Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 s 210 324 Eitt hart valstríð er um at enda og leygarkvøldið fer at avdúka, um arbeiðið hevur borið frukt. Vit fóru undir átakið Framsókn, sannførd um at broytingar skulu til. Samstundis gjørdust vit partur av einari minnilutasamgongu, ið sigst hava fingið meira frá hondini í nakrar mánaðir, enn onnur brúka fleiri ár til. Vit fóru undir hetta valstríðið við beinari kós og raðfestum málum. Vit vilja gera broytingar í samfelagnum og síggja møguleikar fyri at røkka málum, tvørtur um politisku mørkini. Politiska skipanin kann ikki framhaldandi sleppa at mala í kring uttan at nakað hendir. Tað skulu stór tøk til stórar uppgávur. Hesar uppgávur vil Framsókn átaka sær. Vit vita, at bert politiskur stabilitetur kann fremja tær nýskipanir, sum í longri tíð hava ligið í landsstýrinum, m.a. tí at politiska skipanin ikki hevur megnað at loyst tær. Sum formaður í Framsókn, fari eg at heita á teg um at stuðla okkum til valið. Eg vil eisini nýta høvi at takka øllum, ið hava tikið lut í tilgongdini. Heilt frá stetlandi byrjan og til nú, tá ið Framsókn um fáar tímar verður valt og vigað. Eg eri eyðmjúkur fyri vælvildini á leiðini og øllum teimum, ið hava veitt góð ráð og við blíðum heilsanum, hava givið herðaklapp á leiðini. Eg eri errin av teimum 13 mergjaðu fólkunum, ið tordu nakað nýtt og valdu at berjast fyri Framsókn og einum tíðarhóskandi Føroyum. Takk fyri øll somul og gott val. >=<;: 98876 5 43:62981.49 90 4:/.-998./96,43:6298149 ein liberalur tjóðskaparflokkur framsókn tit vita hvat tit fáa