Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 62

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 12 bleyti stólurin Takki Gudi fyri ein dag afturat Besta heima­ ráð: Sløkk og tendra aftur Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Óhátíðarligur visionerur realistist. Hvat merki er bilur tín? VW Passat Hvat merki er tín telefon? iPhone Hvat er títt besta summarferiu upplivilsi nakrantíð? Á hávetri í New Zealandi, saman við familjuni. Har var summar. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Vit taka tað, sum tað kemur. Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Er tað her, man skal siga heildini? Eg má fara at spyrja konuna. Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin? Takki Gudi fyri ein dag afturat. Hvat stressar teg? Undantikið tað tú ikki nært. Sera nógv ann uppá, hvussu lagið er. Onki, um lagið er gott – og øvugt. Hvønn litur er tín yndislitur? Koksgrátt. Hvat gleðir teg, umframt at familjan og vinir hava tað gott? Góðska Harrans. Nær feldi tú seinast eitt tár og í samband við hvat? Á møti nú ein dagin – av takksemi. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Tað hendir allatíðina – eg ynskti mær gott veður í morgum. Hvar arbeiðir tú? Ráðgevi á LÍV, umframt stjóri í s/pf Rættará, sum eigur m.a. Fabrikkina hjá Østrøm. Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu? Eg kom á tryggingina fyri skjótt 25 árum síðan – eftir tilmæli frá mostir míni, ið arbeiddi har. Hvør er tín stuttligasta uppliving í starvinum? Dan Joensen. Hvat lag er heimsins besta? Comfort ye – hjá Händel Hvat er besta upp­ finningin og hví? Vatn er genialt! Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Fartelefonina og ein guitar-plektara. Hvat er títt besta heimaráð? Riggar tað ikki? – sløkk og tendra. Hvat er keðiligast við Føroyum og hví? Marginalskatturin er sera ómotiverandi - eg haldi eg fari niður í tíð! Hvussu ofta speglar tú tær? Á morgni – stórtsæð. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Eina ferð um kvartalið – rest orni eg sjálvur. Hvar ert tú um 10 ár? Gud veit. Heine Lützen Tryggingarráðgevi