Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 60

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 10 Løgtingsval Vikutema Tað er ikki lætt at fáa endarnar at røkka sam­ an sum barnafamilja í Føroyum. Húsalán, høgur skattur og dýrur matur gera, at banka­ bókin ofta stendur á minus, tá ið lønin kemur í endanum av mánaðinum.  Eisini økjast krøvini hjá børnunum alsamt meira í tí tey gerast eldri, og vinfólk fáa mun­ andi størri týdning. Sum foreldur vil man sjálvandi geva barni sínum tað sama sum vinfólkini hava. Men hjá nógvum er tað tían­ verri ikki møguligt. Serliga eru tað stakir uppihaldarar, sum hava tað trupult. Minnist væl eina grein í bløðunum fyri nøkrum árum síðan, har ein mamma greiddi frá, at fann hon eina tjúgu krónu á gøtuni, ja so var dagurin bjargaður.  Soleiðis skal tað ikki vera í einum væl­ ferðarsamfelagi. Børnini eru ábyrgdin hjá okk­um øllum, og teirra vælvera má altíð vera eitt felags mál. Ì Føroyum hava vit eitt tað størsta skatta­ trýsti í øllum heiminum. Barnafamiljurnar fáa eitt sindur av stuðli gjøgnum barnafrádráttin, men tíðin er nú búgvin til, at økja um hendan stuðul.  Børnini og barnafamiljurnar eru Føroya framtíð. At tey trívast og støðast í Føroyum er avgerandi fyri alt samfelagið.  Tí vil eg vera við til at betra um livikor teirra. Ein 20 króna skal ikki bjarga degnum Eivin Jacobsen Á lista B Sum valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 29. oktobur ynski eg at varpa ljós á tríggjar tættir tiknir úr valskrá floksins. Tað eru millum aðrar góðar grundir hesar tríggjar sum fingu meg til at velja Framsókn. Skattapolitikkur: Hvat meina vit við »ein kapp­ing­ar­førur skattur«? Skattliga grundsjónarmiðið í Framsókn er tað, at tað ongantíð skal vera attraktivt at flyta úr landi okkara til eitt annað land, av skattligum áðum. Vit skulu til eina og hvørja tíð vera skattliga kappingarfør mótvegis londunum, sum hava somu vælferðartilboð sum vit. Fiskivinnan: Hvat meina vit við »Ein handilslig fiskivinna«? Fiskivinnan skal virka undir handilsligum treytum – tað vil siga at hennara tilverugrundarlag skal vera tað at hon gevur eitt avkast. Eisini skal hon virka undir teimum treytum at fiskiríkidømi í sjóøki okkara er Føroya fólks ogn. Hetta viðførir at føroya fólk til eina og hvørja tíð skal hava avkast av hesum ríkidømi. Fiskurin eigur at vera virkaður og virðisøktur í Føroyum, men í teim førum har tað loysir seg betri at fara uttanlands við honum, skal hetta vera loyvt, men bert við at gjalda eitt tilfeingisgjald til eigaran – Føroya fólk. Familjupolitikkur: Framsókn ásannar at tey hús­ar­haldini sum eru harðast rakt í samfelagnum eru barnafamiljurnar. Hetta tí at tað at hava børn og æla tey upp, oftast fer fram í sama tíðarbili sum familjan hevur útreiðslur av at seta føtur undir egið borð. Tí fer Framsókn at lata ein munagóðan pro­gressivan barnakekk longu fra 2012 av. Framsókn vísir aðrastaðnis á hvussu fígging fæst til eitthvørt lyfti sum givið verður. Eg fari at heita á tykkum veljarar at gera sum eg, - Vel framsókn. X við lista F, so fáa vit øll eitt gott val. Kappingarførur politikkur Sámal Petur í Grund Valevni hjá Framsókn – Tað loysir seg ikki, at vit hava ov væl útbúgvin fólk, hvat skulu tey gera her? Hetta hoyrir man onkuntíð. Men menniskjaliga tilfeingið er týdn­ingar­ mesta tilfeingið í einum skap­anar­ samfelag, eisini tí føroyska. Hetta stað­festir Framsókn í sínari valskrá, og hetta ynskja vit skal síggjast aftur í polit­iskari raðfesting eftir valið. Útbúgving er ein langtíðaríløga, bæði fyri