Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Nú frættist, at sørvingar kunnu hita skúlan – og kan­ ska alla bygdina – við tí hita, sum sól og sjógvur leggja í sandin. Orka kann fáast úr hitamuni. Tannlæknastovan hjá mær og matstovan niðan­ fyri Fróðskaparsetrið er tvinni hús í Havn ið hitaði eru beint upp úr jørðini. Hetta ljóðar fantastiskt. Men er rættiliga einfalt. Vit innflyta óneyðuga fyri milli­ardina – meira enn kr. 1.000.000.000 – árliga av olju, sjálvt um tøknin er til at fáa hitan úr jørð, lofti, áum og sjógvi. Uppá stutt sikt fáa vit bast arbeiðsloysinum, tí júst tey ið nú eru arbeiðsleys høvdu kunna arbeitt við íløgum í orku, at bjálva hús, bora hitahol og leggja fjarhita. Hetta merkir eisini, at vit óneyðuga hava valt teir skeivu livibreyðspolitikarar á Løgting ferð eftir ferð. Í báðum førum ber til at velja øðrvísi. Sjálvstýrisflokkurin fer at fremja neyðugar umskip­ anir í fyrisiting og vinnu til at fáa hallið burtur. Men harumframt fara vit at umskipa skattabyrðuna frá køvandi inntøkuskatti til gløggan og grønan skatt. Vit fara at brúka bæði gula­rót og koyril. Tá ið ræður um orku, so fáa tú – og fjarð­ hita­felagið, kommunan og onnur ið tú ert tengdur at – til­boð um orku­lán og stuðul til neyð­­ug­ar íløgur. Hin­vegin fáa hini, sum ikki vilja leggja um, tann grøna skattin at føla. Einfalt. At stýra sjálvi merkir at velja tað skilagóða og frávelja oyðslið – akkurát sum tú og eg gera heima við hús. Vel betur! Kári á Rógvi løgtingsmaður og valevni LØGtingsvalið 2011 Heta var yvirskrift í samband við samrøðu ,ið Sosialurin hevði við Jákup Petersen, yvl. á Klalsvíkar sjúkrahúsi fyri stuttum. Og tað er júst tað sama, sum vit í Eysturoynni og aðra­ staðnis hava uppliva hetta 3 ára tíðarskeiðið, har ein “Miðsavningarbylgja” hevur skolað yvir landið! • Vit hava sæð hetta í politiska tosinum um “kommunusamaleggingar”! • Vit hava sæð hetta inn­ an heilsuverkið – sjúkra­ húsverkið! • Vit hava sæð tað innan mentanarøkið • Vit hava sæð hetta inn­ an eldraøkið – røktarheims­ økið! o.s.fr, o.s.fr Krumtøppurin Hvat eldarøkinum viðvíkur hava kommunurnar í Eystur­ oynni gingið á odda. Tær hava staðið saman og fingið so ómetaliga nógv av skafti. Krumtøppurin er og hevur verið tað “privata” og kommunala initiativið. Vit hava sæð hetta á Eiði, Skála, Toftum! Í Fugla­firði, Gøtu, Leirvík og Runa­vík­ini (Sjóar kommuna royndi, men fekk tíanverri ikki loyvi til tess av lands­stýri­num) og so sannuliga eisini, har hesar kommunurnar saman við øllum hinum í Eysturoynni tóku eitt megnartak longu fyrst í 80 árinum og grundað á “Sjálvsognarmeginregluna” fingu Eysturoyar Røktar-og ellisheim bygt. Tøkk hava tey uppiborðið sum á sinni tóku hetta stig og kommunurnar, sum stóðu saman um ætlanina og fingu hana framda. Í Norðoyggum og aðra­ staðnis í landinum eru eisini líknandi dømi. Riggað væl Sjálvsognarstovnurin, sum kommmunurnar “ráða yvir” hevur riggað avbera væl og við skilagóðum stýri, dugna­ ligum og røskum starvs­fólki hevur stovnurin tænt – og