt at halda á so leingi, er tað tí eg meti, at vit hava ein marknað at røkja, og at viðskiftafólk eftirspyrja okkara tænastur. Símun vísir á, at Virkisráðgevingin serliga arbeiðir innan 1) Leiðslu (mál- og avriksleiðslu og verkætlanarleiðslu), 2) Búskap (greiningar, virkisætlanir og prospektir), 3) Marknaðarføring (samskipan av marknaðarligum átøk­ um), 4) Strategiskari ráðgeving og 5) Rekruttering (hjálp við setan av starvs­fólkum og ráðgeving í Starvs­ fólkaviðurskiftum) og 6) Góðsku-/ Umhvørvisstýring (hjálp til at røkka sertifiseringum eftir ymiskjum altjóða standardum). Stjórin vísir á, at nógvir ymiskir standardir eru, sum eitt nú útlendsk viðskiftafeløg krevja av føroyskum virkjum. – Skilt verður í hesum sambandi millum produktstandardir og leiðslu­ skipanir, og vit veita ráðgeving bæði innan produkt- og leiðslustandardir, legg­ur hann aftrat. Størri virðisøking Hvussu metir Símun so vinnuligu út­ litini í Føroyum? – Eg meti, at tey er nokso óviss. Um vit halda okkum til tað, sum vit kenna, er ikki lætt at síggja fyri sær nakran stóran búskaparvøkstur komandi tvey árini. Men hetta kann broytast, um eitt nú olja verður funnin. Størri virðisøking av fiski í Føroyum vil eisini kunna geva ávísan framburð, eitt nú um størri partur av makrelinum verður virðisøktur í Føroyum. Men hetta er ikki bara sum at siga tað, tí tað krevur neyðugan førleika og ikki minst, at marknaður er fyri virðisøktu før­oysku vøruni. Eg meti tó, at vit eiga at arbeiða fram ímóti hesum. Stjórin í VRG heldur, at ein partur fyri at røkka hesum er eisini, at vit gera Føroyar so áhugaverdar sum gjørligt, bæði fyri føroyska og útlendska vinnu. – Her hugsi eg eitt nú um, at tað eis­ini framyvir skal verða áhugavert at gera íløgur í føroysk vinnulív – og at karm­arnir eru støðugir, sigur Símun Hammer, stjóri og eigari av Sp/f Virkis­ráðgeving, ið eisini samskipar Faro­expo, sum í hesi vikuni verður hildin í Runavík. vilmund@sosialurin.fo Virkisráðgeving veitir eftirspurdar tænastur – Um vit halda okkum til tað, sum vit kenna, er ikki lætt at síggja fyri sær nakran stóran búskapar­ vøkstur komandi tvey árini. Men hetta kann broytast, um eitt nú olja verður funnin. Størri virðisøking av fiski í Føroyum vil eisini kunna geva ávísan framburð, eitt nú um størri partur av makrelinum verður virðisøktur í Føroyum, sigur Símun Hammer, stjóri og eigari av Sp/f Virkisráðgeving Um vit halda okkum til tað, sum vit kenna, er ikki lætt at síggja fyri sær nakran stóran búskaparvøkstur komandi tvey árini Símun Hammer er stjóri og eigari av Sp/f Virkisráðgeving á Høgabóli í Saltangará Navn: Símun Hammer Aldur: 47 ár Útbúgvingar: Fiskivinnufrøðingur frá Universitetinum í Tromsø. Høvuðsritgerð: Virkisbúskapur Hjúnarfelagi: Irene Hammer Børn: 4 Virkisráðgeving (www.vrg.fo) Stovnað 11. mars 1997 Starvsfólk: 3 føst (tímalønt eftir tørvi)