mikudagur 26. oktober 2011síða 80
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 43 l 26. oktober 2011
30
Løgtingsval
Vikutema
– Kanst tú fara »upp í« politikk?
– Nei, tú kanst fara ongantíð fara upp í
politikk, tí hann hevur altíð verið har!
Nøkulunda soleiðis svaraði segði Jens Otto
Krag einaferð, tá hann var spurdur, hví hann
tókst við politikk.
Hann sipaði til, at politikkur umfatar okkum
øll og rakar okkum øll.
Tí er týdningarmikið, at okkara løgting er so
væl og breitt umboðað sum gjørligt við skila
fólki úr alskyns vinnugreinum, úr øllum heraðs
hornum og ikki minst av báðum kynum.
Skal einstaklingurin tryggjast,
so mugu øll fáa møguleikan!
Í dag munnu flest øll vera samd um, at vit
ynskja at búgva í einum vælferðarsamfelagi!
Einum vælferðarsamfelagi, har vit eru
solidarisk, og onkur kann eiga nógv, men eingin
skal eiga ov lítið.
Sum so eru vit øll javnaðarfólk!
Hetta er ikki bara lættari og rættari. Tað
krevur eisini, at vit bæði standa tættari og
harvið eisini fattari – glað og errin av okkara
samfelagi!
Javnaðarpolitikkur merkir ikki, at vit skulu
køva einstaklingin, men fjálga um fjøldina, so
øll fáa ein møguleika at fáa sær eina útbúgving
og arbeiði.
Skal einstaklingurin tryggjast, so mugu øll
fáa møguleikan!
Einki skal eita síðsti kjansur fyri eitt menn
iskja, tí menniskja er altíð eitt endamál í sær
sjálvum – ikki marknaðurin!
Marknaðurin er ein góður tænari, men ein
vánaligur harri.
Marknaðarin má tí ongantíð sleppa at taka
maktina frá menniskjanum – marknaðin eiga
vit við skynsemi og samhaldsfesti at stýra, so
vit ikki verða stýrd.
Hetta er eitt arbeiði, vit ongantíð verða
liðug við.
Franski rithøvundin og sosialdemokraturin,
Albert Camus, samanbar javnaðarhugsjónina
við søgnina um Sisyfos. Tað var hann, sum var
dømdur at rulla steinin niðan á fjallið, men
komin á tindin, rullaði steinurin oman aftur
hinumegin, og so var einki annað at gera enn
at byrja umaftur. Haðani kenna vit tiltakið »eitt
sisifosarbeiði« um strev, sum ongan enda fær,
og tí endar javnaðarpolitikkur ongantíð.
Framtíðin er frælsi, fólkaræði
og felagsskapur!
Men eins og fyrrverandi fangin og forsetin
Vaclav Havel vísir á, so eru frælsi og fólkaræði
ikki altíð tað sama.
Vit kunnu liva í einum fólkaræði.
Men er fólkið ikki upplýst, og hevur fólkið
ikki møguleikar at vinna sær arbeiði útbúgving,
eru vit ikki longur bara menniskjur, men bara
marknaðarmekanismur. Finnur í talvinum, har
pengarnir fólkið flyta! Og tá eru vit ikki fræls!
Lesandi, starvsfólk á almenna arbeiðs
marknaðinum, arbeiðsleys eins væl og sjálv
støðug vinnurekandi kunnu øll vera ágrýtin.
Og Javnaðarflokkurin ger ikki mun á, hvør er
ágrýtnari enn onnur.
Tað skal jú altíð loysa seg hjá øllum at
arbeiða og útbúgva seg.
Men vit eiga eisini altíð at hugsa um onnur
enn okkum sjálv, tí sjálvandi skulu tær sterkaru
byrðarnar bera tær tyngstu byrðarnar.
Til hetta krevst, at øll eru við!
At pláss er fyri øllum í Føroyum.
Umframt at eiga sosialar skipanir, krevst
eisini ein sterk mentan at tryggja hetta.
Hetta kann einans eitt samhaldsfast
samfelag tryggja.
Tí er neyðugt, at vit stremba eftir einum
norðurlendskum vælferðarsamfelagi, ið ikki er
ein sjálvfylgja, men altíð eitt mál, ið vit eiga at
líta framímóti.
Vit eiga tí altíð velja menniskjað fram um
marknaðarkreftirnar.
Tað er bæði lættari og rættari – og tá
standa vit bæði tættari og fattari!
Løgtingið –
høvdið kalt og
hjartað heitt
Løgtingsvalið nærkast, og flokkar og
valevni bjóða seg fram.
Summi brúka ivaleyst nógvar peng
ar upp á marknaðarføring, meðan
hetta letur seg minni hjá øðrum, har
tað grynnir í pengapunginum.
Herfyri sást enntá, at lýsingarpláss
var selt á uppboði, men tað bleiv tí
betur steðgað. Tað ber til at temja
marknaðarkreftirnar.
Tað týdningarmikla er tó, at vit fáa
fólk á ting, sum eru skilafólk, og sum
hava hjarta og vilja til at virka fyri
onnur.
Løgtingið er hægsti myndugleiki
føroyinga, og tí er týdningarmikið, at
vit velja fólk, sum vit hava hava álit á,
og sum duga at halda høvdið kalt og
hjarta heitt.
