Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 58

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 8 Løgtingsval Vikutema Stendur tað til donsku stjórnina, ja so verður tað ikki leingi til til lógávan verður broytt, soleiðis, at samkynd kunnu giftast í donsku fólkakirkjuni. Hetta boðaði nýggi danski kirkjuministarin frá í “TV-avisen” mikudagin 18.10.11. Fyri flest føroyingar, er hjúnabandið at skilja, sum »bandið« millum mann og kvinnu. Men eftir øllum at døma, ikki so, í tí landi, ið vit eru í ríkisfelagsskapi við! Nú skal tað innan kirkjunnar gátt verða líka so náttúrligt at vígsla kann fara fram av samkyndum, sum tá maður og kvinna verða vígd! Hetta er ein politisk avgerð , sum uttan iva fellur mongum føroyingi fyri brósti – óivað einum sera stórum meiriluta av føroyingum. Á fólkatingsvalinum fingu Sambands­ flokk­urin og Javnaðarflokkurin umboðan á dana­ting. Hesir flokkar hava ikki hildið seg aftur at stuðla donskum stjórnum – tá hesir hava verið partur av parlamentariska grundarlagnum á Fólkatingi. Àhugavert verður at síggja hvussu leikur hjá okkara umboðum á fólkatingi í hesum máli fer fram. Danskir polittikkara hava áður beinleiðis lagt seg út í spurningar, ið hava verið til við­ gerð­ar á Føroya løgtingi. Ja, eisini komnir til Føroyar fyri at gera sína ávirkan galdandi!! Teir hava ikki hildið seg aftur! Nú er løtan, har løgmaður vegna føroyska fólkið eigur at mótmæla, at landið,ið vit eru í ríkisfelagsskapi við hevur ætlanir um at fremja slíka lóggávu, sum beinleiðis er ein háðan móti parti av ríkisfelagsskapinum og tí sum hjá flest føroyingum verður metta heilagt at vera! Vegna føroyska fólkið eigur løgmaður at mótmæla mótvegis donsku stjórnini Heta var yvirskrift í samband við samrøðu, ið Sosialurin hevði við Jákup Petersen, yvl. á Klaks­ víkar sjúkrahúsi fyri stuttum. Og tað er júst tað sama, sum vit í Eysturoynni og aðrastaðnis hava uppliva hetta 3 ára tíðar­ skeiðið, har ein »Miðsavningarbylgja« hevur skol­að yvir landið! Vit hava sæð hetta í politiska tosinum um »komm­unusamaleggingar«! Vit hava sæð hetta innan heilsuverkið – sjúkra­ húsverkið! Vit hava sæð tað innan mentanarøkið. Vit hava sæð hetta innan eldraøkið – røktar­ heimsøkið! o.s.fr, o.s.fr Krumtøppurin Hvat eldarøkinum viðvíkur hava kommunurnar í Eysturoynni gingið á odda. Tær hava staðið saman og fingið so ómetaliga nógv av skafti. Krumtøppurin er og hevur verið tað »privata« og kommunala initiativið. Vit hava sæð hetta á Eiði, Skála, Toftum! Í Fuglafirði,Gøtu,Leirvík og Runavíkini (Sjóar kommuna royndi,men fekk tíanverri ikki loyvi til tess av landsstýrinum) og so sannuliga eisini, har hesar kommunurnar saman við øllum hinum í Eysturoynni tóku eitt megnartak longu fyrst í 80 árinum og grundað á »Sjálvsognarmeginregluna« fingu Eysturoyar Røktar-og ellisheim bygt. Tøkk hava tey uppiborðið sum á sinni tóku hetta stig og kommunurnar, sum stóðu saman um ætlanina og fingu hana framda. Í Norðoyggum og aðrastaðnis í landinum eru eisini líknandi dømi. Riggað væl Sjálvsognarstovnurin, sum kommmunurnar »ráða yvir« hevur riggað avbera væl og við skilagóðum stýri,dugnaligum og røskum starvsfólki hevur stovnurin tænt – og tænir – dagliga sínari upp­ gávu, nevnliga at veita linna, umsorgan , heilsu- og sjúkrarøkt til teirra, ið tørva vegna elli og tvørrandi heilsu. MEN tað dregur á luftina, og vit kenna tað sum Jákup, at »tey vilja bjarga okkum, hóast vit ikki eru í neyð«! Tey royna at billa okkum inn, at “samanlegging” er loysnin! Og vit spyrja: Loysnin fyri hvønn?? Jú, meginumsitingina,ið bólgnar! Tað gerast