Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kanska er tað í so vágið av einum, ið stendur á síðu­ linjuni, at róta seg uppí eitt val­stríð, sum er á veg inn í sína mest intensivu fasu, nú bara ein lítil vika er eftir til la grande finale næsta leygardag. Viðmerkingin stend­ur bara fyri mína egnu rokning, og hon er skrivað, tí valstríðið kennist á sama hátt, sum táið mann í dagavís sigldi ígjøgnum ístokuna við vesturstrond Grønlands. Alt er lopið saman í mjørkanum. Tá var ein radari einum til hjálpar, men táið ongin polit­isk­ur radari enn er upp­funnin, so er veljarin givin upp fyri skutil. Táið myrkrið hevur lagt seg, eru eisini allir køttar gráir, og hóast eg havi roynt sum frægast, dastið av lívi­ num, at fylgt politisku gongd­ini í áratíggir og sjálv­ ur havi luttikið aktivt á palli­ num, hevur samankókið ongantíð verið størri enn tað sama, - alt er farið upp í rulk. Fullveldissamgongan gjørdi landgongd í desemb­ er mánað 2003. Val varð skrivað út, og í jan­uar mán­aða hendi tað, at ABC- flokkarnir kast­aðu saman á fyrsta sinni síð­ani seinru stríðsárini. Tað kvøldið, táið tað lá og vigaði á, um hendan nýggja kon­ stellatiónin gjørdist egg ella ungi ringdi Finnbogi Ísakson, sáli, til mín. Hann bað okkum gera alt fyri at steðga hesi royndini, tí hann var sannførdur um, at vignaðist ætlaða køking­ in, so fór hendan afturhalds­ sam­gongan at sita við valdi­ num í heimastýrinum tey næstu 40 árini. Hesir jassarnir hava nú sitið við valdið í 7-8 ár. So illa er stjórnað, at hesi 40 árini í oyðimørkini kunnu nú avmarkast til ta van­lukk­ una, sum longu er hend. Hendan royndin skrædn­ aði í vár, mest tí at teir ikki vildu kennast við sítt egna politiska produkt. Almenna skuldin er á leið tví­fald­að og fæið, sum fekst burturúr einskiljingunum, eitt nú úr Føroya Banka, umleið 2,3 milliardir krónur tilsamans, er futtað av í einum skila­ leys­um politikki, sum fyrst og fremst Bárður Niels­­en er eksponenturin fyri. Táið hann fór undir eks­perimentið at reka ein topp­tunaðan ekspansivan fíggjar­­politikk í einum øko­nom­iskum hásveipi, tá fór alt av sporinum, og tann sam­­gongan, sum nú skal taka um endan eftir 29. oktober hevur fyrst og fremst ta tungu uppgávu, - at rudda og taka upp eftir ABC-eksperimentið. Higartil hevur valstríðið givið veljaranum ta fatan, at alt bara fer at halda fram, sum um onki var hent. Kaj Leo heldur fram sum løgmaður, Aksel slepp­ ur at vera aspirant­ur, vara­ løg­mað­ur, næstu fýra árini, og so taka teir so hiss­ini onkra politiska slintru burturúr eftir­ver­andi rúgv­ uni, haldi Aksel nevndi Tjóð­veldis­flokkin, fyri at manna ein meiri­luta, sum skal gøllhalda sam­bands­ flokk­arnar báðar við heitu heima­stýris­radia­tor­arnar úti í Tinganesi eitt val­skeið afturat. Tjóðveldi hevur havt eitt ávíst samstarv við oman­ fyri­nevndu flokkar síðani slitið í vár, samstarvað var um mál, sum akuttar áneyð­ir vóru á, og tað sam­ starvið hevur onki sum helst við komandi makt­ kon­stellatiónir at gera yvir­ høv­ur. Hevði nær sagt, at møgu­leikin fyri hesum er mun­andi minkaður síðani valstríðið byrjaði. Sambandsflokkurin hev­ ur turrgelt alt vit og skil í orðaskiftinum um búskapin við at leggja eina nýggja gummi­slangu inn í danska ríkiskassan. Blokkurin skal í minsta lagi tinast. Teir ætla at knýta Føroyar fastari at hjálanda­veldinum, og táið teir frægastu tingmenninir eru lopnir í havið, Edmund og Magni, er lítið at heinta. Alfred Olsen, Bjørn Kalsø og Edva Jacobsen-týpurnar kunnu ikki brúkast til nakr­ an framrættaðan politikk. Tey brúka bara bak­spegil­ in at stjórna eftir, so galið er tað, at status quo ikki er teimum nógmikið. Tað er bara afturhald og meira afturhald. Javnaðarflokkurin, sum er sambandskari