Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Løgtingið skal nú mannast við kvinnum og monnum, ið komandi árini skulu loysa eina trupla uppgávu. Her eru høvuðsavbjóð­ ing­­ar­nar, ið skulu skapa fólka­­­vøkstur og búskapar­ vøkstur: • Hallið á 500 mió. kr. á fíggj­ arlógini skal fáast burtur • Uttanlandsskuldin á uml. 3 mia. kr. skal gjaldast niður • Reformar á fleiri økjum skulu fremjast • Fleiri inntøkur skulu fáast til vega frá vinnuni • Vælferðin skal varðveitast • Fleiri útbúgvingar skulu stovnsetast • Ríkisveitingin skal prístals­ viðgerðast • Samstarvið í Ríkisfelags­ skapinum skal útbyggjast Um hesi avbjóðandi mál skulu røkkast, er neyðugt, at tú sum veljari ert við til at seta ein sterkan Sambandsflokk í Løgtingið. Sum eg síggi tað, er Sam­ bandsflokkurin tann einasti, ið hevur eitt veruligt boð uppá, hvussu búskapurin kann fáast at hanga saman, uttan at vælferðin í Føroyum verður sett í vanda. Ætlanirnar hjá hinum flokkunum bera í sær, at tað verður verri at vera borgari her í landinum. Undirritaði stillar ikki upp á løgtingsvalinum hesaferð, men eg heiti inniliga á allar veljarar – eisini tey, sum gjøgn­um árini hava víst mær persónligt álit – um at stuðla flokki okkara. Gott val! Føroyum tørvar tína atkvøðu Nú er upp til tín sum veljari at taka røttu avgerðina fyri Føroyar. Sambandsflokkurin er einasti garantur fyri vælferð og framgongd í Føroyum Men verandi samband er dýrt. Fólk, fæ og farmur skal gjalda ferðaseðlar. Skip skulu útvegast, rent­ ast og avskrivast, og tey hava útreiðslur til olju, við­líka­hald, avloysara­skip og mann­ing. Tey taka upp pláss á havnarløgum, sum hava kostað nógv at útvega. So kemur miss­urin av at tað tekur ov langa tíð at koma fram, og at hetta ov sjáld­an letur seg gera. Sum er tekur tað tveir tímar at sigla millum Tórshavn og Trongis­vágs­fjørð. Høvdu vit Suður­tunnilin, var leiðin nakað tað sama sum úr Vestmanna til Havnar. Eftir tveimum tímum bar til at koma aftur og fram millum hesi støð, og sum er, er siglingstíðin tveir tímar hvønn vegin, og harafturat kemur, at ein løta er millum túrarnar. Hesin kostnaður er darv­ andi fyri øll. Hvør einasti bil­eigari fær ov lítið gagn av sínum bili av tí at hann ikki fær nýtt hesa farleið. Verður alt lagt saman, er ver­­andi skipan dýrari og ger minni samfelagsgagn enn ein Suður­­tunnil. Tá so er, er bert eitt at gera, og tað er at fáa fígging til vega. so far­ast kann undir hesa verkætlan. Neyvan nakratíð hevur verið so bíligt at fingið fígg­ ing sum tað er nú. Kapitalist­ ar um allan heim ristast av ótta fyri at missa pening sín og leita altráir eftir verkætlanum sum loysa seg. Her hava vit sanniliga eina sum dugur er í! Zakarias Wang Hava vit ráð til Suður­ tunnilin? Nú er semja um, at vit skulu hava Suðurtunnilin. Men bara ikki nú, verður sagt, tí vit hava ikki ráð sum er! Hjá okkum veljarum er sera umráðandi at vita, hvat ymsu flokkarnir standa fyri í ymiskum málum, t.d. etiskum málum Eftir teimum fráboðanum, ið komnar eru í valstríðnum, so eru tað tveir flokkar, ið hava boðað frá, at teir hava eina avgjørda støðu í samkyndamálinum: Framsókn er fyri skrásett­ um parlagi. Miðflokkurin er ímóti skrá­settum parlagi. Fyri okkum veljarar er hetta ein greið støða. Men tað er ein trupulleiki fyri okkum veljarar, at ikki allir flokkar hava eina greiða støðu, tí ein veljari sum setir sín kross við eitt valevni, sum ikki gongur inn fyri skrá­ settum parlagi, kann koma í ta støðu, at hann í veru­ leikanum velur ein persón inn á ting, sum júst gongur inn fyri skrásettum parlagi, beint ímóti sannføring síni, tí persónurin sum hann setti kross við, kom ikki inn á ting. Tí var gott um allir flokkar gjørdu, sum teir báðir áður nevndu: Greitt at boða frá hvørja støðu teir sum flokkar hava til hendan, fyri mong av okkum so týðandi spurning, og aðrar etiskar spurningar. Svenning av Lofti Hvørja støðu hava politisku flokkarnir í samkyndarmálinum? Burtursæð frá fólkaflokki­ num - ið bert vil seg sjálvan - so eru allir hinir flokkarnir - meira ella minni - við upp á at slóa fyri einum felags máli, soleiðis at land og fólk innan fá ár skulu kunnu klára seg sjálvi í einum sjálvberandi og solidariskum samfelagi við størst møguligum javna, og hvar vit eisini - sum eina sjálvfylgju - eftir førimuni - bera byrðar hvør hjá øðrum. Teir ymiskleikar, ið kunnu gera seg galdandi flokkanna millum, kunnu í tøttum sam­ starvi ger­ast gevandi fyri enda­­úrslitið, og eiga tí - sum út­­gangs­­støði - at vera mett­ir positivir heldur enn negativir. Komin á mál, kann fólkið við fólkaatkvøðu seta kósina: framhaldandi sambandsríki, fullveldi ella okkurt heilt triðja. Við ynski um eitt gott val og blíða framtíð við Guðs ríku signing fyri land og fólk. Dagfinnur Danbjørg Bert saman standa vit sterk og kunnu náa málinum