Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eitt lítið norðurland, sum vit ofta verða sammett við er Áland. Álend­ing­ar hava eina stjórnarskipan, sum á mang­an hátt minnir um okkara, og verða Áland, Føroyar og Grønland nevnd "Tey sjálvstýrandi landaøkini" í tí norð­ur­lendska samstarvinum. Eitt annað, sum álendingar og føroyingar hava til fe­lags er, at álendingar nevna sítt parla­ment "lagtinget" - løgtingið. Álend­ing­ar velja eisini næstan sama tal av ting­limum, sum vit. Tað verða valdir 30 ting­limir í álendska løg­ting­ið. Sunnu­dagin 16. oktober var løg­ tings­val á Álandi, og tann eini nýggi ting­lim­ur­in er væl kendur millum nógvar før­oyingar. Heldur nógv av Føroyum Jörgen Pettersson, sum hevur starvast á Ålandstidningen hevur verið forseti í altjóða oyggjaleikasamgonguni sein­ astu árini. Hann hevur nógv vin­fólk í Føroyum, og nógv av hesum vinar­bond­um ganga heilt aftur til 1989, tá hann var her saman við álendska flogbóltslandsliðnum, har teir taptu eina minniliga og dramatiska finalu ímóti Føroyum á Kambsdali. Sum Jörgen Pettersson plagar at siga: "Tað er mítt einasta ringa minni úr Før­ oyum". Jörgen Pettersson vitjaði í Føroyum tíðliga í vár, fyri at tosa við før­oyskar ítróttarleiðarar, politikkarar og embætisfólk í samband við, at Ítróttarsamband Føroya ynskir at hýsa oyggjaleikunum í 2019. Jörgen Pettersson helt nógv um umstøðurnar hjá teimum flestu ítróttargreinum, og legði herðslu á, at tað kundi neyvan ganga lang tíð, áðrenn føroyingar hava fingið golfvøllin, sum krevst fyri at kunnu hýsa oyggjaleikunum. 335 atkvøður Jörgen Pettersson stillaði upp fyri Ålands Centern - álendska miðflokkin. Álendingar hava eins og vit hava til okk­ara løgtingsval, eisini persónlig atkvøðu­tøl, og ikki floksnomineringar, sum onnur norðurlond. Jörgen Petters­ son fekk 335 persónligar atkvøður til løgtingsvalið. Ålands Centern gjørdust størsti flokkurin við sjey tinglimum. Javnaðarflokkurin og liberali flokkurin fingu seks tinglimir í part. Gitingar eru nú frammi, um Jörgen Pettersson gerst vinnumálaráðharri í tí komandi álendsku landsstjórnini. Gerst Jörgen Pettersson álendskur ráðharri, so verður neyvan tíð hjá honum at verða oyggjaleikaforseti, men tað má tíðin so vísa? Eins og í ítrótti, so gongur tað ofta skjótt í politikki. Oyggja­ leika­ forsetin valdur á ting í Álandi Oyggjaleikaforsetin, Jörgen Pettersson var valdur í álendska løgtingið á valinum, sum var hildið 16. oktober Jörgen Pettersson hevur nógv vin­fólk í Føroyum, og nógv av hesum vinar­bond­um ganga heilt aftur til 1989, tá hann var her saman við álendska flogbóltslandsliðnum, har teir taptu eina minniliga og dramatiska finalu ímóti Føroyum á Kambsdali Gitingar eru nú frammi, um Jörgen Petters­son gerst vinnu­ mála­ráð­harri í tí kom­ andi álendsku lands­ stjórnini