Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 63

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

VIKA 43 | 26. OKTOBER 2011 VIKUBLAÐIÐ |} Flatskattur: Ongin skal gjalda meira enn 40% í skatti Tað skal loysa seg hjá øllum føroyingum at arbeiða. Verandi skatta- skipan hevur við sær, at tað nærum er líkamikið, um tú arbeiðir hart og nógv, ella lítið og einki. Hon forðar arbeiðshugi og fram- drift, men stuðlar avspåking, stuttum arbeidsdøgum og niðursettari arbeiðstíð. Skattainntøkur landsins minka av hesum, og vøksturin verður kgvdur. Langtíðarmálið hjá Fólkaflokkinum er flatskattur til allar føroyingar. Við hesum skapa vit dynamikk, vøkstur og virkis- hug á arbeiðsmarknaðinum. Ein slíkur dynamikkur merkir vøkstur í samfelagnum, betri skattainntøkur til landskassan og meira til tin. Avgjalds- og skattasteðg til vinnulívið Vinnulívið skapar vøkstur í Føroyum, og tað er umvegis eitt sterkt vinnuliv, at vit aftur seta ferð á Føroyar. Sum einasti flokkur vil Fólkaflokkurin fremja skatta- og avgjaldssteðg til vinnulívið. Vit eru tey einastu, sum siga kortanei til, at vinnulívið skal knokk- roytast fyri at fíggja vaksandi almenna geiran. Skattaskrúvan steðgar tann dag, Fólkaflokkurin situr við avgerðini. Les meira á www.folkaflokkurin.fo Í FÓLKA FLOKKURIN