Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í fjølmiðlunum síðsta árið hevur verið bæði skrivað og tosað um galdandi parta­ felags­lóggávu, men hvørki valevni, gomul sum nýggj, ella fjøl­miðlar hava sett spurn­artekin við galdandi lóg­gávu undir valstríðnum. Hvør Hanus og Janus kann stovna eitt partafelag, seta felagið í stóra skuld og síðani lata felagið fara á húsagang, uttan at hetta kostar eigaranum eina krónu, kanska eitt frímerki og ein brævbjálva til Skiftirættin. Eftir situr eigarin við pengum í egnum lumma. Peningur, ið átti at verið brúktur til at gjalda skatt, mvg-eftirstøður og skuld fyri, fyri keyp av vørum og tænastum frá privat fólki og fyritøkum. Tann privati, veri seg feløg og persónar, missa virð­ir fyri fleiri tíggju- og hundrað­ túsundatal av krón­um og meira, og tað almenna missir stórar inn­tøk­ur. Hetta gongur alt út yvir teg og meg, ið skulu rinda hetta aftur í skatti, tí hallið á fíggjarlógini sjálv­andi økist, so skjótt inntøkurnar hjá tí almenna minka orsakað av mistari mvg-eftirstøðu og skatti. Eftir sita bæði tú og eg sum stóri taparin. Um fyrrverandi eigarin av partafelagnum, P/f Farið á Húsagang nr. 7, hevur hug, so stovnar viðkomandi eitt nýtt partafelag, P/f Fer á Húsagang, ið viðkomandi fíggjar við parti av tí peningi, hann hevur tikið úr gamla partafelagnum, ið als ikki er til longur. Partafelagslógin loyvir hesum, og má tí broytast ongantíð ov skjótt, til tess at verja fyri, at partafeløg verða misbrúkt á henda hátt. Dømini eru tíverri nógv um partafeløg, ið eru ‘farin’ á húsagang, tí tey hava skylda upp í fleiri milliónir. Eftir sita fyrr­verandi eigarar við stórum ognum, uttan at nakar hevur møguleika at fara eftir hesum stolnu ognunum hjá teimum. Ómoralskt og órættvíst? Ja sera, av hundan og til halda tey flestu, vónandi, men ikki kriminelt, sambært lóg­gáv­ uni. Partafelagslógin loyvir snøkt sagt tjóvarí á alljósum degi, men tað ger Revsilógin ikki. Stjelur tú eitt karton av mjólk, far tú um ikki dóm, so skal tú í øllum førum gjalda fyri stolnu vørur­nar, annars skal tú inn at sita. Núverandi partafelags­lóg­ gávan er órættvís og ómoralsk á hesum øki, og skilji tí ikki, at slíkt álvarsmál, ið hevur oyðilagt gerandisdagin hjá mongum føroyingini, ikki verður broytt og enn minni hví hetta ikki verður nevnt í valstríðnum. Nú er tað bara meinigi føroyingurin, sum verður knokkroyttur, um tey skylda skatt ella mvg. Persónar, sum gjøgnum sítt/ síni partafeløg hevur snýtt fólk so dyggiliga, sleppa snikka­leysir. Í Revsilógini, 3. Kapitul, grein 16 stendur m.a. soleiðis: Personer, der på gernings­ tiden var utilregnelige på grund af sindssygdom eller tilstande, der må ligestilles hermed, eller åndssvaghed i højere grad, straffes ikke. So er spurningurin um tað er henda greinin, ið verjir teir persónar, ið lata síni partafeløg fara á húsagang fyri at forvinna sær pening, og lata onnur sita eftir við sviðið soð. Einki valevni tosar um at broyta verandi partafelagslóggávu Hanus Jensen Nýstovnað partafeløg nýtast ikki at lata roknskap inn til Partafelagsskrásteingina fyrr enn eftir tvey ár eru liðin. Hetta gevur feløgunum møguleikar at koma fyri seg á marknaðinum, og er hetta sjálvandi í lagi. Men hetta gevur eisini óreiðiligum persónum møguleikar at átaka felagnum stórar skyldur mótvegis bæði privat­ um og tí almenna sama tíðarskeið. Og royndirnar vísa tíverri ofta, at eigarin, ístaðin fyri at gjalda sínar skyldur, heldur tømir felagið fyri peningalig virðir og síðani letur felagið fara á húsagang. Partafelagseigarin kann koyra sítt 'gamla' partafelag á húsagang, stovna eitt nýtt felag undir nýggjum navni og keypa ognirnar hjá tí gamla avtikna felagnum, til eina og hvørja tíð, og á henda hátt sleppa undan at gjalda sínar skyldur. Men um somu leið kann viðkomandi endur­nýta navnið á gamla felagnum yvirfyri sínum kundum og umheiminum, og sostatt