Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 77
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 77

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 27 Løgtingsval Vikutema Øll tosa um, at vit mugu fáa lesandi føroy­ ingar heim aftur til Føroyar. Her fáa tit míni boð uppá, hvussu vit fáa føroyingar at venda heim og at blíva verandi í Føroyum. Fyrsta boð Um tú lesur í Føroyum, so er lestrarstuðulin í miðnámsskúlum 1.737 kr/mán., meðan stuðulin til hægri útbúgvingar er 3.607 kr/ mán. Lesur tú hinvegin í Danmark ella aðra­ staðni, so kanst tú fáa danskan lestrarstuðul (SU), sum er umleið 5.217 kr/mán. eftir skatt. Hetta er galdandi fyri bæði miðnams- og hægri útbúgvingar Hetta merkir, at tað er ein munur á ávikavist 1.610 kr/mán og 3.480 kr/ mán millum SU og føroyskan lestrarstuðul. Føroyingar fáa eisini R- frádrátt í Danmark, sum merkir, at mann kann forvinna 71.000 kr, áðrenn mann skal gjalda skatt. Vilja vit hava føroyingar at blíva ver­andi í Føroyum, so eiga vit at fáa SU og R-frádrátt inn í ta føroysku stuðuls­skip­anina. Føroyingar skulu sjálvir hava frælsið at velja, um teir vilja at lesa á jøvnum føti í Føroyum ella aðrastaðni. Annað boð Vit eiga eisini at økja um fjarlestur. Teir fysisku karmarnir hava ikki sama týdning sum fyrr. Tað eru nógvar hægri útbúgvingar, har tað ikki neyðugt at vera fysiskt til staðar. Tað er í fleiri førum nokk við eini teldu og internetsambandi. Tískil eiga vit at samstarva við onnur universitet, soleiðis, at vit fáa útbúgvingar heim til okkara, so tað ikki er neyðugt hjá føroyingum at flyta av landinum. Við hesum broytingunum, so økja vit um tað persónliga frælsið hjá føroyingum, tí fleiri møguleikar merkja meir frælsi. SU er lykilin Hergeir Staksberg Les meir á facebook Hvør er i eg? Eg eri 38 ára gomul og uppvaksin Innan Glyvur. Eg eri støk og havi 2 stór børn og búgvi í Havn. Í 2010 fluttu vit heim aftur á klettarnar at búgva eftir at hava búð í Danmark í næstan 14 ár. Eg eri útbúgvin Akademiøkonom í Turismu og Life & Business Coach og arbeiði í løtuni á Hotel Streym og freelance sum samskipari. Hóast eg havi búð í Danmark havi eg arbeitt nógv í føroysku ferðavinnuni og annars verið nógv í føroyum alla ta tíðina eg havi búð í Danmark. Mær dámar væl at njóta náttúruna, tað mentuna­rliga og at verða saman við mínari familju og vinum. At kunna koma á gátt og fáa ein drekkamunn ella at fara ein gongutúr og hoyra tað brúsandi havi ella fuglasongin er mær sera kært. Síðani eg eri komin heim aftur fái eg spurn­ ingin aftur og aftur: Hví flytir tú heim sum stakur uppihaldari? Veitst tú ikki at tað er ógjørligt at klára seg her sum stakur uppihaldari? Svarið hjá mær hevur verið: jamen tí eg longdist heim, mín røtur skulu festast her og um tað so krevur at eg fari uppí politikk fyri at skapa karmarnar so geri eg eisini tað. So her eri eg! Og eitt av mínum hjartamálum er bústaðarmøguleikarnir! Bústaðarmynstrið er alt ov stirvið og ótíðar­ hóskandi til 2011og tað fer Javnaðarflokkurin at broyta. Fyri ein stakan uppihaldara sum hevur nomið sær útbúgving og ætlar sær heimaftur á klettarnar er tað sera tungt at finna hóskandi bústað fyri ein sámuligan penga. Tað eru ikki øll sum hava foreldur at flyta inn til og tað eru heldur ikki øll sum hava møguleika at keypa sær bústað. Tað eru nógv dømir um hvussu strævið og dýrt tað kann verða at flyta heim – eri sjálv ein av teimum sum havi roynt tað. Tann privati bústaðarmarknaðurin er ov dýrur og har er einki alternativ. Í okkara valskrá stendur: Komandi 5 árini byggir Húsalánsgrunnurin 180 leiguíbúðir, har tað skal tilskilast, at ávísur part­ ur skal verða til pensionistar og til fólk við ser­ ligum tørvi Kostnaðurin fyri eina leiguíbúð verður úr 4000 kr. Eisini skal Húsalánsgrunnurin byggja lestrar­íbúðir kring landi. Tað er so alneyðugt at vit øll hava tað gott og at vit øll hava møguleikar at verða í hes­um landinum og eitt gott heim er sera týdningar­ mikið og eitt gott stað at byrja. Vit standa frammanfyri stórum avbjóðingum í okkara samfelag og tað krevur nakað av okkum øllum. Tískil er tað týdningarmikið