Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 79
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 79

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 29 Løgtingsval Vikutema Tað eru óteljandi loysnir fyri, hvussu vit betra um búskapin hjá okkum og fáa lokkað føroy­ ingar aftur til Føroyar. Vit eru øll ymisk og hava hvør sítt boð uppá, hvussu vit kunnu gera sam­ felagið betri og lættari at liva í. Summi hava tørv á betri skúla, útbúgving og lestrarstuðuli. Tey flestu vilja hava skattalætta. Mong ynskja stuðul til mentan og ítrótt. Onnur vilja, at íløgur skulu gerast fyri at varveita útjaðaran. Aftur onnur vilja, at íløgur skulu dekka undirskot í hart raktum vinnum. Vit skulu byggja tunnlar og hava gott heilsuverk um alt landið. Skulu hjálpa teimum veiku, betra um umstøðurnar hjá teimum gomlu, syrgja fyri, at barnafamiljur verða stuðlaðar, og samstundis skulu vit venda hallinum á fíggjarlógini. Føst í umsitingini Trupulleikin hjá okkum er, at ov nógv av vald­ inum liggur hjá landinum. Búskaparliga býtið millum alment og privat er 80/20, sum er eitt býti, vit annars bara síggja í há-sosialistiskum lond­um sum Kuba og Norðurkorea. Hetta býtið má broytast sum skjótast, og vit mugu fáa meira javnvág í búskapin. Samfelagið er blivið ov dýrt at reka, og av tí at landið umsitir so stóran bita av vinnuni, er tað bara landið, vit kunnu venda okkum til í neyðini. Vit eru føst í umsitingini, fáa ikki brotið okkum leys, fáa ikki hugsað og skapað sjálvi og fáa ikki tað burturúr ognum okkara, sum vit í veruleikanum eiga rættin til. Ábyrgd til borgaran Landið má gera umleggingar í skipanini og geva ábyrgdina aftur til borgaran. Sum valskráin hjá Framsókn sigur, skal alt alment virksemi, sum ikki er grundrakstur – eitt nú infrakervið – verða einskilt. Almennar tænastur skulu bjóðast út til privatar fyritøkur, bæði fyri at fáa kapping um tær og fyri at staðfesta, hvat tær í veruleikanum kosta, og privatar tænastur skulu traðka til, har tað almenna ikki røkkur. Um vit eggja hugin til at seta í verk og geva privatum vinnurekandi betri karmar at virka undir, vil tað føra við sær breidri og betri útboð av tænastum í samfelagnum, meira dynamikk og búskaparligan vøkstur. Ábyrgd av landinum Samstundis sum vit geva ábyrgdina aftur til borgaran, skulu vit taka ábyrgd av egnum landi, tí áðrenn samfelagið kann fáa samanhangandi karmar at virka undir, mugu vit sjálvi skapa og umsita samfelagsbygnaðin. Vit mugu hava eina føroyska stjórnarskipan, og øll málsøki, ið viðkoma landi okkara, mugu skipast eftir okkara egnu reglum. Tað er einans við føroyskari lóg­gávu, gjørdari av føroyska fólkinum, at vit kunnu skapa nøktandi og samanhangandi karmar fyri fólk og vinnu í okkara landi. Eftir okkara egnu treytum Um vit geva ábyrgdina aftur til fólkið og privatu vinnuna, fáa vit meira av dynamikki og lívi í búskapin. Men tað er ikki fyrr enn vit hava fingið eitt land, ið vit sjálvi hava snikkað saman eftir okkara egnu treytum, at vit kunnu finna útav, júst hvat tað er, okkara samfelagi tørvar fyri at geva vinnu og mentan ordiliga nøktandi karmar. Tá vit hava fingið ábyrgd av egnum landi, kunnu vit hondseyma eina sam­ felags­skipan júst til okkara samfelag, ið fer at geva betri javnvág í búskapin. Einans eftir okkara egnu treytum, kunnu vit finna útav, hvat