Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 57

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 7 Løgtingsval Vikutema Heilsuverkið skal hava betri karmar at arbeiða innan, soleiðis at sjúklingurin er tryggjaður bestu viðgerð, samstundis sum starvsfólkið er tryggjað bestu arbeiðsumstøður. Hetta merkir, at talið á starvsfólkið sjálvandi skal vera gjørt í mun til tørvin. Tað skal als ikki ganga meira, at deildir, ið eru normeraðar til t.d. 10 sjúklingar, arbeiða við einari støðugari yvir­ belegning uppá nærum 100 % dagliga, meðan talið á starvsfólkið er tað sama. Hetta er ikki virðiligt fyri sjúklingarnar, ið mugu liggja á gongunum, men heldur ikki eru hetta virðiligar arbeiðsumstøður fyri starvsfólkið, ið javnan hevur gjørt leiðsluna vara við hesar trupulleikar, men uttan stórvegis úrslit. Heilsuverkið má umraðfestast á ein hátt, ið tryggjar hægri góðsku á sjúkugongunum og samstundis tryggjar starvsfólkunum eitt ar­beiðs­ pláss, ið ikki tekur arbeiðshugin frá teimum. Fakliga støði hjá okkara sjúkrarøktarfrøðingum er høgt, og sjúkrarøktin verður eisini veitt á høg­ um fakligum og menniskjaligum støði. Neyðugt er, at tað frá almennari síðu verður víst virðing fyri hesum fakbólkið, ið ikki altíð hevur tær bestu fortreytirnar at arbeiða innan. Neyðugt er eisini, at tað frá almennari síðu verður víst sjúklingunum so mikið av virðing, at teir ikki verða kroystir inn á yvirfyltar deildir við ov lítið av starvsfólkið svarandi til sjúklingatalið. Vit í Framsókn vilja vera við til at broyta nú­ ver­andi skipan til eina skipan, ið altíð hevur sjúk­ lingin í fokus. Vit vilja vera við til at skapa betri karmar fyri sjúkrarøktina, ið hava við sær, at sjúkra­røktar­ frøðingarnir kunnu miðsavna seg um tað at røkta sjúklingin og harvið minka um frustratiónir, ið standast av yvirbelegninginum og kensluni av ikki at verða hoyrdur sum starvsfólk. Vit mugu skapa eitt arbeiðspláss, har starvs­ fólkið verður hoyrt og teirra hugsanir og mein- ingar verða tiknar í álvara. Eg verði sjálv liðug sum sjúkrarøktarfrøðingur í januar 2012, og havi í míni starvsvenjing á Lands­sjúkrahúsinum uppliva hesi deildir, ið eru áhaldandi yvirfyltar, og er hetta als ikki eru nøktandi hvørki fyri sjúklingarnar ella sjúkra­ røktar­frøðingarnar, ið eru um teir. Eg vil sum valevni hjá Framsókn arbeiða fyri at betra hesi viðurskifti, ið eru av stórum týdningi fyri okkum sum sjúkrarøktarfrøðingar, men so sanniliga eisini fyri sjúklingin, ið, vit í Framsókn meta, hevur rætt til eina holistiska røkt undir umstøðum, har hann er í fokus, og har tað sum minstakrav er pláss fyri honum á deildini ! Framsókn... ella meira av tí sama ! Birita á Løgmansbø Bláhamar Valevni hjá Framsókn Neyðugt at húsast við skili og at vinnulívið á sjógvi og landi fær góðan og tryggan karm at virka undir! Tað sum politikkarar mangan gloyma og tykj­ ast at hava trupult við at skilja, er, at tað er ein inntøkusíða og ein útreiðslusíða. Tað er ein meginregla í einum og hvørjum húsar­haldið, at »man kemur út at koyra« um útreiðslusíðan ár eftir ár er størri enn inn­ tøkusíðan! Fyri landshúsarhaldið er meginreglan júst tann sama – og tí er tað altavgerðandi, at húsast verður við skili og at skattgjaldarans peningur verður nýttur skilagott! Og eg spyrji, nær fara vit at húsast eftir føroyskum fortreytum? Ella skullu vit bara halda fram við at látast, sum um “tað gongur nokk?”NEI! og aftur NEI!! Umráðandi er, at vinnulívið – bæði á sjógvi og landi – far góðan og ikki minst tryggan karm at virka undir. Nívandi avgjøld á vinnulívið er tað sama sum at »drepa hønina, ið verpur gullegg!!