Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-26, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2011síða 76

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 43 l 26. oktober 2011 26 Tíðindi Dagfinn Olsen Norsku Doodle Bugs hava aftur fingið vind í seglini, eftir ein steðg innan tónleikin í 20 ár. Og nú teir vitjaðu miðskeiðis í oktober, eru tað 20 ár síðani teir vitjaðu í Føroyum seinast. Teir hava manga Føroyaferð á baki millum 1968 og 1991, og alt hetta er ein søga fyri seg – ein søga, sum fekk nýtt lív, nú vit skriva 2011. Tilvild Doodle Bugs vitjaðu fyrstuferð í Føroyum í 1968, men tað var í veru­ leik­anum orsakað av eini misskiljing. Ein pláta við Doodle Bugs, sum skuldi til ein norskan plátuhandil, endaði hjá plátuhandlinum hjá H.C.W. Tórgarð, ella Hansemann, sum vanliga varð sagt, og bólkurin gjørdist væl umtóktur í Føroyum. Tískil kom bólkurin á vitjan í Føroyum, og tað gjørdust til nógvar ferðir til Føroya fram til 1991, tá bólkurin steðgaði. Bólkurin hevur eisini skrivað fleiri sangir, ið hava tilknýti til Føroya. Mong hava serstøk minnir frá Doodle Bugs ferðunum í Føroyum, og ferðin hesaferð – nú 20 ár síðani sein­ astu ferðina í ‘91 – varð eisni merkt av, at leitast skuldi aftur á slóðina, t.d. hitta tey, sum tóku ímóti Doodle Bugs á Sjómansheiminumí Havn á fyrstu vitjanini, og so at skriva í eina gesta­bók í Hvalba, sum teir eisini hava skrivað í fyri mongum árum síðani. Lille Laila Ein av kendastu sangunum er helst Lille Laila, ið er ein av elstu sangunum, og sum eisini náddi fyrstapláss á norsku listunum á sinni. Men ein stuttlig síðusøga í hesi søguni um Doodle Bugs og føroyskar fjepp­arar er, at Elis Poulsen, útvarps­ vertur, í sendingini Upp á Tá, eftirlýsti eini Lailu, sum hoyrt var um, tí hon var uppkallað eftir kenda sanginum hjá Doodle Bugs. Nógv boð komu innar, men tað eydnaðist at finna ta røttu Lailu. Og úrslitið var, at Doodle Bugs sluppu at hitta Lailu M. Petersen, fødd í 1970, og sum fekk navn sítt eftir kenda sanginum Lille Laila. Og hetta var sjálvsagt stuttligt og hug­ vekj­andi hending á hesi ferðini í Før­ oyum í 2011. Bert ein søga – Øll hava hoyrt søguna, ella mytuna, um, at ongin kennir Doodle Bugs í Noreg, men hesum trúgvi eg ikki reið­ iliga. Teir hava selt yvir 600.000 út­ gávur, og t.d. er sangurin Lille Laila inn­spældur av fleiri bólkum, eittnú í Svøríki, og verður hann eisini spældur nógv til dans, sigur Elis Poulsen. – Tað er rætt, at tað eru 20 ár síð­ ani teir steðgaðu við at spæla. Men onkur nevndi so fyri teimum, at stutt­ ligt hevði verið at fingið teir saman aftur. Teir játtaðu, tí tað hevði kanska verið stuttligt hesa einu ferðina, tí teir nú vóru komnir nakað til árs. Tað gekk sera væl, og leiðarin fyri Seljord- festivalin hoyrdi um hetta, og fekk teir eisini at koma á pall har, og enntá leygarkvøld. Hetta gjørdist ein succes av teimum stóru, greiðir Elis Poulsen frá. Til Føroya Elis Poulsen orðaði við AB um, at tey har høvdu ætlanir um at fáa fatur á Doodle Bugs, so skuldi berast skjótt at. Og soleiðis kom bólkurin aftur til Føroya nú í oktober 2011. – Teir eru bidnir aftur til Seljord komandi ár, og teir hava nóg mikið at gera í Noreg, hóast teir bert ætlaðu at spæla nøkur heilt fá kvøld árliga. – So vóru teir ikki kendir í Noreg áðr­enn, so eru teir tað sanniliga nú, sigur Elis Poulsen flennandi. Ein dupultfløga er útkomin við teirra eldru løgum, umframt at ein nýggj fløga eisini er komin við Doodle Bugs. – Teir eru sinnaðir at koma aftur hendavegin, sigur Elis Poulsen, ið legg­ur afturat, at tey fleiri enn 1000 fólk­ini, sum leitaðu sær í dans hjá Doodle Bugs, eisini upplivdu føroysku sangar­innuna Rannvá, ið veruliga fekk mong at undrast, so væl sum hon kom frá framførslu síni hetta kvøld. dagfinn@sosialurin.fo Doodle Bugs aftur á slóðina Tá Doodle Bugs vitjaðu í Føroyum fyri fyrstu ferð í 1968, var tað meira ella minni orsakað av eini misskiljing. Men hetta gjørdist til fleiri vitjanir heilt fram til 1991, og til fjepparar, minnisríkar løtur og vinarbond, ið aftur komu til lívs, nú bólkurin aftur vitjaði fyri stuttum og spældi fyri yvir 1000 fólkum, og so hittu teir eisini Lailu, sum er uppkallað eftir sanginum »Lille Laila«. Doodle Bugs hittu Lailu M. Petersen, fødd í 1970. Hon er nevniliga uppkallað eftir kenda lagnum Lille Laila, sum var eitt hitt hjá Doodle Bugs tá 70’árini byrjaðu. Triðja ársfjórðing í ár vóru út­ goldnar 41 milliónir meira í lønum enn somu tíð í fjør – tað er ein fram­gongd upp á 2,4 prosent. Vøksturin er tann størsti higartil í ár, og afturgongdin í fyrsta árs­ fjórð­ingi er nú vunnin innaftur væl og virðiliga. Higartil í ár eru út­ goldnar 32 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør. Tað er í fiski- og aðrari rá­evnis­ vinnu at stóra framgongdin er. Higartil í ár er 3% meira út­goldið í lønum í hesi vinnu. Í fiski­skap­ inum er meira útgoldið hvønn árs­fjórðing, men serliga í triðja árs­fjórðingi hava hýrurnar verið góðar. Í fjør vóru hýrurnar í triðja árs­fjórðini 186 mió. kr, men í ár vóru tær 222 mió. kr. Fyri fyrstu ferð verður ein sjón­ varps­røð víst í fullum líki í einum biografi í Oslo. Tað er sjón­varps­ røðin Buzz Aldrin – hvor ble det av deg i alt myldret, sum lutvíst er tikin upp í Føroyum í fjørsummar. Geir Henning Hopland hevur leik­ stjórnað filmatiseringina av bókini hjá Johan Harstand um Mattias, sum ikki ger nógv av sær sjálvum, hóast fólk vænta nógv av honum. Hann fer til Føroya at búgva eina tíð, og her upplivir hann mangt og hvat. Sjónvarpsrøðin skal vísast á NRK, men í døgunum frá 17. Til 28. november ber til at síggja Buzz Aldrin í biografi í Oslo. Meira útgoldið í lønum Buzz Aldrin í biografi Pål Sverre Valheim Hagen hevur høvuðs­ leiklutin í sjónvarps­ røðini Buzz Aldrin