fríggjadagur 28. oktober 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
Ófrættatíðindi vóru at lesa frá
Bárði Nielsen í kvøld. Hann
var jú landsstýrismaður í
fíggjarmálum 2004-07. So
mynstraði hann knappliga
av, tí hann hevði fingið
eitt betri jobb enn at verða
fíggjarmálaráðharri í Føroy
um: hann skuldi nú verða
stjóri í einum íslendskum-
føroyskum fantasiprojekti,
sum kallaðist Stjóratjørn,
har hann sat við tómum
skriviborði í nøkur ár - til
tann
sápubløðran
brast
sum allar hinar, ið koyrdu
íslendsku tjóðina á heysin.
Nú Bárður ger come-back,
er hansara høvuðsboðskapur,
at vit skulu “tiðna blokkin”
fyri at klóra einar 200 mió.
kr. árliga aftrat til okkum frá
donskum
skattgjaldarum
(sum annars hava eitt hall
í teirra landskassa, sum pr.
íbúgva er áleið dupult so
stórt sum okkara). Hetta er
sjálvsagt umframt árligu ríkis
veitingina uppá 615 mió. kr.
At “tiðna blokkin”, tvs
at hann aftur skal prístals
regulerast sum aðrar for
sorgarveitingar, kann tó bert
geva 6-12 mió. um árið (1-2%
av 615 mió.). Men Bárður
roknar soleiðis, at “tiðningin”
av blokkinum skal gerast við
afturvirkandi kraft, 9 ár aftur
í tíðina. Tvs. eitt beinleiðis
brot við ta politisku avtalu,
sum nú á 9. árið er galdandi
millum Føroya landsstýrið
og donsku stjórnina. Sum tí
sjálvsagt eisini hevur verið
galdandi øll árini 2004 til 2011,
tá Sambandið átti landsstýris
mannin í fíggjarmálum í 4 ár
og løgmann í stívliga 3 ár.
Minnist til, at Sambandið
í 2008 undirskrivaði eitt sam
gonguskjal við Fólkaflokkin
og Javnaðarflokkin – eftir
kravi frá Fólkaflokkinum
- um at SKERJA blokkin
eftir einum ávísum leisti,
sum táverandi fíggjarmála
ráðharri hjá Sambandinum,
Magni Laksafoss, hevði kon
struerað. At hetta kortini
ikki bleiv gjørt, syrgdi okkara
landsstýrismaður í fíggjar
málum tey árini, Jóannes
Eidesgaard, fyri.
Eg havi sitið í landsstýri
við Sambandinum í 6 av
hesum árum, og Aksel eftir
meg.
ONGIN
sambands
maður,
hvørki
løgmaður
ella nakar av hinum, hevur
nakrantíð reist hetta ynski í
landsstýrinum, um at broyta
avtaluna við donsku stjórn
ina um blokkin. At tey nú
koma við tí í valstríðnum, er
tí tað reina bluff. Sambands
fólk hava skrivað rúgvuvís
av vandaleysum lesarabrøv
um, men ALDRIN reist málið
á politiskum stigi, tí tey vita,
at tað hevur ongan kjans,
hvørki á Fólkatingi ella á
Løgtingi. Men tað er gott
valagn.
So nú koma vit til ófrætta
tíðindini hjá Bárði Nielsen.
Hann og Johan Dahl briksla
Javnaðarflokkinum, at vit
ikki hoppa uppá hetta val
bluffið hjá teimum. Og tí
fer Bárður nú út við boð
skapinum:
“Nú
er
spurningurin,
um Sambandsflokkurin í
grundini hóskar saman við
Javnaðarflokkinum í eini
samgongu
eftir
valið....
Spurningurin er, um Sam
bandsflokkurin nú eigur at
umhugsa aðrar – liberalar
– møguleikar”.
Bárður dyrgir sostatt eftir
at slíta samstarvið millum
báðar
samríkisflokkarnar,
Javnaðarflokkin og Sam
bandsflokkin. Og í staðin
skal Sambandið fara eftir eini
“liberalari” samgongu, tvs.
við tann borgarliga fullveldis
flokkin Fólkaflokkin og so
eitt liberalt loysingarklípi
aftrat, sum t.d. Sjálvstýri.
Taka tit sambandsveljarar
undir við hesum, at Sam
bandið kvettir samstarvið
við einasta flokkin, sum eis
ini heilhugaður tekur undir
ríkisfelagsskapinum – tí tað
hevur tendrað ljósið í eygu
num á Bárði og Johan, at sein
astu veljarakanningar kunnu
geva vónir um eina Samband-
Fólkafloks samgongu?
Vit hava ein almennan
valdyst eftir, enntá í Vest
manna. Tá fari eg at krevja
greitt svar frá Sambands
flokkinum.
Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
LØGtingsvalið 2011
Tað eru óteljandi loysnir
fyri, hvussu vit betra um bú
skapin hjá okkum og fáa lokk
að føroyingar aftur til Føroy
ar. Vit eru øll ymisk og hava
hvør sítt boð uppá, hvussu
vit kunnu gera samfelagið
betri og lættari at liva í.
Summi hava tørv á betri
skúla, útbúgving og lestrar
stuðuli.
Tey
flestu
vilja
hava
skattalætta.
Mong
ynskja stuðul til mentan og
ítrótt. Onnur vilja, at íløgur
skulu gerast fyri at varveita
útjaðaran.
Aftur
onnur
vilja, at íløgur skulu dekka
undirskot í hart raktum
vinnum. Vit skulu byggja
tunnlar og hava gott heilsu
verk um alt landið. Skulu
hjálpa teimum veiku, betra
um umstøðurnar hjá teimum
gomlu, syrgja fyri, at barna
familjur verða stuðlaðar, og
samstundis skulu vit venda
hallinum á fíggjarlógini.
Føst í umsitingini
Trupulleikin hjá okkum er, at
ov nógv av valdinum liggur
hjá landinum. Búskaparliga
býtið millum alment og
privat er 80/20, sum er eitt
býti, vit annars bara síggja
í há-sosialistiskum londum
sum Kuba og Norðurkorea.
Hetta býtið má broytast
sum skjótast, og vit mugu
fáa meira javnvág í búskapin.
Samfelagið er blivið ov dýrt
at reka, og av tí at landið
umsitir so stóran bita av
vinnuni, er tað bara landið,
vit kunnu venda okkum
til í neyðini. Vit eru føst í
umsitingini, fáa ikki brotið
okkum leys, fáa ikki hugsað
og skapað sjálvi og fáa ikki
tað burturúr ognum okkara,
sum vit í veruleikanum eiga
rættin til.
Ábyrgd til borgaran
Landið má gera umleggingar
í skipanini og geva ábyrgdina
aftur
til
borgaran.
Sum
valskráin hjá Framsókn sigur,
skal alt alment virksemi,
sum ikki er grundrakstur
– eitt nú infrakervið – verða
einskilt. Almennar tænastur
skulu bjóðast út til privatar
fyritøkur, bæði fyri at fáa
kapping um tær og fyri at
staðfesta, hvat tær í veruleik
anum kosta, og privatar
tænastur skulu traðka til,
har tað almenna ikki røkkur.
Um vit eggja hugin til at
seta í verk og geva privatum
vinnurekandi betri karmar
at virka undir, vil tað føra við
sær breidri og betri útboð av
tænastum í samfelagnum,
meira dynamikk og búskap
arligan vøkstur.
Ábyrgd av landinum
Samstundis sum vit geva
ábyrgdina aftur til borgaran,
skulu vit taka ábyrgd av
egnum landi, tí áðrenn sam
felagið kann fáa samanhang
andi karmar at virka undir,
mugu vit sjálvi skapa og
umsita samfelagsbygnaðin.
Vit mugu hava eina føroyska
stjórnarskipan, og øll máls
øki, ið viðkoma landi okkara,
mugu skipast eftir okkara
egnu reglum. Tað er einans
við
føroyskari
lóggávu,
gjørdari av føroyska fólkin
um, at vit kunnu skapa nøkt
andi
og
samanhangandi
karmar fyri fólk og vinnu í
okkara landi.
Eftir okkara
egnu treytum
Um vit geva ábyrgdina aftur
til fólkið og privatu vinnuna,
fáa vit meira av dynamikki
og lívi í búskapin. Men tað er
ikki fyrr enn vit hava fingið
eitt land, ið vit sjálvi hava
snikkað saman eftir okkara
egnu treytum, at vit kunnu
finna útav, júst hvat tað er,
okkara samfelagi tørvar fyri
at geva vinnu og mentan
ordiliga nøktandi karmar.
Tá vit hava fingið ábyrgd
av
egnum
landi,
kunnu
vit hondseyma eina sam
felagsskipan júst til okkara
samfelag, ið fer at geva betri
javnvág í búskapin. Einans
eftir okkara egnu treytum,
kunnu vit finna útav, hvat
tænir okkum sjálvum og
samfelagi okkara best.
Sunneva Háberg
Eysturstein
LØGtingsvalið 2011
Ábyrgd til borgaran og ábyrgd
av landi ganga hond í hond
9 av 10
Tað føroyska samfelagið
er og verður støðugt út
bygt. Har vit hava okkara
størstu persónligu áhuga
málini,
halda
vit
tað
gongur ov seint.
Útbygdi
flogvøllurin
verður
skjótt
tikin
í
nýslu,
hareftir
verður
terminalurin
útbygdur.
Hetta hevur verið stór
íløga, men hon kemur at
tryggja okkum eitt betri
samband við útheimin
nógv ár fram í tíðina.
Undirstøðukervið viðvíkjandi telesamskifti á landi
og sjógvi(skip) er á einum nøktandi støði, tó manglar at
fullføra tilbúgvingina á sjónum.
Vegir og ferjuhavnir verða útbygd og hildin við líka
eftir Samferðsluætlan 2008 – 1020, tó so, um eg komi inn á
ting, vil eg virka fyri, at:
• Solidarisk gjaldsskipan fyri brúk av vegum(tunlum)
soleiðis, at farast kann undir Sandoyartunnilin sum
skjótast.
• Privatisering av Føroya Tele, tó ikki undirstøðu
partinum.
• Tyrlupallarnir verða útbygdir til lending í myrkri og
bunkring.
• Vaktar & Bjargingartænastan skal verða arbeiðsfør.
Vit súkkla/renna/sigla inn á ting
So javn millum føroyingar Føroyar
Heri Ólason Dam
valevn hjá
Javnaðarflokkinum
LØGtingsvalið 2011
Undirstøðu
kervið
Sleppa Bárður og Johan at stoyta
Sambandið niður í Fólkafloksleypin?