fríggjadagur 28. oktober 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sigvald Kristiansen
Nú nógv verður tosað um
viðurskiftini hjá samkyndum
upp undir valið, havi eg hug
til í friðsemi og í góðum
forstáilsi at gera vart við
hugtøkini hjún og gifta.
Smb. orðabókini eru eini
hjún: maður og kona, sum
eru gift, og gifta: víga í hjúna
band, hann gifti seg við henni.
Øll orð, sum hava nakað við
hjún ella giftu at gera, verða
umtalað sum nakað, ið hevur
við sambandið millum mann
og kvinnu at gera. Eg finni
ongan annan týdning av
hesum orðum í orðabókini.
Hesi orð eru so innlivaði í
okkara máli, at tað skuldi
ikki verið neyðugt at leita til
orðabøkur, fyri at finna út av
hesum, hetta burdu øll vita.
Tvey verða gift, tey giftu
eru hjún, maður og kona,
einki annað kann pr. defini
tión eita hjún ella at giftast.
Tað ber ikki til at broyta
gomul væl lýst orð og hugtøk,
tí onkur ynskir tað, í hesum
føri ein minniluti við aðrari
kynsligari sannføring enn
tey flestu. Her mugu finnast
onnur orð ella heiti um hesi
fáu, sum eru okkara millum
og altíð hava verið tað, men
sum nú gera meira vart við
seg og vilja vera meira sjónlig,
tað skulu tey eisini hava loyvi
til uttan at verða happað.
Um tey halda, at teirra
borgarligu rættindi sum pør
í samfelagnum krevja broyt
ing í eini ella aðrari skipan,
so kann tað ikki gerast
við at broyta nakað uppá
okkara hjúnarbandslóg, ið
sum nevnt bert hevur við
viðurskifti millum mann og
kvinnu at gera, men so má
tað orðnast á onkran annan
juridiskan hátt.
At so nógv valevni til
løgtingsvalið siga ja til at
broyta
hjúnarbandslógina
eftir ynski frá felagsskapi
fyri samkynd, sigur nakað
um, hvussu sterkt árin eitt
rák av hesum slag hevur,
og minni um sjálvstøðuga
hugsan viðvíkjandi lóggávu.
Lat
okkum
kalla
ein
spaka fyri ein spaka. Nýggj
orð og nýggj heiti til nýggjar
siðir ella livihættir, men lat
okkum ikki brúka orðini
hjún og gifta uttan í rætta
samanhanginum.
Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka
Kjak
Tóra Petersen
Vegna Psykiatriska Depilin
Tær sálarligu líðingarnar
eru ein altjóða heilsupolitisk
avbjóðing. Bara í Danmark
sæst ein munandi vøkstur í
talinum av dønum við sálar
ligum líðungum. Meiri enn
400.000 danir eru í dag í
viðgerð við heilivági ímóti
tunglyndi, og sum skilst, eru
nærum ein hálv millión fólk
plágaði av einum ella øðrum
slagi av sálarligari sjúku.
Samfelagsligu útreiðslurnar
eru
samsvarandi
høgar:
Mett verður, at sálarlig sjúka
kostar danska samfelagnum
55 milliardir krónur árliga.
Ein nýggj stór kanning
vísir, at ein samsvarandi
øking eisini kann staðfestast
á europeiskum stigi. Nærum
165 milliónir, heili 38 prosent
av øllum evropearum, verða
hvørt ár rakt av líðingum,
so sum tunglyndi, angist,
svøvnloysi ella minnisloysi.
Hetta vísir ein nýggj stór
kanning grundað á dáta,
sum er savnað inn í øllum ES
limalondunum, umframt í
Sveis, ìslandi og Noregi.
Tá ið tað eftir metingini
bert eru umleið ein triðingur,
sum fær neyðugu viðgerð ella
heilivág, so eru sinnissjúkur
ein
stór
búskaparlig
og
almenn byrða, sum kostar
fleiri
hundrað
milliardir
evrur árliga.
Fýra útav tíggju
hava søkt um hjálp
Í
samband
við
Altjóða
Sálarheilsudagin hjá WHO,
sum verður hildin tann 10.
oktober árliga, hevur Epion
vegna Psykiatrifonden gjørt
eina nýggja kanning millum
1.500 danir, og vísir hon á
áhugaverdar upplýsingar til
dagsins høvi.
Millum úrslitini av kanning
ini eru hesi:
• Nærum fimti hvør dani
hevur nýtt grundgevingina
`kropslig sjúka` fyri sínum
arbeiðsgevara, hóast orsøkin
til eina fráveru í veruleik
anum var sálarligir trupul
leikar.
• Nærum 40 prosent hava
onkuntíð sett seg í samband
við lækna ella sálarfrøðing
fyri at tosa um sálarligar
trupulleikar.
Her
er
tó
týðandi munur á kynunum
báðum. Umleið helmingurin
av konufólkunum hava leitað
sær hjálp, meðan hetta `bert`
er galdandi fyri 30 prosent av
mannfólkunum.