enn nakran­tíð, og hevur fingið sær ein nýggjan spunasmið í Virgari Dalsgaard, á Vágaportalinum, hevur enn einaferð roynt seg við einum bluffnummari. Eitt skattauppskot, sum sjálvandi skal lætta um hjá øllum teimum, ið virka í almenna sektorinum, men trupulleikin er bara, at fleiri búskaparfrøðingar siga, at matematikkin ikki hongur saman í roknistykkinum. Javnaðarflokkurin vil ikki út við grundtølunum, soleiðis, at onkur annar enn Sofus norðan frá Gjógv sleppur at rokna uppá tølini, tí ánar ongin hvørt høvd ella hali er í boðskapinum. Hetta líkist teimum 10 boðunum, sum einaferð veitti teimum 10 tinglimir. Í 1990. 2 ár seinri fór sam­ felagið stútandi rabundus. Upp á seg størsta bú­skap­ arskrædl í vestur­heiminum higartil. Har­til bendir alt á, at Hendrik Old er ávegis í ting­­ið aftur, og táið hann og Ger­hard Logn­berg taka um róðurs­vølin í fiski­­vinnu­ politikki­num, tá vita vit hvat klokkan hevur sligið. Óneyðugt skuldi verið at sagt, at tað má og skal finnast eitt alternativ til hesa politisku deyðs­ gongdina, táið val hevur verið um eina lítla viku. Annars bera vit ikki boðini. Tað tykist ikki, sum veljar­in enn hevur skilt rætti­liga, at samfelagið er í eini djúpari kreppu. Fyrst og fremst í eini fiski­ vinnu­kreppu, sum smátt um smátt er í holt við at leggja lunnarnar undir eina umfatandi búskapar­ kreppu. Áneyðir eru tí á eini sam­­gongu, einum greiðum alterna­tivi, sum setur sær nøk­ur neyv tjóðskaparlig mál at stýra eftir. Valstríðið hevur higartil snúð seg um reinar petitessur og smáligt túnatos og fyri at gera stutt av eigur hendan seinasta vikan at snúgva seg um: Búskaparliga endurreisn Fíggjarnevndin hevur sam­ an við løgtinginum lagt ein karm fyri, hvussu vit koma uppá turt aftur í sein­­­asta lagi í 2016. Sáttin einsa­møll ger onki, tað skulu um­fat­ andi broytingar henda í fleiri samfelagsliðum, um málið skal røkkast. Ein sterk samgonga, við óræddum lands­­­stýris­ monn­um, sum stýrir eftir greið­um tjóð­­skap­a­rýtum, kann fremja neyðugu broyt­ ingarnar. Higartil hevur fíggjarnevndin roynt sum frægast at lagt kósina, men farandi landsstýrið hevði hvørki mið ella mál í nøkrum samfelagsmáli, laissez faire var hevdin, lat standa til, best man vera sum er, var rásin, stjórnað varð eftir. Tað ráddi bara um ikki at koma sær til illnar við nakran, soleingi kredittvirðið var so frægt, at lánast kundi til púrgjørda politikkin og ovurnýtsluna. At reytingin fall við einum stigi tóktist heldur ongan ampa at geva teimum. Fiskivinnupolitikk Meðan alt bendir á, at tær púrgjørdu konservativu kreftirnar hava fingið ræðið á Sambandsflokkinum aftur, og Hendrik Old er komandi sjefdomptørururin í fiski­ vinnu­málum hjá Javnaðar­ flokki­num, saman við Ger­hardi Lognberg, man lítið vera eftir av tí kon­ struktivu semjuni um m.a. burðardygga veiði, sum vit skrivaðu undir suðuri í Tinganesi hin 20. apríl 2011. Jørgen Niclasen segði fríggjadagin, í fram­løgu­­ sendingini hjá Fólka­flokki­ num, at ein flokkur er sum tey menni­skju, ið manna hann. Hendir eitt skifti hjá Radi­kalu Sjálv­stýrarunum eftir valið, so kann eitt rætti­­ligt paradig­muskifti henda í hesum áður so stokk­­konserva­tiva flokki, táið tað ræður um fiski­ vinnu­poli­tikk. Legði merki til, at hin sera skilagóði virkis­­leiðarin á Tavuni í Leirvík, Jóan Magnus Rasmussen, valevni, segði hesi orðini, tá hann slapp framat lurtinum: ”Eisini er sera umráðandi, at vit arbeiða fyri at fáa eina góð­kenda burðardygga fiskivinnu, soleiðis, at ikki bara vit halda, at vit fiska burðar­­dygt, men at vit gera tað í sam­starvi við allar teir stovnar, sum t.d. ICES o.s.v., fyri at vit kunnu fáa góðkent, at vit fiska burðardygt. Og vit eiga eisini at virka fyri, at tað verður gjørt