fríggjadagur 28. oktober 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Tað, sum Levi Mørk gjørdi
í gjárkvøldið, verður ikki
góðtikið.
Heðin
Mortensen,
borgarstjóri í Havn, vil ikki
góðtaka framferðina hjá Levi
Mørk býráðslimi.
Hóast Levi Mørk er við
í samgonguni í Tórshavnar
Býráði,
vildi
hann
ikki
atkvøða fyri fíggjarætlanini
hjá Tórshavnar Komunu fyri
2012, tá ið hon var til viðgerða
í býráðnum í gjárkvøldið.
-
Hetta
verður
ikki
góðtikið, staðfestir Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Hann sigur, at eru tað
viðurskifti, sum Levi Mørk
ikki er nøgdur við, eigur
hann at samráðast um tað
innanhýsis í samgonguni og
mýkja støðuna har og finna
eina semju.
- Ein býráðslimur í sam
gongu, sum ikki vil atkvøða
saman
við
samgonguna
um eitt so avgerðandi mál,
sum fíggjarætlanin er, hann
hevur ein trupulleika.
- Ein samgonga hevur
ikki ráð til, at einstakir bý
ráðslimir seta seg uttanfyri
og tað verður ikki als góð
tikið, at einstakir býráðslimir
spæla
fríspæl
í
ávísum
málum.
Levi
Mørk
er
for
maður í byggi- og býar
skipanarnevndini.
Kann
hann halda fram við við?
- Tað fáa greiði á um
nakrar dagar, tað er ein
spurningur, eg má taka upp
í samgonguni.
- Einstakir býráðslimir
kunnu hava serlig áhugamál
í ávísum málum, men ikki í
einum so avgerðandi málið,
sum fíggjarætlanin er.
- Har skal samgongan vera
heil, sigur Heðin Mortensen.
Greitt svar
Heðin Mortensen sigur, at
hann fer nú at taka málið upp
til viðgerðar í samgonguni
fyri at fáa greiði á, hvussu
farast skal fram.
Og eitt, Heðin Mortensen
vil hava greiði á, er um Levi
Mørk er við í samgonguni
ella ikki.
- Í mínari verð er spurn
ingurin til Levi Mørk sera
einfaldur: Antin ert tú við,
ella ert tú uttanfyri.
Hann staðfestir, at Tórs
havnar Kommuna skal hava
eina fíggjarætlan.
Men
vil
ein
limur
í
samgonguni ikki atkvøða fyri
fíggjarætlanini, hevur hann
sett seg sjálvan uttanfyri
samgonguna, so einfalt er
tað, sigur Heðin Mortensen.
Fíggjarætlanin skal hava
viðgerðast einaferð afturat,
áðrenn
hon
er
endaliga
samtykt.
- Áðrenn tað endaligu
atkvøðugreiðsluna
vil
eg
hava at vita frá Levi Mørk,
um hann er við í samgonguni,
ella ikki, staðfestir Heðin
Mortensen.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá Levi
Mørk, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Heðin
Mortensen
vil
onki siga um, hví Levi Mørk
ikki atkvøddi fyri fíggjar
ætlanini.
Men tað skilst aðrastaðni,
at tað, sum Levi Mørk var
ónøgdur við, var, at játtanin
til frítíðarskúlan ikki var nóg
stór eftir hansara tykki.
Borgarstjórin
sigur,
at
hann vil nú hava greiði á
málinum.
- Men var tað frítíðarskúlin,
sum lá í buktini, er tað bara
talan um ein evarska lítlan
part av eini fíggjarætlan
upp á 700 milliónir og tað
verður ikki góðtikið, at ein
býráðslimur í samgongu, fer
ímóti samgonguni í einum
so avgerðandi máli, sum
fíggjarætlanin er.
aki@sosialurin.fo
139 milliónir
meiri til íløgur
- Vit raðfesta trivnað og arbeiði frammaliga.
Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í
Havn
Tórshavnar Býráð er nú komið væl áleiðis at leggja
fíggjarætlanina fyri næsta ár og á býráðsfundi í
gjárkvøldið varð hon samtykt fyrstu ferð.
Hon skal samtykkjast einaferð afturat áðrenn hon
er endaliga avgreidd.
Borgarstjórin sigur, at í fíggjarætlanini fyri næsta
ár, eru 130 milliónir settar av til útbyggingar av
ymsum slagi.
Tað eru einar 30 milliónir meiri enn Tórshavnar
Býráð brúkar til íløgur í ár.
Borgarstjórin sigur, at tey stóru tøkini eru
Boðanesheimið,
brúgvin
um
Sandá
og
aðrar
útbyggingar.
Men býráðið raðfestur trivnaðarmál frammaliga
og ætlar at gera gongugøtur og súkklubreytir. Ætlanin
er eisini at byggja musikkskúla og ætlanin er eisini at
gera nógv burtur úr at umvæla gongubreytir, sigur
borgarstjórin í morgun.
www.j.fo
Vilja hava greið
boð frá Levi Mørk
TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Borgarstjórin í Havn vil nú hava greitt at vita um Levi Mørk er við ella ikki
Levi Mørk spældi við eld á býráðsfundinum í Havn í gjárkvøldið, tí borgarstjórin góðtekur ikki framferðina