endurnýta "gamla" navnið, í nýggja felagnum. Partafelagseigarin kann tøma felagið fyri pening uttan at nakar myndugleiki hevur eftirlit við tí og kannar hetta. Peningalig orka er ikki til hetta, verður sagt frá mynduleikunum, men spurningurin er, um tað í veruleikinum ikki hevði loyst seg peningaliga at havt eitt virkið eftirlit, ið sostatt kundi fingið goldið ein stóran part av skuldini til tað almenna afturgoldið. Skiftirætturin kannar ikki hvat hendur við møgu­ ligum ognum í partafeløgum, ið eru farin á húsa­gang. Tí ber ofta til at síggja somu persónar, hvørs partafeløg eru farin á húsagang í einari viku, koyra í somu bilum og brúka somu amboð o.a. vikuna eftir, sum annars vóru ognir hjá felagnum, ið nú er farið á húsagang. Kjak Í 24 ár luttók eg bein­leið­is í politikki sum løg­tingsmaður og løgmaður/lands­stýris­ maður. Men áhugin fyri politikki stavar líka frá barns­ beini av og hann er fram­ vegis til steðar. Tað slepst ikki undan, at hvørja ferð løg­­tings­val nærkast kókar blóðið eitt sindur heitari og spenningurin økist. Eg skal ikki leggja meg útí allar smálutir, sum frammi eru í valstríðnum, og sum meira ella minni grugga politisku myndina. Men nakrar høvuðslinjur eru kortini, sum eyðmerkja polit­ isku flokkarnar, og sum teir standa fyri. Tann flokkurin, sum eg umboðaði í mínum virkna politiska lívi og sum eg framvegis ynski at stuðla hevur nøkur eyðkenni Eg var sjálvur við at orða stevnu­ skránna fyri nú skjótt fleiri árum síðani. Sjálvt um hon eldist, so er høvuðsinnihaldið framvegis galdandi: Fólkaflokkurin er ein liber­ alur, sosialur og demo­krat­ iskur sjálvstýris­flokkur. Longu hetta sigur rættiliga nógv. Flokkurin er liberalur (ikki liberalistiskur), tað vil siga borgarligur og vil grundleggjandi verja persón­ ligt frælsi og ognarrætt. Sam­stundis vil hann menna vinnuligt virksemi, sum skal skapa grundarlag fyri allari samfelagsligari menning og vera drívkraftin til vælstand í landinum. Flokkurin er eisini sosial­ ur (ikki sosialistiskur), sum við hjálp frá samfelags­ vælstandinum skapar eitt gott vælferðarsamfelag við øllum sum tað ber í sær. Flokkurin er eisini sjálv­ stýrisflokkur. Málsetn­ing­ ur­­in er, at í Føroyum skulu Føroy­ingar ráða, og við skila­ góðum vinnulívs­politikki og framleiðslu­skap­andi vøkstri fáa vit eitt burðardygt samfelag, sum kann bera einar sjálvstøðugar Føroyar. Hendan ábyrgdin er okkara, og hon liggur ikki hjá dønum. Sleppa vit okkum undan hesi ábyrgd, sjálvt um tað bert er partvíst, so verður føroyska samfelagið ongatíð burðardygt. Sum núverandi útiseti ber væl til, við øllum teim nýmótans miðlum, at fylgja væl við í gongdini í Føroyum. Hvønn dag kann ein “uppdatera” sína vitan frá bløðum, portalum, kringvørpum o.s.fr., so sjálvt við fysiskari frástøðu ber til eisini at fylgja við í valstríðnum. Àhugin er til steðar og tí geri eg tað eisini. Føroyar sum eitt valdømi er eftir míni uppfatan ikki í samsvar við grundleggjandi ætlanina við parlamentariska umboðanarskipan, men tá nú skipanin einaferð er galdandi, so meti eg, at Fólkaflokkurin hevur verið sera heppin við síni uppstilling. Persónliga kenni eg ikki øll tey 32, sum uppstillað eru, men við at lesa um tey og teirra vitan og erfaringar, og ikki minst við at lesa tað, tey skriva, haldi eg, at tey øll somul hvør sær vera eitt gott umboð á tingi. Tí ræður um, at so mong sum møguligt náa hesum máli, og eisini tá avtornar onkur av teimum kemur í landsstýri. Hendan lítla grein er ikki ætlað sum partur av einum val orðaskifti, men sum ein heilsan til valevnini á Fólkaflokkslistanum um at dríva á og alla tíðina at hava endamálið fyri eyga, nevniliga at gera sítt besta fyri Føroya fólk grundað á Fólkaflokkshugsjónina. Samstundis sendi eg eina heilsan til alt Føroya fólk, ivist ikki, men fari á val og velji lista A, Hin Føroyska Fólkaflokkin. Ein áheitan nú valið stundar til Jógvan Sundstein