at øll vilja taka tørn har okkara styrki krevst. Eg standi inn fyri Javnaðarhugsjónini um at vit mennsikju kunna liva í frælsi og javnstøðu og hava avgerandi ávirkan á egnu lívsviðurskifti. Ger tína borgarligu skyldu, far á val 29 okt og set tín x við Anitu Hermansen á lista C Gott val Tiltrongdur bústaðar­ politikkur Anita Hermansen Valevni Javnaðarfloksins Sjálvstýrisflokkurin er ein sosial liberalur flokk­ ur, sum vil varðveita og styrkja væl-ferðar­sam­ felagið, sum veitir øllum sosialan og fíggjarligan tryggleika. Betri livikor Vit mugu royna at gera átøk, so at tey, sum eru ringast fyri, fáa betri livikor. Skattalættar muna lítið hjá hesum, tí tey gjalda lítlan skatt, men hægri botnfrádráttur og hægri barnafrádráttur hevði munað meira. Vit eiga at lækka MVGið á gerandisvørum, tí tann lækkingin munar mest hjá teimum lágløntu og teimum við stórum útreiðslum til gerandis- vørur – m.a. barnafamiljum. Vit eiga eisini at gera tiltøk, so at orkuútreiðslurnar lækka. Bústaður Fleiri bústaðartilboð eiga at vera, so at øll hava møguleika at útvega sær hóskandi bústað, sum tey hava ráð at gjalda. Tilboð mugu vera um bæði eigaraíbúðir, lutaíbúðir og leiguíbúðir. Vit skulu raðfesta bústaðir til tey, sum bera brek. Tey eru nógv í hesum bólki, sum hava bíðað eftir egnum bústaði í tíggjutals ár. Hetta er ikki rætt, tí við røttu fíggingarmøgu-leikunum hava tey møguleika at keypa sín egna bústað. Misnýtarar og heimleys Vit eiga at stuðla Frelsunarherinum, Bláakrossi og øðrum felagsskapum, sum hjálpa rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtarum og heimleysum, so at hesi fáa innivist og mann-sømilig kor. Vit mugu eisini stuðla, so at hesi fáa møguleika til at broyta sína støðu, so at tey aftur kunnu taka ábyrgdina fyri sínum egna lívi. Pensjónistar Teir pensjónistar, sum bert hava almennu pensjónina at liva av, eiga at fáa betri livikor. Hetta kann gerast við at broyta upphæddir, ella at broyta lutfallið millum grundupp-hædd og viðbøtur. Vit mugu eisini broyta mótrokningina í pensjónunum, tí pensjónistar skulu hava betri møgu­leikar at vera framhaldandi partur av arbeiðsmarknaðinum. Eg haldi harumframt, at tað er skilagott at hækka útgjaldið frá samhaldsfasta líðandi, tí tað gagnar øllum. Men vit ásanna eisini, at pensjónsnýskipan má fremjast, har tey allarflestu sjálvi mugu gjalda fyri sína egnu pensjón. Best er, um fólk eru sum longst í egnum heimi, tí má heimahjálp og onnur tilboð til eldri mennast. Men viðhørt ber hetta ikki til, tá mugu bútilboð vera. Vit mugu bæði hava røktarheimspláss og sambýli, men eisini eldra­ íbúðir og vardar bústaðir. Mennið vælferðarsamfelagið, veljið Karl A. Olsen og Sjálvstýrisflokkin Karl Olsen Valevni Sjálv Vælferðarsamfelagið Einki er størri enn kærleikin. Einki betri enn kærleikin. Einki sterkari enn kærleikin. Einki týdningarmiklari enn kærleikin. “bara ein hevði luft og kærleika, so gekk tað nokk” Kærleikin er ein natúr lóg. Kærleikin til føðilandið. Kærleikin til trúgv sína. Kærleikin til móðir og faðir. Kærleikin til familju. Kær­ leiki til okkara børn. Men størstur er kærleikin til tað menniskja, vit velja at liva saman við, restina av lívinum. Men ikki øll fáa lov til at geva henda kærleika. Ikki lov at føla henda kærleika. Ikki lov at liva í hesum kærleika. Hvønn rætt hava vit sum samfelag at nokta summum borgarum kærleikan. Ikki sleppa at vera forelskað. Ikki at sleppa at føla summarfuglarnar í búkinum. Ikki føla hitin, tá hann fer, líka niður í lítlutá, og upp, út í uttasta hárið. Ikki føla at hjarta leypur eitt slag um, tá eyguni møtast. Men Framsókn og eg vilja tað øðrvísi. Fram­sókn er ein frælslyntur flokkur, sum leggur stóran dent á persónliga frælsið hjá øllum landsins borgarum. Vit vilja, at vit øll, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. Hetta merkir, at vit øll eisini skulu kenna okkum trygg og vird, soleiðis sum vit eru. Kenna okkum trygg at stíga fram, og rópa okkara kærleika um geilar og tún. Tora trygg at stand við síni sannføring. Tora at fylgja kær­leikanum. Karlot Hergeirsson Valevni hjá Framsókn ... men størstur er kærleikin