Vel skilafólk og vel samhaldsfast!
Lættari og rættari – tættari og fattari!
Theodor Eli
Dam Olsen
valevni Javnaðarfloksins
Hesir spurningar kunnu, sum eg síggi tað, svarast
við einum einføldum: JA!
Mín trúgv og mín politikkur
Mín trúgv er persónlig og privat og er fyrst og
fremst eitt mál millum meg og mín skapara. Men
tá eg nú síggi og hoyri fleiri dømi um, at ræðu
herferðir móti ávísum politiskum flokkum fara
fram millum kristnar bólkar og í samkomum, so
kenni eg meg noydda at greiða frá míni støðu.
Fyri meg snýr tað at vera kristin í politikki seg
fyrst og fremst um at hava kristnu prinsippini
um rættvísi og rættlæti við í øllum sínum
arbeiði og hava skynsemi í lógararbeiðinum sum
heild. Eg vil í mínum politiska lívi ikki fara upp
á kompromis við mína persónligu trúgv og tey
prinsipp, hon stendur fyri, og Framsókn stendur
tættari at tí, sum eg meti vera rætt og rættvísi,
enn tann flokkur, sum eg fór úr.
Eg stilli upp til løgtingsvalið, tí eg havi nøkur
politisk hjartamál, sum snúgva seg um ein rættari
skattapolitikk, sosialpolitikk, útbúgvingarpolitikk,
heilsupolitikk, umhvørvispolitikk v.m.,og eg vil í
einum møguligum løgtingsarbeiði arbeiða hart
fyri góðum loysnum og langtíðarsemjum.
Etisku málini
Vit byggja ikki Guds ríki við jarðiskum lógum, og
tað eru ikki lógir, sum broyta menniskjað.
Tað politiska starvið er eitt borgarligt starv,
sum snýr seg um at skipa samfelagið so skyn
samt sum møguligt.
Í Framsókn vilja vit viðgera øll mál í opnum
orðaskifti, eisini tey sokallaðu etisku málini, og
eg haldi meg til omanfyri nevnda prinsipp um
rættlæti, rættvísi og frælsi. Tí var er við til at
stovna Framsókn, og eg vil politiskt arbeiða fyri
at tryggja persónliga frælsið hjá øllum borg
arum í Føroyum.
Eg meti tað ikki vera rætt at lóggeva mína
trúgv oman yvir høvdið á øðrum, sum ikki hava
somu trúgv sum eg. Vit eru skapt við frælsum
rætti at velja ta lívsleið, vit meta er røtt fyri
okkum. Eg síggi tað sum mína politisku uppgávu
at tryggja hetta frælsi, soleiðis at eg kann liva
sambært mínari trúgv og sannføring, samstundis
sum tey, ið hava eina aðra sannføring, kunnu liva
sambært henni.
Eg stilli upp fyri Framsókn, tí eg sum politikk
ari síggi, at Føroyar hava brúk fyri einum nýggjum
liberalum tjóðskaparflokki.
Sum valevni Fólkafloksins vil eg arbeiða
fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Vit
muga raðfesta, umskipa og effektisera í
almenna húsarhaldinum. Men tað eru bólkar
her í landinum, ið ikki hava góð kor at liva
undir. Her hugsi eg m. a. um foreldur at
prematurbørnum (tað eru børn fødd áðrenn
viku 37.)
Eg meti tað er alneyðugt at varpa ljós á
barsilsskipanina. Her hugsi eg serliga um tey
á leið 10 um árið, ið eiga prematurbørn. Hjá
hesum børnum skulu serlig atlit takast.
Hesi børn liggja ofta inni í styttri ella
longri tíð og fáa ta viðgerð og røkt, ið er
neyðug. Tá tey so koma heim, er farloyvið
hjá mammuni ikki sum hjá mammum, ið eiga
børn til ásettu tíð. Tí farloyvi telur niður, frá
tí at barnið er føtt.
Her má broyting í barsilsskipanina, so
foreldur og børn fáa eina góða byrjan.
Tí vil eg eftirhyggja barsilsskipanina og
gera neyðugu broytingar í lógini. Tey ið eiga
børn áðrenn tíð skulu hava barsilspengar frá
tí, at barnið er føtt, men at niðurteljingin
eigur ikki at byrja fyrr enn barnið átti at verið
føtt.
So er spurningurin, um vit hava ráð. Men
stundum má man spyrja seg sjálvan
»hava vit ráð at lata vera« :)
Hendan broyting er ikki kostnaðarmikil, tí
hetta eru í miðal 10 børn um árið. Hendan
broyting er tó rættuliga munagóð broyting í
mun til nú, hjá teimum hetta rakar.
Tað kann ikki vera rætt, at foreldur at
einum barni, ið er prematur vera noydd at
sjúkramelda seg, og harvið er tað avgerð hjá
einum lækna, um tey kunna vera um barnið
til tað er klárt at fara á stovn.
Eg vil bjóða meg fram at dagføra barsils
skipanina, eisini fyri præmatur-børnini. So set
X við lista A
Góðu føroyingar, góðu
veljarar
Rigmor Rasmussen
Valevni Fólkafloksins
Hanna Jensen
X við F
Kann ein kristin velja Fram
sókn – kann ein kristin stilla
upp fyri Framsókn?