fleiri generalar,færri soldatar! Fleiri á brúnni – færri á dekkinum!! Sjálvsognarstovnurin skal avmonterast – betri við “samanlegging” siga tey! Og vit spyrja aftur: Betri fyri hvønn? Jú, umsitingina,sum bólgnar! Úrslitið tað sama, nevnliga, fleiri á brúnni – færri á dekkinum! Tí peningurin, tann samlaði, skal jú strekkja til! Veikir polittikarar lata seg stýra av umsitingini Politikkarin má hava rygg til ikki at lata seg stýra av umsitingini! Umráð­andi er, at húsast verður skilagott – eingin ivi um tað!! Og tí má tað stríð­ ast ímóti tí ráki sum hevur tikið seg upp - serliga tey seinru árini. Tað má arbeið­ast fyri, at fremja skila­góðar loysnir! Rákið má vendast! Tað er ikki skilagott, framhaldandi at vaksa um »mannskapið á brúnni«! Hetta fær av­leiðingar fyri tey, ið strevast og stríðast á »dekkinum«. Heldur eiga vit miðvíst, at kanna og fremja sparingar »á brúnni« til frama fyri tey, ið eru á »dekkinum«. Tað er ein skilagóð leið at ganga – til gagns fyri mong! Ikki bert skila­gott, men neyðugt! Vit hava ikki ráð til annað! Á tann hátt kemur játtanin eisini brúkaranum betri til góða! Fyri meg er hetta eitt hjartamál at stríðast fyri! Tey vilja bjarga mær hóast eg ikki eri í neyð... Tordur J. Niclasen Listi H Tordur J. Niclasen Listi H Henda »skelkandi« yvirskrift var heitið á eini valgrein sum umboð fyri ein av teim flokkunum, ið sitið hava við ræðið hesi seinastu árini, hevði í bløðunum herfyri. Tá viðkomandi førir fram, at »flokkurin (ið viðkomandi stillar upp fyri) vil hava eina nýggja skipan, har lívsgóðska, frælsi og felagsskapur fyri tey eldru verður í hásætið« so fekk eg eina kenslu av, at viðkomandi ikki rættuliga veit hvat fyrigongur á mongum røktarheimum – og sambýlum - kring landið! Starvsfólkið ger eitt megnar arbeiði Á mongum heimum kring landið er bæði »lívs­ góðska, frælsi og felagsskapur« í hásæti! Starvs­fólkið, í góðum samstarvi við búfólk og av­varð­andi, kýtir seg fyri júst at gera dagligdagin so stimbrandi sum tilber. Umframt at veita ta neyðugu heilsu-og sjúkrarøktina, væl kryddrað við umsorgan, so verður skipað fyri dagligum tiltøkum,ið eru bæði mennandi og undirhaldandi, har »lívsgóðska, frælsi og felagsskapurin« klár­ liga kemur til sjóndar. Umframt hesi mennandi tiltøkini,har sjálvandi eisini hædd verður tikin fyri tørvi hins einstaka, so verður eisini skipað fyri mentunarkvøldum, sang- og hugnaløtum,ferðum innanlanda eins væl uttanlanda o.s.fr.,o.s.fr. Samdur Viðkomandi valevnið harmast um – og tað geri eg við – at »fyribyrgjandi arbeiðið við eini styrktari heimahjálp o.l. er spart niður um pínu­markið«. Púra rætt, tað er júst tað, sum er hent hesi seinastu 3 árini, har m.a. eisini reingerðingshjálpin varð tikin frá pensionistunum! Valmøguleikin, ið hvarv! At vera heima ”hjá sær sjálvum” longst gjørligt er tað mest náttúrliga og eigur at standa øllum í boðið! Tó tykist trupult at fáa eygað á henda møguleikan, hóast nógv hevur verið tosað um tað frá politiskari síðu! Eitt er at tosa –annað er handla!! Hesin valmøguleiki eigur at koma aftur á dagsskránna!! Eisini er tað eitt hugskot at menna nýggjar bústaðarhættir soleiðis at tey, ið ynskja tað, kunnu finna ein bústað sum eisini nøktar tørvin fyri tryggleika og felagsskapi við onnur. »Lívsgóðska,frælsi og felagsskapurin« Ynski og tørvur kann vera so ymiskt frá einum til ein annan. Men umráðandi er, at frælsi og møguleikin til at velja, er tilstaðar! Tað er grundarlagið fyri lívsgóðsku! Eisini tá valið fellur á sambýlis –og ella røktarheimspláss! Røktarheim skulu ikki verða goymistøð … Tordur J. Niclasen Listi H