fríggjadagur 28. oktober 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
Nú er tann stundin
komin...
Kæru føroyingar! Tit dugna
ligu, virkisfýsu og hampuligu
fólk; tað er nú vit skulu og
mugu seta okkum mál fyri
at hava fortreytirnar fyri
at kunna fremja nakað sum
helst í verki. Hetta hevur
Tjóðveldi prógva ber til, tá
ið fullveldissamgongan sat
frá 1998 - 2004, har vit bygdu
nýggjan bygning til Lands
sjúkrahúsið, vit bygdu Brimil,
Teistan, Smyril, Vágatunnilin
v.m.; og hóast risastór átøk
og íløgur í føroyska sam
felagnum spardi fullveldis
samgongan uml. 2,7 mia. kr.
Hetta
megnaði
Tjóðveldi
saman við øðrum flokkum og
prógvar hetta, at tað er einki
galið við okkara politikki ella
samstarvsevnum.
Og hvat er hent tey sein
astu 8 árini, annað enn at
uppsparingin er burtur og
stórt hall er á fíggjarlógini?
Næstan einki er bygt ella
ment. ABC-samgongan er
dumpa so dyggiliga eftir
gott 7 árum. Hví geva hesum
flokkum ein kjans aftrat,
tí ið vit hava ein flokk sum
Tjóðveldi, ið trýr upp á
okkum og okkara tilfeingi og
hevur prógva sítt politiska
og hugsjónarliga virði?
Trúgv og dirvi
Vit trúgva upp á okkara
ungdóm og teirra framtíð
og vilja tí vísa teimum álit
við møguleikum og íløgum.
Vit trúgva á okkara vinnu
og vilja tí menna hana, eins
og vit vilja stuðla nýggjum
hugskotum og verkætlan
um. Tað skal løna seg hjá
okkara arbeiðsfólki og hand
verkarum at arbeiða; lat
ongan iva vera um hetta.
Um vit trúgva upp á full
veldi, sum eina virðiliga og
ábyrgdarfulla
tjóðarstøðu,
so skulu vit eisini tora at
loysa frá Danmark. Hetta fer
at víðka okkara sjónarring,
opna fyri nýggjum handli
og øðrum gevandi samskifti,
og tað fer at skapa virðing
fyri okkum um allan heim
og fer sostatt eisini at lata
nýggjar dyr upp til frama fyri
menning av okkara ungdómi,
vinnu og tískil samfelagnum
sum heild. Tann, ið einki torir,
einki vinnur. Shakespeare
segði tað meira listarliga og
romantiskt: “Dirviloysingur,
vinnur ei vakra kvinnu”.
Hvat vilt tú?
Tað, ið tú vilt, ber til; tað, ið
tú trýr uppá, letur seg gera;
tað, ið tú torir, megnar tú.
Hetta hevur t.d. Pál Joensen
víst okkum. Hví ikki læra av
teimum, sum vísa, at tað ber
til? Hví lurta eftir teimum,
ið ikki trúgva, tora ella vilja
verða
sjálvbjargin,
sum
prædika ráðaloysi og vísa
vantandi mátt og dirvi? Hvør
tímir at fylgja veikum og upp
steðgaðum persónum? Hvør
fylgir óttafullum generali út
á stríðsvøll?
Vel dirvi heldur enn ótta!
Vel møguleikar heldur enn
forðingar! Vel blómandi bú
skap heldur enn blokkstuðul!
Vel framtíð heldur enn fortíð!
Vel Tjóðveldi!
Dávid Isfeld
Valevni hjá Tjóðveldi
LØGtingsvalið 2011
Vit hava álit á tykkum
- saman skapa vit betri framtíð og eydnu
Vit skulu hjálpa teimum
veiku at liva sítt lív, eitt virði
ligt lív.
Eitt samfelag sum ikki
rúmar teimum veiku er
fátækt.
Menniskjaliga tilfeingið
er tað dýrabarasta, eitt og
hvørt samfelagið hevur.
Øll kunnu læra eitthvørt,
men vit eru ymisk og læra
ymiskt á ymiskar hættir. Tó
menna vit okkum í samfelag
og felagsskapi við onnur.
Menning og læring skal
altíð taka útgangsstøðið
tí einstaka
Virðing fáa vit við at
taka lut í samfelagnum
Samleiki - hvør eri eg
- verður skaptur, við at
vit verða fevnd og møtt
í menningartilgongdini,
og tað er júst hetta,
sum er við til at mynda
okkum sum menniskju
Fyri at fáa eitt rúmligt sam
felag við somu rættindum
•
•
•
fyri øll, er neyðugt at taka
støði í tí veruleika, vit eru í
og taka støðu til hann.
Vit siga, at skjót hjálp er
góð hjálp, men hesar gerast
ofta varandi loysnir, tað er
ikki nóg gott. Vit mugu eisini
gera varandi og mennandi
loysnir.
Langtíðar
raðfestingar
eru neyðugar. So leingi vit
ikki raðfesta, taka vit ikki
støðuna í álvara.
Vit skulu skapa smidligar
loysnir eisini til tey við serlig
um eginleikum. Vit skulu
burtur frá kassaloysnum,
sum sjáldan taka persóns
atlit. Vit skulu lurta meir og
tosa minni.
Mín niðurstøða er, at
hesin bólkur sjáldan verður
spurdur til ráðs, men hevur
júst sama tørv fyri at vera
hoyrdur og taka lut í sam
felagnum sum øll onnur. Og
samfelagið hevur brúk fyri
okkum øllum, tað er júst
hetta, sum er við til at gera
samfelagið ríkt og gevandi
at liva í.
Ísland og Norra kundu
verið nýtt sum fyrimyndir.
Har er møguleiki fyri bæði
miðnáms- og diplomútbúgv
ingum, sum hava til enda
máls at geva tí einstaka
møguleika til at vera við í
samfelagnum á jøvnum føti
við onnur.
Atgongd til skúla, arbeiðs
pláss og bústaðir skulu fleir
faldast.
Tá vit hugsa um bústaðar
møguleikar, er umráðandi at
loysa matrikulnummarið frá.
Her meini eg, at ein vaksin
eigur at kunna búgva har,
hann/hon ynskir tað t.d. i
egnari íbúð. Tænasta eigur
ikki at vera treyta av, at hann
flytur inn á eitt sambýli, og
soleiðis gerst partur av eini
pakkaloysn.
Her er ein tankavekjandi
setningur úr norska filmi
num “flyting frá stovni til
egna íbúð”, sum kundi givið
okkum íblástur til at hugsa
ørvísi – nú býr hann ikki á
mínum arbeiðsplássi meira,
men nú arbeiði eg í hansara
heimi.
Vit eiga at savna umsiting
ina. Í løtuni verður tú køvdur
í krakkaveldi, áðrenn tú nærk
ast nøkrum møguleikum.
Umsitingin skal gerast
einføld og brúkaravinarlig.
Vit vilja hava eitt rúmligt
samfelag, har vit geva øllum
møguleikar fyri at menna
sínar samfelagsligu og yrkis
ligu førleikar til eitt sjálvstøð
ugt og virðiligt lív, bæði innan
arbeiði, skúla og familju.
Hetta fáa vit við at
hava eyguni fest á, at:
Socialu avbjóðingarnar
skulu loysast við at
fevna /rúma ístaðin fyri
at útihýsa
Víðka rammurnar fyri,
hvat er tað ”normala”
Barnagarðar
og
skúla
spegla sosiala ymiskleikan
Tað skulu gevast møgu
leikar fyri luttøku í sam
felagnum ígjøgnum skúla
Tilfeingið skal koma til
børnini og ikki øvugt
Geva atgongd til allar
felagsskapir
so
sum
arbeiði, ítrótt og bústaðir
á jøvnum føti við onnur
Í hesi tilgongd
er alneyðugt at
taka atlit til:
Samstarv
Møguleikar
Sjálvsavgerðarrætt
Menniskja
Jaligan hugsanarhátt
Tíðin er komin til eitt nýtt
kapitul, har ítøkiligar lang
tíðar raðfestingar seta dags
skránna.
Framsókn vil taka ábyrgd
fyri at geva møguleikar.
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
•
Eitt gott lív -
er ein felags ábyrgd
Hjørdis Viberg
Valevni hjá Framsókn
LØGtingsvalið 2011
Ein avgjørd treyt fyri
samfelagsligari og vinnu
ligari menning eins og
fólksins trivnaði í ØLLUM
landinum er eitt vælskipað
infrakervi, bæði á sjógvi
og á landi. Tað skal bera til
at ferðast úr einum enda í
landinum í annan hvønn
einasta dag á árinum,
og títtleikin á sjóvegis
farleiðunum skal verða
optimalur.
Innlendis sambandið
skal skipast eftir fíggjarliga
samhaldsføstum
leisti,
soleiðis at øll, uttan mun
til hvar í landinum ein
býr, ella hvar vinnufyritøkur halda til, verða javnsett.
Hetta er ein avgjørd fortreyt fyri bústaðar-, trivnaðar- og
virkismøguleikum um alt landið. Nú er nógmikið tosað um
útjaðaran. Nú skal nakað henda.
Ferðasambandið við útheimin skal mennast. Longdi
flogvøllurin fer at geva okkum munandi fleiri møguleikar
fyri loftvegis ferðamøguleikum.
Mikkjal Sørensen
valevni
javnaðarfloksins
LØGtingsvalið 2011
Góðir og
javnbjóðis
ferðamøgu
leikar
www.sosialurin.fo