Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit eru trygdin fyri, at ferð kemur á Føroyar. Tí heiti eg á teg um at stuðla Tjóðveldi á valinum 29. oktober. Vit fara til verka beinanvegin! Høgni Hoydal 8 ára kósloysi má enda! Tjóðveldi vil taka leiðsluna Tí okkara samfelag er í einari álvarsamari støðu: > Stórt hall er á almennu fíggjarlógini > Høvuðsvinnan er í tungum sjógvi > Alneyðugar nýskipanir hava staðið í bíðistøðu seinastu mongu árini > Skattatrýstið er hægri enn nakrantíð > Fólkaminking stendur fyri framman Ongantíð áður hevur verið so neyðugt við nýggjum politikki, greiðum málum, breiðum samstarvi og ítøkiligum nýskipanum. Á hesum økjum er alneyðugt at fremja nýskipanir sum skjótast: > Fiskivinnunýskipan > Skattanýskipan > Pensjónsnýskipan > Fyrisitingarnýskipan > Útbúgvingarnýskipan > Kommununýskipan > Bústaðarnýskipan > Nýskipan av okkara vinnu- og búskaparpolitikki ABC flokkarnir hava roynt seg í 7-8 ár uttan úrslit á hesum týðandi økjum. Skal eydnast at seta nýggja kós og fremja nýggjan politikk er tí neyðugt við nýggjari politiskari leiðslu. Einari leiðslu, ið megnar at savna føroyingar um stóru málini fyri framman. Avgerðin er tín. Leygardagin. Vel nýggja kós. Vel nýggjan politikk. Vel at fáa Føroyar framá - nú ! Vel nýggja kós og nýggjan politikk Vit mugu seta nýggja kós og fremja nýggjan politikk í Føroyum komandi 4 árini. Les meira um hjartamál og mangt annað á heimasíðu míni: www.kristinahafoss.fo KRISTINA HÁFOSS Løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi