Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgtingsvalið 2011 Øll tosa um, at vit mugu fáa lesandi føroyingar heim aftur til Føroyar. Her fáa tit míni boð uppá, hvussu vit fáa føroyingar at venda heim og at blíva verandi í Føroyum. Fyrsta boð Um tú lesur í Føroyum, so er lestrarstuðulin í mið­ náms­skúlum 1.737 kr/mán., meðan stuðulin til hægri út­ búgvingar er 3.607 kr/mán. Lesur tú hinvegin í Dan­ mark ella aðrastaðni, so kanst tú fáa danskan lestrarstuðul (SU), sum er umleið 5.217 kr/mán. eftir skatt. Hetta er galdandi fyri bæði miðnams- og hægri útbúgvingar Hetta merkir, at tað er ein munur á ávikavist 1.610 kr/mán og 3.480 kr/mán millum SU og føroyskan lestrarstuðul. Føroyingar fáa eisini R- frádrátt í Danmark, sum merkir, at mann kann for­ vinna 71.000 kr, áðrenn mann skal gjalda skatt. Vilja vit hava føroyingar at blíva verandi í Føroyum, so eiga vit at fáa SU og R- frádrátt inn í ta føroysku stuðulsskipanina. Føroyingar skulu sjálvir hava frælsið at velja, um teir vilja at lesa á jøvnum føti í Føroyum ella aðrastaðni. Annað boð Vit eiga eisini at økja um fjarlestur. Teir fysisku karmarnir hava ikki sama týdning sum fyrr. Tað eru nógvar hægri útbúgvingar, har tað ikki neyðugt at vera fysiskt til staðar. Tað er í fleiri førum nokk við eini teldu og internetsambandi. Tískil eiga vit at samstarva við onnur universitet, soleiðis, at vit fáa útbúgvingar heim til okkara, so tað ikki er neyðugt hjá føroyingum at flyta av landinum. Við hesum broytingunum, so økja vit um tað persónliga frælsið hjá føroyingum, tí fleiri møguleikar merkja meir frælsi. Bløð og miðlar flóta yvir av lyftum. Andlitsmyndir reka sum sjóvarfall aftur og fram á portalunum. Risaupphæddir skifta hendur fyri at sleppa at lova bíligari dan­­mark­arferðir barna­­ garðar, ellis­­heim, hallir og opera­ hús. Lyft­ini tróta ikki. Bara eitt problem: Hand­ an fiskivinnan vil ikki skikka sær soleiðis, sum tey, sum ikki eru í hasi vinnuni, vilja hava hana at virka. Og so duga vit heldur ikki longur at byggja sjálvi, hóast okkara egnu hava nomið kynstrið á hægsta stigi. Tann almenna nýtslan leiðir okkum øll beina kós skrátt niðureftir skuldar­dýpið. Hví - tí ov nógv okkara duga ikki at seta egnan kost á egið borð. Fyrimyndin, Danmark, hevur heimsmet í skattatrýsti og seinførari umsiting. Sveis hevur helvtina minni almenna um­siting enn Dan­ mark. Hvønn vilja vit so metast við? Síggi nú, at fleiri blað­grein­ar rakna við og geva mær viðhald. Sveinastykkið verður hetta: Vit mugu syrgja fyri, at føroysk arbeiði, føroy­skt til­ feingi, føroyskt byggi­virksemi fer um føroyskar hendur. Eg veit, at fleiri stórarbeiði eru ætlað útlendingum at tilvirka. Tað má ikki henda. Eg vil stríðast til seinasta anda­drátt fyri, at arbeiði og lærupláss IKKI fara av síni oyggj, og at stórarbeiði ikki fara av landinum. Handligar vinnugreinir skulu aftur mynda okkara gerandisdag. »Hetta er ikki bara eitt lyfti. Hetta er ein ávaring.