«. Veikir polittikarar lata seg stýra av umsitingini Politikkarin má hava rygg til ikki at lata seg stýra av umsitingini! Umráð­andi er, at húsast verður skilagot – eingin ivi um tað!! Og tí má tað stríðast ímóti tí ráki sum hevur tikið seg upp - serliga tey seinru árini. Tað má arbeiðast fyri, at fremja skilagóðar loysnir! Rákið má vendast! Tað er ikki skilagott, framhaldandi at vaksa um »mannskapið á brúnni«! Hetta fær avleiðingar fyri tey,ið strevast og stríðast á »dekkinum«. Heldur eiga vit miðvíst, at kanna og fremja sparingar »á brúnni« til frama fyri tey, ið eru á »dekkinum«. Tað er ein skilagóð leið at ganga – til gagns fyri mong! Ikki bert skilagott , men neyðugt! Vit hava ikki ráð til annað! Tað er ein inntøkusíða og ein útreiðslusíða Tordur J. Niclasen Listi H Skattapolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum ger mun, tí hann er rættari og lættari og • minkar um útreiðslur landskassans viðv. av­marking av frádráttum v.m. • økir um inntøkur landskassans við hægri partafelagsskatti • økir um inntøkur landskassans við tilfeing­ is­skatti • minkar um hallið á fíggjarlógini • minkar munandi um skattin hjá lág- og miðal­inntøkunum Við uppskotinum omanfyri verður pláss fyri fáum, men týdningarmiklum átøkum komandi ár. Hesi eru • at fáa bíðilistan hjá børnum og ungum á Psykiatriska Deplinum burtur • nýta tilfeingisgjaldið til útjavning, íverk­set­ an, konjunkturjavning og arbeiðs­markn­ aðardepil til umskúling og eftirútbúgving • at lesandi skulu hava studning allar 12 mánaðirnar og lesandi forsyrgjarar hægri eykastudning • skipa fyri alneyðugum eftirútbúgvingum av námsfrøðinum og hjálparfólkum Vit minka um undirskotið, skapa vøkstur í vinnuni, geva lág-og miðalinntøkunum skatta­lætta og hjálpa hart raktum børnum og familj­um teirra. Les um mínar ætlanir á www.j.fo/hansmourits Millum 1.000 og 2.000 kr. um mánaðin, tað ger mun! Hans Mourits Foldbo Politikkur hevur altíð verið eitt av mínum stóru áhugamálum og fylt nógv í mínum frítíðar­ virk­semi. Síðan eg fyrstu ferð gjørdist limur í einum fakfelag, hevur støðan hjá føroyska løn­ móttakarum havt mín stóra áhuga. Eg vil arbeiða fyri, at arbeiðseftirlitið verður endurstovnað. Arbeiðseftirlitið skal hava neyðuga orku til at loysa álagdar uppgávur. Eg fari at arbeiða fyri, at øll almenn bygging ikki fer á útlendskar hendur, um arbeiðsloysið er meira enn 5%. Hetta fer at fáa gongd aftur á samfelagshjólini, ið er harðliga tiltrongt. Príseftirlitið skal endurstovnast, so føroyska familjan betur kann fáa endarnar at røkka saman. Húsaprísurin í Føroyum er totalt vitleysur. Hetta hevur millum annað ført við sær, at vanligi føroyingurin hevur trupult við at fáa end­arnar at røkka saman. Eg vil arbeiða fyri, at luta- og leiguíbúðir vera bygdar, so familjur, støk og eldri kunnu búseta seg í bíligari íbúðum. Men hetta er eisini ein kommunal uppgáva, tí bústaðarmynstrið í Føroyum er alvorliga av­ skeklað. Íbúðirnar skulu eisini lúka búðstaðar- og atkomutreytir fyri rørslutarnað. Lesandi og ung skulu hava møguleika at flyta heimanífrá í hóskandi íbúðir. Hetta fyri at fáa eina lestrar- og ungdómsmentan kring miðnám og framhaldsútbúgvingar. Leigan skal vera samsvarandi inntøku. Byggjing av hesum kann vera í samstarv við Húsalánsgrunnin og privatar aktørar, so sum bankar, tryggingarfeløg, fakfeløg v.m. Føroyar skal byggja íbúðir til fólk við serligum búðstaðartørvi, soleiðis at íbúðirnar eru gjørdar til endamálið og ikki ein lappaloysn, har landið leigar vanlig sethús. Eg haldi, at tað nýfødda og ættleidda barnið hevur rætt til at vera heima tað fyrsta árið. Tað er upp til foreldrini at deila barnsburðarfarloyvi eftir tørvinum hjá barninum. Tað skal ikki setast ein kvota á, hvør skal vera heima, men foreldrini avgera, hvat er best fyri teirra barn. Eg vil, at tað einstaka barnið eisini skal hava ein rætt til foreldrini. Tí vil eg virka fyri, at hvørt barn hevur rætt til 2 umsorganardagar pr. for­ eld­ur um árið. Barnið á dagstovninum hevur rætt til, at arbeiðið hjá námsfrøðingunum og hjálparfólkum skal vera væl fyrireika. Tí vil eg arbeiða hart fyri, at fyrireiking verður tryggjað í dagstovnalógini. Hetta so øll børn hava sama tilboð, óansað hvar tey búgva.  Eg haldi, at tað er ein óskikkur, at tingfólk leggja kostnaðarmikil uppskot fram á ting, har eingin fígging fylgir við. Eg vil, at uppskot, ið ikki eru fíggjað og vera løgd á tingsins borð, vera avvíst. Tað er ein vánalig mannagongd, ið má steðgast. Ongantíð ov skjótt. Tí skulu tit velja meg