so skjótt sum møguligt, soleiðis, at virkir og skip kunnu fáa tær góðkenningar, sum tíðin krevur t.d. MSC-góðkenning. Hetta er alt sovorðið, sum Fólkaflokkurin vil arbeiða fyri.” Kenni eg Jóan Magnus rætt, hevur hann hugsað seg væl um, áðrenn hann hevur latið hesi orðini falla, so mikið meira merkisverd eru tey. Og somikið nærri eru Tjóðveldi og Fólkaflokkurin og Framsókn og partar av Sjálvstýrisflokkinum ein­ um skilagóðum fiskivinnu­ politikki. Tjóðarbygging Hesi seinastu 7-8 árini hava verið merkt av danskari tjóðarbygging. Endamálið hevur verið at vevja okkum uppí allar møguligar dansk­ar skipanir, fyri at maga­­draga tjóðina fyri ta upp­drift, sum hevur verið mergur­in í samfelagnum, síðani tjóð­skapar­rørslan tók dik á seg, fyri stórt hundrað árum síðani. Á øllum mótum má dubbast av nýggjum. Í Kring­varpi, í sínari tíð fremsti tjóðar­ byggjarin av øll­um, sum agaleyst er dani­fiseraður meira enn nakrantíð hesi seinastu árini. Á út­ búgv­ing­ar­stovnum og á Universitetinum. Í frá­læru­ tilfari, bókaútgávu, sjón­ leiki, filmslist o.s.fr. Eisini ber til at semj­ast um eina veruliga stjórnar­skipan, nú soldað er frá, og vit vita hvar fólkið stendur á politiska talvborðinum. Kaj Leo Holm Johannessen situr sum ein annar croupi­ ari, fæhirði, við spæli­borðið, og býtur óveruligar danskar matadorpengar út til sínar veljarar. Sum ein croonari syngur hann mjúkl­igar sangir, sum fáa hvørt gentu­ hjarta at skelva, fyri at beiski føroy­ski veruleikin, ið hann er fremsti ættfaðirin at, sum best skal fjalast fyri veljaran­um fyri valið leygar­ dagin. Serliga Dimmalætting hevur, av røttum, spurt upp í saman aftur í odda­ grein­unum hesar seinastu vikurnar, og hartil í Poli­ metri­num, hvørjum flokk­ arnir ætla sær at samstarva við. Og álvaratos, her er okkurt spinnandi galið, um tað ikki finnist okkurt alternativ, væl meiri politiskt mergjað enn Kaj Leo, á politisku kramba­ hillunum, nú sópast skal - eftir at ABC-samgongan síðani 2004 uttan mið og mál hevur stjórnað okkum út í ein tronga. Tað er væl skiljandi, at sam­ bandskir javnaðarmenn, sambandsmenn og ser­ stak­­­liga danir sita sum connaisseur´urin og kela og kína juvelinum, gimsteini­ num, sum er hent­asta am­ boð­ið teir kunnu finna í politisku skipan okkara, fyri at varð­veita valdið á skeivum hondum. Stundin er komin, at tjóðskaparflokkarnir taka saman hendur, skipa eina samgongu eftir valið, sum í hvussu er miðar eftir Republikkini. Helst skal hon røkkast, tað er sjálvandi ein temperamentspurningur, men koma vit meira enn hálvan ella trífjórðingsvegin í einum valskeiði, so er tað heldur ikki at forsmáa. Tí skal mítt tilmæli verða, at Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkurin skipa sam­­gongu eftir lagnuvalið leygardagin. Óvist er hvussu stjølurin verður á Gamla Sjálvstýrinum, táið valhølini eru afturlatin, men verður úrslitið so progressivt, sum onkrar ábendingar eru um, so er ein EFAD-samgonga einasta alternativið til tað verandi, sum als onki alternativ er yvirhøvur. Fáa tjóðskaparflokkarnir meirilutan leygarkvøldið, eigur fyrsta raðfestingin at vera at skipa eina tjóð­skap­ arliga savningar­stjórn, sum megnar at venda skeivu gongdini hesi seinastu 7-8 árini og at leggja samfelagið aftur á eina trygga full­ veldisleið. Sambands­flokk­ arnir eru dumpaðir við einum braki, - takið verður at skipa EFAD-samgonguna. Politikk­urin er alfa og omega. Stríðið um, hvør ið skal loysa Kaj Leo av, hevur aðru rað­festing, og tað eiga Høgni, Poul, Annika og Kári onkursvegna at sáttast um – føroysku tjóðini at gagni og til mesta frama. Gott val ! Tórbjørn Jacobsen veljari Kjak Ímeðan tjóðin rópar eftir eini stjórnarlagsbroyting! - einasta alternativið í systemskiftinum er EFAD