tænir – dagliga sínari upp­ gávu, nevnliga at veita linna, umsorgan, heilsu-og sjúkra­ røkt til teirra, ið tørva vegna elli og tvørrandi heilsu. MEN tað dregur á luftina, og vit kenna tað sum Jákup, at “tey vilja bjarga okkum, hóast vit ikki eru í neyð”! Tey royna at billa okkum inn, at “samanlegging” er loysnin! Og vit spyrja: Loysnin fyri hvønn?? Jú, meginum­sit­ing­ ina, ið bólgnar! Tað gerast fleiri generalar, færri soldat­ ar! Fleiri á brúnni – færri á dekkinum!! Sjálvs­ognar­ stovnurin skal av­monterast – betri við “saman­legging” siga tey! Og vit spyrja aftur: Betri fyri hvønn? Jú, umsitingina, sum bólgnar! Úrslitið tað sama, nevnliga, fleiri á brúnni – færri á dekkinum! Tí peningurin, tann samlaði, skal jú strekkja til! Veikir polittikarar lata seg stýra av umsitingini Politikkarin má hava rygg til ikki at lata seg stýra av umsitingini! Umráðandi er, at húsast verður skilagot – eingin ivi um tað!! Og tí má tað stríðast ímóti tí ráki sum hevur tikið seg upp - serliga tey seinru árini. Tað má arbeiðast fyri, at fremja skilagóðar loysnir! Rákið má vendast! Tað er ikki skilagott, fram­haldandi at vaksa um “mann­skapið á brúnni”! Hetta fær avleiðingar fyri tey ,ið strevast og stríðast á “dekkinum”. Heldur eiga vit miðvíst, at kanna og fremja sparingar “á brúnni” til frama fyri tey, ið eru á “dekkinum”. Tað er ein skila­ góð leið at ganga – til gagns fyri mong! Ikki bert skila­ gott, men neyðugt! Vit hava ikki ráð til annað! Á tann hátt kemur játtanin eisini brúk­aranum betri til góða! Fyri meg er hetta eitt hjartamál at stríðast fyri! Tey vilja bjarga mær hóast eg ikki eri í neyð..... Tordur J. Niclasen listi H LØGtingsvalið 2011 ... men huvssu ógvisliga raka yvirtøkur og blokkniður­ skurður í veruleikanum? - Vit hava lækkað blokkin og fastfryst hann fyri hálva milliard. Hetta er uml. sama upphædd, sum hallið á fíggj­ ar­lógini er ídag. - Blokkurin er uml. 615 mió ídag. - Taka vit blokkin, blokk­ niðurskurð, fastfrysting og aðrar veitingar, so er talið uml. 1.4 milliard. - Sambært fíggjarlógar­ uppskotinum fyri 2012, verður roknað við at lands­ kassin fær 1,4 mia. inn í vanligum inntøkuskatti í 2012, so um alt skal fíggjast við skattahækking, so má lands­skatturin tvívaldast Tjóðveldi vil hava fólkatalið upp á 55.000 fólk, men hvør fer at tíma at búgva í einum landi, har skattatrýsti er uml. 70%, samstundis sum kostn­aðarstøðið er tað hægsta í verðini? Hetta er í stuttum at undir­grava alt, sum hevur við persónligt frælsi at gera. Kvetta vit øll bond við Danmark ídag, so ríkur væl­ ferðarsamfelagið og vit verða øll skattatrælir. Útjaglaði frælsisreto­ rikk­urin er tíverri vorðin til religión, har trúgv hevur meir at siga enn fakta. »Eg skíti á, um eg skal eta gras!« So elegant komu orðini úr gapinum á einum loysingarmanni á Ólavsøku. Maðurin skuldi loysa fyri einhvønn prís. Tað var líka mikið, um hann skuldi deila matskálina við seyðin og verða vegetar til hann doyði. Hann skuldi bara loysa LØGtingsvalið 2011 Hergeir Staksberg Les meir á facebook