« Petur L. Olsen Fólkaflokkurin LØGtingsvalið 2011 »Í lyftisins landi« LØGtingsvalið 2011 Hergeir Staksberg Les meir á facebook SU er lykilin Hvar tú ferðast um landið siga fólk tað sama: Nei, ommubørnini eru niðri. Ella: tað var so trupult at flyta heimaftur, tá ið børnini vóru farin í skúla og á dagstovn. Gott er at fara út, men vit missa óneyðuga tey gløggu og virknu, sum áttu at funnið nýggjar vinnur, áttu at sett dám á feløg og ítrótt, áttu at fingið stovnar og fyritøkur at gingið og rigga betur. Vit kunnu broyta hetta. Vit kunnu skjótt og væl gera neyðugu íløguna í skúlar, kollegiir og granskarar. So kunnu øll velja at byrja út­búgv­ingina her heima – ella enda hana her. Tí gott er hjá øllum at fara út eina tíð, men miðvíst og aðrastaðni enn bara í júst eitt ávíst av grannalondum okkara. Útbúgving er sanniliga eisini fyri verkafólk. Hugsa um øll tól í dag. Verkafólkið er mangan serútbúgvið til júst hesa maskinuna ella hasa framleiðsluna. Sama við handverkarum og tøkningum av so mongum slagi. Heldur flyta læraran heim ella skipa útbúgving yvir netið enn at senda øll av stað. Nógv av hesum er sjálv­fíggj­andi. Land og fyritøkur brúka milliónir uppá eftirút­búgv­ing uttanlands. Vit kunnu bjóða betri útbúgving bílig­ari í Føroy­um – og seta peng­ar­ nar í umferð her heima. Hetta er bara spurningur um raðfesting. Vilt tú hava skrivstovuveldi, oyðsl og tvass, ja vel so ABC. Vilt tú útbúgving frá vøggu í grøv, ja vel so D í staðin. Kári á Rógvi løgtingsmaður og valevni LØGtingsvalið 2011 Vel útbúgving! Eg var takksamur tá eg sá á Vágaportalinum, at Johan Mortensen gav mær eina umbering, eftur úttalilsi í Kringvarpinum. Hann helt at hann hevði verið nakað klossutur í sínum úttalilsi. Men tú tók eitt dømi og segði, at Gerhard ikki vildi geva, til dømis ungu familj­unum í Hoyvíkini, við stórum lánum, ein skattalætta. Tað sum undraði meg var, at eg júst hevði sagt tað beint øvuta, og staði­liga hildið fast við, at tey skuldi havað ein skattalætta. Hetta segði tú fyri opnari mikrofon í Kringvarpi Føroya, og sostatt rungaðu hesi tíðindi í hvønn krók í Føroya landi. Eg haldi, at tað er upp á sítt pláss, at tú reinsar meg í Kringvarpi Føroya, so at allir føroyingar hoyrdu, at tú hevði misskilt meg. Annars seti eg ein mann høgt, sum rættar eitt mistak. Gerhard Lognberg Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin LØGtingsvalið 2011 Takk fyri umbering • Fiskivinnan kastar sum mest av sær til skip, virki, manning og land. • Alivinnan fer longur út á hav at ala. • Tað alemnna leggur stovn­ ar saman og effektiserar. • Kommunur verða lagdar saman í størri eindir. • Landskassin og komm­ unur skulu yvir eitt ávíst áramál verða skuldarleys. • Landskassin og komm­un­ urnar skulu kunna upptaka lán fyri at konjukturútjavna. Hetta verður gjørt við eini nevnd umboðandi IMF (Inter­ national Monetary Found), LB (Landsbankin), BÚ (Bú­ skapar­ráðið). • Tað almenna ikki kann skuldarbinda tann meiniga og ófødda føroyingin. So javn millum føroyingar Føroyar Heri Ólason Dam valevn hjá Javnaðarflokkinum LØGtingsvalið 2011 Hetta vil javnaðar­ flokkurin og eg Landskassin hevur eitt undirskot upp á umleið 530 milliónir krónur um árið. Framleiðslan fyri hvønn einstak­an borgara í landinum er 80% av granna­londunum. Hetta er at samanlíkna við vanda­kós. Fyri at rætta upp á hetta vil eg, um eg komi inn á ting, virka fyri, at: (10 av 10)