Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Í dag, 27. okt. fyllir týðarin og mentamaðurin, Jákup í Skemmuni, 60 ár. Hann er føddur í Vági, har hann sleit sínar barna­ skógvar. Tólv ára gamal kom hann í Skemmuna á Sand at búgva. Eftir realskúla í Hoydølum fór hann á Før­ oya Fólkaháskúla og seinri á Kungälv í Svøríki. Haldi meg ørminnast, at hann byrjaði bókligu leið­ ina sum týðari í blaðnum 14. sept. og í tíðarritinum Glugg­ anum. “Flestra manna lív er rit í moldum...” sigur Janus í heiðurskvøðu síni til Hamm­ershaimb. Forlagið Nýlendi hjá Jákupi hevur ikki ligið og skavað í øskuni! Eyðkennismerkið eru penn­ urin og hakin, sum velta upp úr nýggjum. Týðingar og útgávur hans­ ara toga upp ímóti teimum 200. Í 1986 fekk hann Barna­ bóka­heiðursløn Tórshavnar Býráðs. Og Svenski Rithøvunda­ grunnurin læt honum í 1994 virðisløn fyri drúgva týðara­ starvið úr svenskum til før­ oyskt. Hann hevur tikið cand. phil prógv í norðurlendskum máli- og bókmentum frá lærda háskúlanum í Odense. Tá skrivaði hann høv­uðs­ ritgerð um J.H. Scröter. At geva út bøkur er tungt hoyggj at draga. Tú verður ikki ríkur í pengum. Men hugsjónarmaður kann ikki lata vera! Kjølfestur í máli og mentan. Jákup er ikki kálvføddur við Daells Varehus og Quelle. Varðarnir fara at daga upp á luftina í føroysk­um bók­ mentum - frá Flekk­inum lítla til svensku og norðurlendsku klassik­ararnar, sum hann hevur givið okkum á móður­ málinum! Jákup er giftur Elsebeth úr Ollerup. Børnini, Rúni og Signhild, eru væl komin undan og flogin av garði. Hann býr á Præstevænget við brúnna um Svend-borgar­ sundið í Svendborg. Har spákar hann við hundinum Bellman, tá ið havið dregur og hugurin sveimar... Hjartaliga til lukku, vinurin! Det är något bortom bergen, bortom blommorna och sången, det är något bakom stjärnor, bakom heta hjärtat mitt… Arnfinnur Thomassen Jákup í Skemmuni 60 ár – ein heilsan á føðingardegnum Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Svanhild Zachariasen doyði og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Heimið við Vallalíð. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Heiminum við Vallalíð fyri teirra kærleika og umsorgan. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Eyðna, Sanna og Jóhanna við familju Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, ið vóru við til at gera 9o ára føðingardagin hjá mær so hugnaligan. Tøkk øll tit, ið hjálptu til við at stíla fyri veitsluni. Takk fyri gávur, blómur og fyri uppringingar. Harrin signi tykkum øll. Vinarlig heilsan Ásgerð Kjærbæk Sumba Føðingar 11. oktober fingu Linda og Fríðfinn Jacobsen, Skála­ botni, ein son. Hann var 50,5 cm langur og vigaði 3340 gr. 14. okt. fingu Sirið og Ragnar G. Mortensen, Tvøroyri, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4115 gr. 16. oktober fingu Katrin Jensen, Sørvági, og Heini Dánjalsson Thomsen, Sandavági, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3345 gr. 18. oktober fingu Katrin Erlandsdóttir og Hans Jákup Berg Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3240 gr. 24. oktober fingu Joan Evi Johannesen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 4100 gr. 25. oktober fingu Beinta og Jens Arne Sørensen, Eiði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3725 gram. 17. oktober fingu Eyð Justinussen og Virgar Trondesen, Vestmanna, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3570 gr. Eydna og Sámal Lindenskov fingu 10.10.2011 eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3560 gr. Diddan hevur 5 sysktin. Her er ein mynd av tveimun av teimun. Tey eita Vár og Antines Iversen Lindenskov. Hini sysktini eru: Lív, Jákup og Sverri Lindenskov. Vit búgva á Varðabú 36 í Tórshavn.