• Umleið fimti hvør hevur
upplivað, at starvsfelagar á
arbeiðsplássinum hava tikið
frástøðu frá øðrum starvs
felagum við sálarligum trupul
leikum ella sálarligari sjúku.
Orð á sálarligu
líðingarnar
Tá ið spurt verður, hvørjar
orsøkirnar til at alsamt fleiri
fáa sálarligar trupulleikar og
sálarligar sjúkur eru, svara
tveir triðingar av teimum
spurdu, at arbeiðslívið er
vorðið meira krevjandi.
Ein onnur vanlig frágreið
ing, svarað av 47 prosentum,
er tann, at tað sosiala lívið er
vorðið meira krevjandi. Eini
45 prosent meta, at danir ikki
eru vorðnir meira sjúkir, men
eru harafturímóti vorðnir
skjótari til at søkja sær hjálp
og viðgerð. Fimti hvør vísir
á, at vøksturin í teimum
sálarligu trupulleikunum er
eitt úrslit av, at danir ikki eru
eins sterkir sum áður.
Roal Ulrichsen, formaður
í Dansk Psykolog Forening,
sær tølini sum eitt tekin
uppá, at danir í minni mun
finna seg í at hava tað
vánaligt og mistrívast:
- Vit fara til sálarfrøðing
við angist, tunglyndi, sorg,
strongd o.a., men við fram
tíðini í huga, føra hesi
eyðkennir til eitt samfelags
ligt skammlop. Tað modern
aða framleiðslulívið niður
pínur
einstaklingin
og
misnýtir tann menniskjaliga
faktorin
útyvir
tað
ein
megnar. Somuleiðis verða
fríðar rammur givnar. Tað
skal ganga galið, og tað ger
tað. Soleiðis sum samfelagið
og arbeiðsmarknaðurin eru
inrættað, ber kostnað við sær
á sálarliga økinum.
Roal
Ulrichsen
leggur
harumframt
dent
á,
at
kanningin endurspeglar, at
tað framvegis er av alstórum
týdningi, at tosað verður um
sálarligar líðingar.
Eitt stórt arbeiði skal
gerast, eisini hjá arbeiðs
plássum og leiðarum, hvørs
ábyrgd tað er at vísa almenna
ábyrgd og gera rúm fyri fólk
um við sálarligum líðingum.
Tað er jú eisini sera óhuga
ligt hjá arbeiðsfelagum at
skula
lúgva.
Tískil
skal
orka leggjast í, at fáa fleiri
við sálarligum líðingum at
arbeiða og at fella væl inn
millum sínar starvsfelagar,
sigur hann.
Sálarligar líðingar:
Ein altjóða avbjóðing
Valstríðið 2011 nærkast enda
num. Demokratia hevur við
ymsum átøkum roynt at
ávirka politisku flokkarnar,
valevnini,
miðlarnar
og
veljararnar til at hava javnari
kynsumboðan
í
politikki
frammarlaga í huga. Á uppstil
lingarlistunum er ein prosent
vís framgongd í talinum av
kvinnum sum stilla upp, av
temum 168 uppstillaðu eru 110 menn og 58 kvinnur. Val
evnini eru úr ymsum økjum í landinum, tey hava ymisk
yrki, tað eru umleið 50 ár millum elsta og yngsta valevnið
og tey stilla upp fyri sjey ymiskar flokkar. Veljararnir hava
tí nógv rættiliga ymisk valevni at velja ímillum.
Ofta verður sagt, at: "Eg velji ikki eina kvinnu, bara tí
at hon er kvinna". Sjálvsagt skulu fólk ikki gera tað. Tað
gera tey heldur ikki, um tey velja ein mann. Jamen, hví
skulu vit yvirhøvur hugsa um kyn, hví hevur tað so stóran
týdning at fáa javnari kynsumboðan (les: fleiri kvinnur)
í Løgtingið? Jú, vit hava brúk fyri ymiskum røddum og
vinklum til stórmálini, sum liggja fyri framman at taka
støðu til. Vit hava brúk fyri, at bæði kynini eru við at taka
ábyrgd og taka neyðugu avgerðirnar.
Í einari íslendskari lýsing fyri øktari politiskari javn
støðu var hetta sagt sera einfalt. Undir myndini av einari
kvinnu, sum er politikari, stendur: "Hon var ikki vald, tí
at hon er kvinna. Hon var vald av tí, sum hon hevur at
bera fram - tað hevur hon, tí at hon er kvinna." Ein annar
máti at siga hetta er, sum ein av kvinnunum sigur í
lýsingarátakinum hjá Demokratiu: "Ímynda tær, um tað
bara vóru teir svørtu tangentarnir á klaverinum, sum góvu
ljóð frá sær?!"
Ábyrgdin hon er tín, avgerðin hon er tín, atkvøðan hon
er tín - Gott val!
www.demokratia.fo
www.facebook.com/demokratia.fo
Atkvøðan
hon er tín!