Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 78
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 78

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 28 Løgtingsval Vikutema Hvør einstakur telur Við umsorgan og virðing fyri tí einstaka menniskjanum og kærleika til okkara fosturland, vil eg hjálpa til at leiða okkara land trygt inn í eina betri framtíð. Tað er umráðandi, at tann lóggáva, vit øll skulu liva undir verður gjørd við umsorgan við tí einstaka menniskjanum fyri eyga - tí hvør einstakur telur. Mínar royndir í politikki hava víst mær, at hesi virði er altavgerandi fyri, at tú og eg skulu kunna liva og trívast í okkara elskaða heimlandi: • Umsorgan • Virðing • Frælsi • Álit • Rættvísi Við hesum virðum fari eg at arbeiða fyri, at Føroyar skulu verða eitt enn betri land at liva í. Rúna Sivertsen Valevni Sjálvstýrisfloksins Kappingarført skattastøði Familjur og einstaklingar í Føroyum knógva undir tungum fíggjarbyrðum. Ein avgjørd fyritreyt fyri, at fólk skulu kunna verða verandi í Føroyum er, at skattur og kostnaðarstøðið lækkar. Eg fari at virka fyri eini skattaskipan, sum ger, at fólk fáa hug at arbeiða og búgva í Føroyum. Heimahjálp Politiski viljin er, at vit skulu kunna búgva heima sum longst. Men tær skipanir, ið skulu gera tað møguligt veita ikki ta hjálp, sum skal til fyri at tað skal vera møguligt. Eg fari at arbeiða fyri, at heimahjálpin aftur gerst ein hjálp til lívsneyðug ting, sum reingerð, matgerð, innkeyp og onnur praktisk ting. Rætt til egnan bústað Eg vil virka fyri, at fólk, ið bera brek, sleppa at velja sær bústað og velja hvar og saman við hvørjum, tey vilja liva - á jøvnum føti við onnur - og tey skulu ikki vera noydd at liva í serligum bústøðum. Hetta er beinleiðis orðað í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Persónligur stuðul Børn og vaksin, ið bera brek, skulu hava rætt til persónligan stuðul, sum skal tryggja, at tey til fulnar kunnu njóta øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis okkum øllum. Dagpeningur vegna sjúku Ógiftir sjúklingar millum 18 og 67 skulu eisini hava møguleika til at hava ein avvarðani at vera um seg undir sjúku. Dagpeningalógin heimilar bert at veita sjúkudagpening til hjúnafelaga ella foreldur at børnum undir 18 ár. Hetta førir sjálvsagt við sær, at ein stórur partur av sjúklingum millum 18 og 67 ár, detta niður í millum í skipanini. Hesum fari eg at virka fyri at broyta beinanvegin. Vinnuvinaligur politikkur Eg fari at leggja dent á at føra ein vinnuvinaligan politikk. Alt ov ofta verða vinnulívsfólk viðgjørd í fíggindaligum og neiligum orðingum. Tað er umráðandi, at vinnan verður vird og hoyrd. Vinnan eigur at hava so fríar karmar sum gjørligt at arbeiða undir, soleiðis at lóg og reglur ikki eru forðandi, men fremjandi. Nýggjar vinnur og fleiri bein Føroyar hava tørv á nýggjum vinnum, sum kunnu geva okkum fleiri bein at standa á. Eg fari at virka fyri at menna og stimbra frálandavinnu og ferðavinnu. Fáa vit hesar vinnur at vaksa, fara Føroyar við tíðini at hava fleiri bein at standa á. Bústaðir til eldri Eg vil virka fyri, at betri bústaðarmøguleikum hjá eldri Tað sker meg í hjartað at síggja eldri pør, sum hava livað saman og elskað hvørt annað alt lívið, skulu noyðast at búgva hvør sær, tá annað teirra gerst røktarkrevjandi. Eg vil virka fyri, at hjún og pør skulu hava møguleikan at búgva saman til teirra doyggjandi dag. Við lív og sál Eg fari við lív og sál at arbeiða fyri teimum málum, sum eg brenni fyri. Fyri at náa mínum málum fari at leggja dent á samstarv við aðrar politikarar og flokkar. • skattur og avgjøld minka og kostnaðarstøðið lækkar • barnafamiljur og stakir uppihaldarar skulu fáa betri livikor • eldri skulu hava ein virðiligan aldurdóm, tá um røkt og bústað ræður • pensjónirnar hækka og eftirlønar­skipan verður sett í verk • heimahjálpin eisini skal veita hjálp til húsligt arbeiði • øll, eisini tey ið bera brek, skulu hava rætt til egnan bústað • øll skulu vera við í at ávirka egin bústaðarviðurskifti • øll skulu vera við í at ávirkar egin lívskor • tey, ið bera brek skulu hava rætt til arbeiði • ferðasambandið til útoyggjarnar gerst betri • at stimbra nýggjum vinnu­møguleikum Eg vil virka fyri at: