fríggjadagur 28. oktober 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 28. oktober 2011 · Nr. 125
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leygardagin
varð
punkt
um sett fyri 2011 kapp
ingarárið.
Summir
fóru
undir
fyrireikingarnar
til kappingarárið longu í
november í fjør ella fyri
einum
ellivu
mánaðum
síðani, og allir spælararnir
hava runnið og stríðst síðani
stutt eftir ársskiftið.
Nú
eru
27
umfør
í
landskappingini
avgreidd,
og tað eru fýra spælarar,
sum hava verið á vøllinum
27 ferðir 90 minuttir ella
tilsaman 2430 minuttir.
Tríggir teirra eru mál
verjar.
Ein teirra er Meinhard
Joensen, sum er málverji hjá
meistaraliðnum B36.
Ein annar er málverjin hjá
silvurvinnarunum og steypa
vinnarunum EB/Streymi. Tað
er René Tórgarð, sum hevur
havt framúr gott kappingarár
og í heyst vardi málið á
landsliðnum.
Tann triði er KÍ málverjin
Gunnar á Steig, sum áður
hevur vart málið hjá EB/
Streymi.
Einasti útispælarin, sum
hevur spælt allar 2430 minutt
irnar, er B68 miðvallarin
Ndende
Adama
Guéye.
Senegalesiski
miðvallarin
hevur spælt við B68 í fýra ár.
Hann kom til Toftir í 2008,
og síðani hevur hann spælt
107 dystir. Sjey av hesum
dystunum eru steypadystir,
og leygardagin var talan um
landskappingardyst nummar
eitt hundrað.
Tað er greitt, at Ndende
Adama Guéye eisini næsta ár
fer at spæla við B68.
Fjúrtan
aðrir
spælarar
hava verið við í øllum 27
landskappingardystunum.
Onkrir teirra hava verið á
vøllinum mest sum alla tíðina,
og onkrir hava verið útskiftir
fleiri ferðir.
Málverjin hjá B71, Símun
Rógvi Hansen, spældi allar
dystirnar á tamb. Undantakið
var tann síðsti, tá ið hann 25
minuttir undan leikloki í
heimadystinum ímóti NSÍ
varð skiftur út. Tá kom Ger
hard Páll Lognberg, sum
annars hevur sitið á beink
inum, á vøllin. Hetta var
fyrsta ferðin, at 21 ára gamli
Lognberg maðurin kom inn á
besta liðið hjá B71.
Millum hinar spælararnar,
sum hava verið við í 27 dystum,
eru Jonas Flindt Rasmussen
og Lukasz Cieslewicz úr
meistaraliðnum B36 og Hans
Pauli Samuelsen og Leif
Niclasen úr EB/Streymi.
Fýra í Víkingi hava verið
við í øllum umførunum: Mál
verjin Geza Turi spældi allar
dystirnar á tamb uttan ein,
tá ið hann fór av vøllinum
tíggju minuttir undan dystar
loki,
og
Erling
Jacobsen,
Sølvi Vatnhamar og Hanus
Jacobsen vóru eisini við
hvørja ferð.
Tveir NSÍ spælarar vóru
við í øllum umførunum:
Málverjin Andras Gango og
vongverjin Jónhard Frede
riksberg, sum spældu allar
dystirnar á tamb uttan ein,
tá ið teir fóru av vøllinum í 2.
hálvleiki.
Hjá KÍ vóru lyklaspæl
ararnir Hjalgrím Elttør og
Kristoffur Jakobsen við í
øllum 27 dystunum, og hjá
ÍF var stjørnuskotið Dánjal
á Lakjuni við í øllum 27
dystunum.
Ndende og málverjarnir
spældu mest
Einasti útispælarin, sum var á vøllinum allar 2430 minuttirnar í teimum 27
umførunum í Vodafonedeildini, var B68 miðvallarin Ndende