Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 59

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 9 Løgtingsval Vikutema Vinnan er fundamentið undir vælferð okkara Nú eyguni eru vend út í heim, og fólk spyrja um heimskreppu, og hvussu hon man fara at raka okkara vælferð, slepst ikki undan at seta spurnartekin við samfelagsbúskapin í Føroyum. Tað almenna hevur eitt hall á 500 mió. kr. Olju- og kostnaðarprísir eru høgir. Arbeiðsloysið og fráflyting er gerandis­ kostur. Vit kunnu róliga staðfesta, at føroyska sam­felagið er í kreppu. Hyggja vit at fiski-, ali- ferða- og tónleika­ vinnuni, so síggja vit, at føroyska vinnan hev­ur ov eintáttaðan vinnubygnað við stórum vakst­ rar- og produktivitetstrupulleikum. Manglandi íløgur- og útlendskur kapitalur ger, at virkini hava tað trupult við at kappast og halda sær omaná, í stóru altjóða kappingini. Vinnan er fundamentið undir vælferð okkara, og tí eiga politiskir mynduleikar saman við vinn­uni at seta strategiskar langtíðarætlanir út í korti: So vit framhaldandi kunnu menna og økja um okkara framleiðslu, vørunøgd, sølu­ virði á kappingarførum støði. Í dag eru flest allar føroyskar vinnur fram­ leiðslurættaðar, heldur enn vitanar­rættaðar. Hetta merkir, at eindirnar av feløgum eiga at gerast størri og effektivari, um tær skulu megna hørðu kappingina í altjóða høpi. Hin­ vegin áttu vit at miðað eftir vitanartyngri vinnum og hervið brúkt meiri pening til gransk­ ing, soleiðis at nýggj og spennandi produkt sóu dagsins ljós - so sum Omega 3 feittsýra úr laksi. Vit eiga at gerast enn betur til tað, vit duga og harvið granska, menna og skapa nýggj produkt, soleiðis at niche-vinnur síggja dagsins ljós, og søluvirði er munandi hægri enn fiskur, ið verður seldur óviðgjørdur av landinum. Hetta hevði ført við sær, at t.d. verkfrøðingar, bioanalytikarir, og maskinmeistarar høvdu fingið størv innan privatu vinnuna í munandi størri tali og hevði vælferð og búskapaðarvøkstur verið størri í samfelagnum enn í dag. Landið eigur saman við vinnuni at innrætta marknaðarskipan og treytir soleiðis, at kapi­ talur fær smidligari gongd í íløgur. Á tann hátt er møguleiki fyri nýggjum feløgum at kapp­ast móti teimum stóru feløgum og við fríari kapping lækka umkostnaðarstøðið her á landi. Uttan eldsálir við frálíkum hugskotum, kunnu hvørki bankar ella tað almenna hjálpa. Tí eigur íverksetan, granskin, venture-kapi­ talur (grunnar) og góð ráðgeving at handilsgera hugskotini. Landsins politikarar mugu gera semju við vinnuna, at samstarva seg til eina langtíðar avtalu, soleiðis at vinnan aftur gerst burðar­ dygg. Búskapurvøkstur skapar økta vælferð, sum kemur øllum føroyingum til góðar. Tað eigur at verða lættari og rættari at verða vinnurekandi í Føroyum Hetta vil eg virka fyri! 1. At allir flokkar gera langtíðar strategiskar ætlanir saman við vinnuni, um hvussu hon burðardygt kann mennast og vaksa í fram­tíðini. 2. At útgangsstøðið verður tikið innan ver­ andi útflutningsvinnur: Fiski-, ali-, ferða- og mentanarvinnu - her verður hugsað um relateraðar útbúgvingar, ið eru mál­ rætt­aðar til vinnu og avleitt vinnulív. 3. At granskingar-, útbúgvingardeplar og aðrir deplar eitt nú Vinnuhúsið, Bú­skap­ ar­ráðið, Fróðskaparsetrið, Hav­stovan, Fiskaaling, Sjúkrahúsverkið, Heilsu­ frøði­liga Starv­stovan, Biofar og komandi Ferða­vinnu­depilin, Ferða­vinnu­ráðið og Listaráðið v.ø. skulu arbeiða enn tættari saman um­vegis samskifti, og koma við nýggj­um hug­skotum, fyri at útgreina og menna vinnu­lívið. 4. At miðnámsskúlar fáa eina búskapar- og íverksetarabreyt burturav. 5. At umsitingin av fólkaskúlanum verður verandi undir landinum og ment. 6. At farið verður undir Sandoyartunnilin beinanvegin. Greið verkætlan fyriliggur, so her er einki at bíða eftir. P/F Vága- og Norðoyartunnilin verða lagdir í eitt P/F, sum síðani stendur fyri bygging, fígging og rakstri av øllum undirsjóvartunlum. 7. At bergholið til Hvalbiar og nýggi eftir­ skúlin, ið er einmælt samtyktur, verður bygdur í Trongisvági, og verður fíggjaður við peningi úr Búnaðargrunninum. 8. At allir mentanargrunnar í landinum verða savnaðir undir nýggja Listaráðnum. 9. At nýggi økismenningargrunnurin, partvís virkar fyri útjavnan av ferðaseðlaprísum, soleiðis at bummgjald, ferðaseðlar og frakt, hevur sama prís um allar Føroyar. 