fríggjadagur 28. oktober 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000
Sosialurin
Fríggjadagur 28. oktober 2011 - Nr. 125
De,
PD 20)
TT ET 2 RS
JAVNAÐARFLOKKURIN
NE
YNSKIR ØLLUM EITT GOTT VAL
EITT VALSTRÍÐ ER EIN STARVSUMSÓKN.
TÚ ert arbeiðsgevarin.
TÚ gert av, hver skal setast í størvini á løgtingi.
Vit eru sannførd um, at umboð Javnaðar-
floksins eru best egnað til uppgávuna.
Fyrst og fremst ti, at vit taka støduna í álvara.
Allir aðrir flokkar geva flákrandi lyfti fyri
fleiri milliardir tilsamans. Hesi lyfti kunnu íkki
haldast - og tey verða íkki hildin. Ti so skulu
enn fleiri pengar lænast. Og tað ber ikki til.
Tann, sum lovar tær nakað, ið ikki kann haldast,
tekur heldur íkki teg í álvara.
Veruleikin er, at nærum 1800 føroyingar eru
arbeiðsleysir. Og árliga undirskotið er yvir 500
milliónir.
Veruleikin er, at tey føroysku húsini eru i
vanda. Hetta er ikki tíðin at keypa gosbað, ella
wWww.j.fo
nýggjan flatskíggja. Hetta er ikki tíðin at bjóða
fólki í veitslu.
Hetta er tíðin at bjarga húsunum. At fáa Føroyar
av vandakós.
Javnaðarflokkurin ger ikki sum hinir flokkarnir.
Vit geva tær eingi følsk lyfti.
Men fáa vit landsins leiðslu, hava vit eina
greiða ætlan fyri, hvussu vit fáa búskapin á
beint, og arbeiði til fleiri hendur.
Vitja www.j.fo og les okkara valskrá. Har
sært tú ein politikk, sum er realistiskur - og
neyðugur. Ein politikk, sum kann bjarga
búskapinum - og harvið samfelagnum.
Lat teg ikki tøla av følskum lyftum. Vel ein
flokk, sum ger tað sama aftaná valið, sum hann
sigur áðrenn valið.
TAÐ ER TAÐ BARA
EIN FLOKKUR, SUM GER.
JAVNAÐARFLOKKURIN