tænir okkum sjálvum og samfelagi okkara best. Ábyrgd til borgaran og ábyrgd av landi ganga hond í hond Sunneva Háberg Eysturstein Framsókn So elegant komu orðini úr gapinum á einum loysingarmanni á Ólavsøku. Maðurin skuldi loysa fyri einhvønn prís. Tað var líka mikið, um hann skuldi deila matskálina við seyðin og verða vegetar til hann doyði. Hann skuldi bara loysa. ... men huvssu ógvisliga raka yvirtøkur og blokkniðurskurður í veruleikanum? • Vit hava lækkað blokkin og fastfryst hann fyri hálva milliard. Hetta er uml. sama upphædd, sum hallið á fíggjarlógini er ídag. • Blokkurin er uml. 615 mió ídag. • Taka vit blokkin, blokkniðurskurð, fast­ fryst­ing og aðrar veitingar, so er talið uml. 1.4 milliard. • Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012, verður roknað við at landskassin fær 1,4 mia. inn í vanligum inntøkuskatti í 2012, so um alt skal fíggjast við skattahækking, so má landsskatturin tvívaldast Tjóðveldi vil hava fólkatalið upp á 55.000 fólk, men hvør fer at tíma at búgva í ein­um landi, har skattatrýsti er uml. 70%, sam­ stundis sum kostnaðarstøðið er tað hægsta í verðini? Hetta er í stuttum at undirgrava alt, sum hevur við persónligt frælsi at gera. Kvetta vit øll bond við Danmark ídag, so ríkur vælferðarsamfelagið og vit verða øll skattatrælir. Útjaglaði frælsisretorikkurin er tíverri vorðin til religión, har trúgv hevur meir at siga enn fakta. »Eg skíti á, um eg skal eta gras!« Hergeir Staksberg Les meir á facebook Vit eru øll samd um, at livikostnaðurin í Føroyum er ov høgur. Hann lækkaði nakað, um vit høvdu lægri MVG á gerandisvørum. Flestu lond í Europa hava lægri MVG á ávísum vørubólkum ella til ávísar vinnuvegir, av ES-londunum eru tað einans Danmark og Bulgaria, sum bert hava ein MVGsats. Í Finnlandi eru tríggir MVGsatsir 23%, 13% og 9%; í Noregi 25%, 14% og 8%; í Svøríki 25%, 12% og 6%; í Íslandi 25,5% og 7%. Í Íslandi er lægri satsurin m.a. á matvørum. Lægri MVG Um ein familja keypir fyri 1.250 kr í ger­andis­ vørum um vikuna, so eru 312,50 kr av teimum MVG. Um MVGið á gerandisvørum varð lækkað til 10%, so hevði familjan fingið somu vørur fyri 1.125 kr. Sparingin hevði verið 125 kr um vikuna, tað eru 6.500 kr um árið; hetta er næstan ein hálv mánaðarløn hjá nógvum lágløntum. Lægri MVG á gerandisvørum lækkar livikostnaðin hjá øllum, men lækkingin munar mest hjá teimum við lágum inntøkum – m.a. tímaløntum, pensjónistum og lesandi – og hjá teimum við stórum útreiðslum til gerandisvørur – t.d. barnafamiljum og støkum uppihaldarum. Lægri MVG á gerandisvørum er avgjørt ein skilagóð loysn, sum bæði lækkar livikostnaðin og munar mest hjá teimum, sum hava tað truplast at fáa endarnar at røkka saman. Inntøkumissur hjá landskassanum Um MVGið á gerandisvørum lækkaði, so hevði landskassin mist nakað av sínum inntøkum, men ein partur hevði komið aftur, tí spardi peningurin verður brúktur til at keypa fleiri vørur, onkur fer kanska at brúka peningin til viðlíkahald av húsunum – skapar arbeiði. Eg haldi eisini, at lækkaði livikostnaðurin kann tálma lønarhækkingum, tað er ein langtíðar fyrimunur hjá bæði landsbúskapinum og privata vinnulívinum. Veljið Karl A. Olsen og Sjálvstýrisflokkin, um tit vilja lækka livikostnaðin og geva lágløntum betri livikor. Karl Olsen Valevni Sjálv Lægri MVG á gerandis­ vørum – lægri livikostnað