10. At nýggir møguleikar verða skaptir innan fjarlestur og nýggjar styttri útbúgvingar verða settar á stovn í Miðnámsskúlanum í Hovi. 11. At íløgur í nýggjan ferðavinnudepil og konservatorium eiga at verða raðfestar íløgur innan 2020. Vel Javnaðarflokkin. Trygvi Strøm Valevni Javnaðarfloksins Pensjónsreformurin hevur verið ávegis leingi, og var fyrr í ár vorðin veruleiki, um ikki tjóðveldi í tolvta tíma leyp frá. Í stórum snýr reforminum seg um, at allir føroyingar millum 18 – 67 ár, sum frá líður skulu gjalda í minsta lagi 15% av øllum inntøkum til egnu eftirløn. Nógv gjalda longu 15% til eftirløn. Nøkur minni, og onnur meir, meðan tey, ið enn ikki gjalda inn, skulu byrja við 1,5%, og síðan 1,5% meir ár um ár, til tey koma upp á 15%. Hesi eftirlønarinngjøld verða, til væl omanfyri 1 milliard krónur árliga, tá øll rinda 15%. Í reforminum var ætlanin, at øll inngjøld skuldu vera við frádrátti í inntøkuni, og síðan skuldu útgjøldini skattast sum A-inntøka. Hetta mælir Fólkaflokkurin til at venda á høvdið, og í staðin at taka skattin samstundis við inngjøldunum, fyri síðan at lata útgjøldini vera skattafrí. Lat tað vera púra greitt, at hetta ávirkar ikki útgjaldið hjá tí einstaka, sum verður neyvt tað sama, um skatturin verður goldin áðrenn ella aftaná. Í dag verða um 500 mió kr. goldnar inn til eftirløn. Seta vit skattin á inngjøldunum til 40%, koma 200 mió kr inn í skatti longu fyrsta árið. Hetta verður sum frá líður til meir enn 400 mió kr, tá eftirlønarinngjøldini fara uppum 1 milliard kr. Uppskotið hjá Fólkaflokkinum, at eingin skal gjalda meir enn 40% í skatti, er grundað á einum botnfrádrátti á kr. 60.000 í landsskattinum, og at landsskatturin skal vera 20%. Hetta gevur 235 mió kr. minni í landskassan í mun til verandi skattastiga. Sostatt resta ’bert’ kr. 35 mió í, at eins nógv kemur í landskassan fyrsta árið. Um vit einki annað gera, vil alt-fyri-eitt skattingin av eftirlønarinngjøldunum longu tá inngjøldini vera meir enn 600 mió kr, geva landskassanum meira enn tær 235 mió kr. í eyka inntøkum. Eisini kunnu vit velja at innføra skattaumleggingina eitt ár seinni enn pensjónsreformin. Tá kemur einki at resta í. Fólkaflokkurin svarar við hesum spurninginum, hvussu vit fíggja skattaumleggingina til flat­ skatt, har eingin verður kravdur meir enn 20% í landsskatti. Pensjónsreformurin fíggjar flatskattin! Wilhelm Nygaard X við Fólkaflokkin Føroyar eru eitt frálíkt land. Men tær eru ikki tíðarhóskandi longur. Tær hava ikki long­ ur somu atdráttarmegina mótvegis før­oy­ ingum og Føroyavinum, sum tær hava havt. Fólkatalið hevur leingi staðið í stað, og sambært teimum mest dapurskygdu meting­ unum fer tað nú at minka og skjótt at minka nógv. Vit fara at útflyta børnini, burðardyggu kvinnurnar, tey virkisfúsu, tey hart royndu, tey væl lærdu og tey skapandi. Stutt sagt: vit fara at útflyta framtíðina. Um vit einki munagott gera. Tá eg í 80-unum sjálvur búði uttanlands í nógv ár, hitti eg javnan aðrar føroyingar um mín aldur. Allerflestu teirra ivaðust ikki í, at tey fóru at flyta aftur til Føroya at liva og virka. Soleiðis er ikki longur. Millum útiset­ arnar sigur nú bara fjórði hvør maður og fimta hvør kvinna, at tey helst vilja búgva í Føroyum og soleiðis verða við til at menna land okkara. Hini, sum ikki hugsa so, eru ikki geld hagtøl. Tey eru døtur og synir okkara. Har tey fara at seta búgv, fara eisini okkara ommu- og abbabørn at búgva og ogna sær sín samleika. Mær dámar væl fólk í øllum teimum polit­isku flokkunum í Føroyum. Allir flokkar hava eisini fleiri góðar ætlanir og nógv góð hugskot. Men onkursvegna dugir politiska um­hvørvið ikki at seta sínar ætlanir í eitt greitt tíðarhóskandi perspektiv. Eitt høpi, sum endur­speglar tann veruleika, at heimurin kring Føroyar er ikki til at kenna aftur, og at avbjóð­ingar okkara tí ikki eru tær somu sum áður. Føroyum tørvar ein leiðaraskap, sum kann ganga á odda at geva okkum eitt tíðar­hósk­ andi samfelag, har allir sam­felags­bólkar ynskja at liva og virka. Hart royndir fiskimenn, hegnis­ligt sjófólk, væl útbúnar kvinnur, eftir­ spurdir handverkarar, íverksetarar, røktar­fólk, lær­arar, pedagogar og onnur. Børn, ung, til­ kom­in og gomul. Framsókn eigur ikki allar patentloysnirnar einsamalt. Men vit síggja greitt, hvørji polit­ isku fokusøkini eiga at verða, og vit bjóða okkum til at seta øll tey góðu hugskotini – eisini hjá hinum flokkunum – í eitt greitt tíðar­hóskandi perspektiv. Einar tíðarhóskandi Føroyar Tróndur Djurhuus Framsókn