tann einstaka og fyri land­ ið. Tá ið kreppan herjaði mitt í hálv­ fems­unum, sótu nógvar familjur tungt í tí. Foreldrini hjá mær arbeiddu í hvør sínum landi, og høvdu trý børn undir útbúgving. Tað var ringt at fáa end­ arnar at hanga saman, og tað hevði verið gott við nøkrum eyka inntøkum. Men tíbetur eggjaðu tey ikki børnunum at arbeiða heldur enn at lesa. Hvørja hjálp tørvar ein einlig mamma uttan útbúgving? Hevur henni tørv á, at vit gera tað bíligari at keypa havragreyt, ella hevur hon brúk fyri, at vit gera tað møguligt hjá henni at útbúgva seg? Og hvat er betur fyri samfelagið? Politikarar mugu vísa ábyrgd og lætta um, tá búskapurin er í einum aldudali, men tað hevur minst líka stóran týdning, at gera íløgur, sum geva varandi vøkstur. Útbúgving er ein slík íløga. Útbúgving og búskapur Einaferð skrivaði ein føroyskur politik­ ari, at vit máttu ansa eftir ikki at eggja øllum at útbúgva seg, tí vit hava eisini brúk fyri flakafólkið. Hugburðurin spøk­ir framvegis viðhvørt, men í dag eru tey flestu greið yvir, at útbúgving og førleikamenning eru góð fyri øll, bæði tann einstaka, vinnulívið og fyri landið Føroyar. Vinnuhúsið leggur í valfaldaranum, Koyrið so á motorin, herðslu á, »at krøvini til útbúgvingarførleikar gerast størri og størri, og tí kann ein skeivur skúlapolitikkur skjótt fáa avleiðingar og elva til, at dýrmætasta tilfeingi okk­ara, arbeiðsfjøldin, ikki hevur nøkt­andi útbúgvingarligan førleika.« Á ráðstevnuni, Hvønn veg skulu vit fara, sum var í Norðurlandahúsinum fyri stuttum, vísti Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, eisini á, at tað er eitt greitt samband millum útbúgving og inntøkustøði. Kanningar vísa, at lond og økir, sum raðfesta útbúgving høgt, hava eitt høgt inntøkustøði. Framsókn staðfestir í valskránni, at vit skulu styrkja føroyskan út­búgv­ ingarpolitikk, tí útbúgving og áhald­ andi førleikamenning eru fortreytir fyri einum framkomnum vinnulívi og sam­felagi. Og vit skulu skipa fyri ein­ ari støðugari og lívslangari førleika­ menn­ing – handligari og bókligari – av øllum føroyingum. Harumframt ynskja vit at bøta um møguleikarnar fyri fjarlestri og annað, sum fremur før­leikamenningina. Tað góða gerast betri Uppraðfestingin av skúla og útbúgving merkir ikki, at blaka vit nokk av pengum í útbúgvingarskipanina, so er framtíðin tryggja. Vit mugu áhaldandi eftirmeta, um børn fáa nóg góða skúlagongd, og um miðnámsútbúgvingarnar og víðari útbúgvingarnar eru á nøktandi støði, og vit mugu seta okkum greið stutttíðar- og langtíðarmál fyri at hækka fakliga støðið og trivnaðarstøðið í allari út­ búgvingarskipanini. Nógv er hent á skúla­ økinum sein­astu árini, og hetta mugu vit gleð­ast um. Felagið Foreldur og skúli hevur fingið ein meira aktivan leiklut, og ábyrgd foreldranna í læring­ ini hjá børn­unum er meira viðurkend. Byrj­ anar­undirvísingin er upp­raðfest, bæði við førleika­menning og betri og fjøl­broyttari undirvísingar­tilfari. Og nýggjar náms­ætlanir eru á veg til allan skúlan. Hetta góða arbeiði má halda fram. Men enn liggur nógv á láni. Sam­ an­hangurin frá barnagarði til víðari út­búgving má styrkjast, og børn mugu sleppa fyrr í skúla enn tey gera í dag. Sjálv eigi eg á fjórða sinni eitt forskúlabarn. Eitt barn, sum trívist væl í barnagarði, men leingist eftir skúla­tingum. Eisini á hesum øki eiga før­oyskir politikarar at vísa dirvi og bjóða føroyskum børnum somu møgu­leikar, sum grannalond okkara bjóða. Tí íløga í útbúgving er ein íløga í varandi vøkstur. Skúlin skapar vøkstur Dorit Hansen Valevni hjá Framsókn