Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Atlantic Airways er kom­ið í fínt selskap, tá um lýs­ing­ar­ herferðir ræður. Saman við lýsingar­fyritøkuni, Umwelt, er flogfelagið nominerað at hava gjørt millum 20 tær mest virðisøkjandi lýs­ing­ar­ herferðirnar í ríkinum. Millum aðrar nomineraðar fyritøkur kunnu nevnast Mercedes-Bentz Danmark, Danske Bank (tvær lýsingar), Føtex, Nike Danmark, Fårup Sommerland, Rådet for Sikk­ er Trafik, Telia Danmark, Tele­nor, Danske Spil A/S og TDC A/S. Hetta er ein lýsingar­her­ ferð, sum vit hava koyrt í TV2 og seinni í lokal­send­ing­ unum hjá TV2. Eisini hava vit havt lýsingar í Politiken og Jyllandsposten, umframt nøkrum lokaldagbløðum, har vit hava mett at ein poten­ tiellur marknaður er, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá At­lan­ tic Airways. Lýsingarherferðin byrjaði í februar og helt fram inntil miðan mai. Lýsingarfilmurin, ið er 39 sekund langur, er framleiddur við føroyskum sjónleikarum og við føroyskum tónleiki. Tað eru Guðrun Eysturlíð og Andreas F. Hansen, ið eru statistar í filminum, Teitur Lassen spælir tónleikin, með­an triðings føroyingurin, Helle Fagralid, tosar inn donsku taluna í filminum. Hendan kappingin um bestu lýsingarherferðina gong­ur út upp á, at finna tað markn­aðar­føringsherferðina við størstu virðisøkingini, sigur Jákup Sverri Kass. Hevur loyst seg Marknaðar­førings­herferðin miðar móti ávísum mál­bólk­ um. Hjá okkum er tað heilt greitt pør 45 ár og eldri, ið er okkara málbólkur. Tað eru tey, ið eiga áhugan og hava brúk fyri at koma burtur fyri at finna hvønn annan og seg sjálvi aftur. Og tað halda vit Føroyar eru rætta plássið til tað, sigur Jákup Sverri Kass. Filmurin leggur dent á reinu og óspiltu náttúruna og friðin, og tey bæði, Guðrun og Andreas, ímynda pørini, ið lýsingarfilmurin vendir sær til. Vit hava hugt eftir tølun­ um, og vit síggja heilt greitt, at hendan lýsingarherferðin hevur givið valuta fyri peng­ arnar. Vit hava havt ein mun­andi vinning av filmi og lýs­ingum, sigur Jákup Sverri Kass. Hann sigur, at tíðin nú er hin rætta at venda sær til tilkomin pør, sum eftir at hava livað eitt materialistiskt lív, kunnu koma til friðin og óspiltu náttúrina í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk fyritøka er kom­ in so langt í kappingini um mest virðisøkjandi lýsing­ar­ herferðina. Og vit skulu jú minnast til, at vit eru kom­in hertil í kapping við dansk­ar fyritøkur, sum hava mun­ andi fleiri markn­aðar­før­ ings­pengar, enn tað, vit hava, sigur Jákup Sverri Kass. Spentir Týsdagin 1. november verður so skipað fyri einum tiltaki í Keypmannahavn, har vinn­ arin verður kosin. Tað er Børsen, sum saman við Post Danmark og donsku lýsingarvinnuni, sum skipar fyri tiltakinum. Okkara film­ ur og lýsingar hava fingið ógvuliga góð skotsmál, og tí eru vit rættiliga spentir til tiltakið týsdagin, sigur Jákup Sverri Kass. Bara tað er vera nomi­ neraðir er eitt herðaklapp til Atlantic Airways. Verður tað soleiðis, at vit vinna heiðurin, er tað ógvu­ liga stórt. Men bara tað at vera við í kappingini á hesum stiginum hevur ógvuliga stóran týdning, ikki bara fyri okkum, men fyri føroyska ferða­vinnu sum heild, sigur Jákup Sverri Kass. Tað verður spennandi at fylgja við, hvussu gongst lýs­ ingarfilminum hjá Atlantic Airways, men uttan mun til um filmurin verður kosin at verða nummar eitt, so hevur føroyska flogfelagið longu vunnið nógv við flotta lýsingarfilminum. Atlantsflog heiðrað fyri lýsing Fyri fyrstu ferð er ein føroysk fyritøkanominerað at vera millum 20 tær bestu í ríkinum fyri lýsingarherferðir. – Tølini vísa, at tað hevur loyst seg at koyrt hesa lýsingarherferðina, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari, er saman við restini av Atlantsflog spentur til kjósanina av besta og mest virðisøkjandi lýsingarherferðina á danska marknaðinum Mynd: Álvur Haraldsen Allar nomineraðar fyritøkur og lýsingarfyritøka teirra: Mercedes-Benz Danmark Sætter jeg stadig pris på et luksusbrand, selvom det sætter prisen ned Bates Y&R / MEC Rådet for Sikker Trafik Svineren Bates Y&R / Havas Royal Unibrew A/S / Royal Beer Tak Rock DDB Danmark / Mindshare Waoo Waoo - Lets Fight envision A/S Føtex Føtex er sej - vi gør mere for dig - one hit Wonder envision A/S / MEC Gruppen Fårup Sommerland Fårup sommerlands kommunikation er ikke helt ude i skoven envision A/S / MEC Gruppen Telia Danmark Telia 4G ... et lille stykke verdenshistorie Hjaltelin, Stahl & CO. Gruppen / Carat Danmark A/S Kiwi Minipris Danmark Sælger gul bedre end grøn? Sunrise / IUM A/S Gartneribrugets Afsætningsudvalg Sæson for god smag Lyhne + Company A/S / IUM A/S Euromaster Små Revolutioner MEC / Sonic Minds Danske Bank Gul Bank MediaCom Danmark / & CO. / Zupa Danske Bank Mobilbank MediaCom Danmark /Zupa Bayer A/S /Bayvantic@Vet Beskyt din hund MediaCom Danmark / MediaCom Beyond Advertising Nike Danmark Nike TakeCPH - en social succeshistorie Naked Communikations / Mindshare A/S Telia CLC Telia CLC - Når salg er service OgilvyOne Danske Spil A/S Mod alle Odds OMD Denmark A/S /BBDO Telenor En erhvervs rejse fra Economy Class til First Class OMD Danmark A/S / Bates Y&R / Wunderman Orifarm Yellow Part 2 - From good to great UmWelt A/S Atlantic Airways Atlantic Airways - sådan kom salget op at flyve UmWelt A/S TDC A/S Os med TDC - Markedets modigste kommunikationsstrategi Wibroe, Duckert & Partners / MediaCom Business Science Nordic / MediaCom / Milward Brown