mikudagur 26. oktober 2011síða 64
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 43 l 26. oktober 2011
14
Løgtingsvalið 2011
Vikutema
kunning
Sambært álitið, sum varð skrivað, tá
ið stýrisskipanarlógin varð fyrireikað
fyrra partin av níti árunum, so er
mest tignarliga starvið í politisku
skipanini í Føroyum formansstarvið í
Løgtinginum.
Tignin sæst aftur í, at løgtings
formaðurin gongur fremstur í skrúð
gonguni á Ólavsøku, tá ið hann hevur
bisp undir aðrari liðini, og tá ið hann
hevur løgmann undir hinari liðini.
Tignin sæst eisini í lønini. Tað er ásett,
at løgtingsformaðurin skal hava somu
løn, sum lønin hjá løgmanni er.
Einki er tó at ivast í, at lyklaper
sónurin í politisku skipanini er løg
maður, sum er stjórnarleiðari og hevur
ábyrgd av at samskipa landsstýrisins
arbeiði. Løgmaður tilnevnir lands
stýrismenn, hevur eftirlit við, at lands
stýrismenn umsita øki síni á lógligan
og fullgóðan hátt, og hann hevur
møguleika at loysa landsstýrismenn úr
embætinum – í hvussu so er formelt.
Løgmaður staðfestir og kunnger
uppskot til løgtingslógir, sum løgtingið
hevur samtykt, og hann hevur í hesum
sambandi eftirlit við, at samtyktirnar
eru í samsvari við hægri lógarstig og
millumtjóða sáttmálar.
Løgmaður skrivar út val, áðrenn
valskeiðið er runnið, og kann eisini
skriva út val í úrtíð. Tað var val til
Løgtingið 20. januar 2008, og tí hevði
tað borið Kaj Leo Holm Johannesen
til at bíða við at útskriva val í nakrar
vikur, men hann valdi at útskriva val
í úrtíð.
Higartil hava tríggir flokkar átt løg
mann, síðani løgmansembætið í 1948
fekk nýtt innihald. Teir eru Javnaðar-
flokkurin,
Sambandsflokkurin
og
Fólkaflokkurin.
Javnaðarflokkurin hevur átt løg
mann í 28 ár, Sambandsflokkurin
hevur átt løgmann í 24 ár, og Fólka
flokkurin hevur átt løgmann í 12 ár.
Atli P. Dam úr Javnaðarflokkinum
hevur sitið sum løgmaður í meiri enn
sekstan ár, og tað er met. Kristian
Djurhuus
úr
Sambandsflokkinum
hevur verið løgmaður í tíggju ár, og
Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum
hevur verið løgmaður í seks ár.
Løgmenn síðani 1948 tá ið
heimastýrisskipanin
sá dagsins ljós
Andrass Samuelsen
Sambandsflokkurin
1948-1950
Kristian Djurhuus
Sambandsflokkurin
1950-1959
Peter Mohr Dam
Javnaðarflokkurin
1959-1963
Hákun Djurhuus
Fólkaflokkurin
1963-1967
Peter Mohr Dam
Javnaðarflokkurin
1967-1968
Kristian Djurhuus
Sambandsflokkurin
1968-1970
Atli P. Dam
Javnaðarflokkurin
1970-1981
Pauli Ellefsen
Sambandsflokkurin
1981-1985
Atli P. Dam
Javnaðarflokkurin
1985-1989
Jógvan Sundstein
Fólkaflokkurin
1989-1991
Atli P. Dam
Javnaðarflokkurin
1991-1993
Marita Petersen
Javnaðarflokkurin
1993-1994
Edmund Joensen
Sambandsflokkurin
1994-1998
Anfinn Kallsberg
Fólkaflokkurin
1998-2004
Jóannes Eidesgaard
Javnaðarflokkurin
2004-2008
Kaj Leo Holm Johannesen
Sambandsflokkurin
2008-
Atli P. Dam
eigur metið
Atli P. Dam er hann, sum hevur
sitið nógv longst sum løgmaður,
í fleiri enn 16 ár. Næstur er
Kristian Djurhuus, 10 ár, meðan
Petur Mohr Dam og Anfinn
Kallsberg hava sitið í seks ár
Ein sigursælur Atli P. Dam eftir stóra valsigurin í 1990,
tá hann fyri fimtu ferð varð valdur til løgmann